Skriva út
Jákup: - Kirkja er nakað sum man er
25.09.2018 Tíðindi
- Fólkakirkjan skal ikki halda gudstænastur fyri at undirhalda fólki, ella greiða teimum frá, hvat kristindómurin gongur út uppá; og ein skal heldur ikki leggja fólki lag á politiskt!
Orðini eigur danski gudfrøðingurin og rithøvundurin, Jakob Wolf, sum beint nú er aktuellur við nýggjari bók um gudstænastuna í donsku fólkakirkjuni.
Í eini grein í Kristeligt Dagblad mánadagin sigur hann sína hugsan um henda áhugaverda spurningin, ið eisini er viðkomandi fyri føroysku kirkjuna.
Fyri Jakob Wolf er eingin ivi, tí sum hann sigur:
- Gudstænastan er fyrst og fremst eitt listaverk, sum gevur møguleika at uppliva nærveruna hjá tí ið er heilagt!
Skal ein ganga eftir tí sum hann sigur, so er tað sjálvandi í lagi at ein prestur hugsar um, hvussu hann kann fáa menniskju í 2018 at skilja tekstin; hvussu sálmarnir kunnu gera sítt til at boðskapurin verður greiddur; ella um teleslyngan í kirkjuna er í lagi.
Hetta er sjálvandi í lagi. Men fyri Jakob Wolf er tað av nógv størri týdningi, at vísa á at gudstænastan er eitt listaverk í sjálvum sær, sum orðar fatanina av tí guddómliga.
- Endamálið við gudstænastuni er at gera tað guddómliga nærverandi fyri okkum, og sameina okkum við hetta. Og tað kann eydnast, tá guddómleikin gerst list.
- Tí skal gudstænastan ikki metast eftir, hvørt prædikan er greið og skillig, ella hvussu væl kirkjukórið sang, men heldur eftir, hvussu tað ávirkar luttakararnar. Ja, hon skal metast sum list, sigur altso Jakob Wolf, sum sjálvur gongur hvønn einasta sunnudag í Soderup Kirke á Sjællandi.
STOLTUR AV KIRKJUNI
Tað eru helst mong, ið hava gjørt sær sína hugsan um, hví tey ella onnur hvønn sunnudag ella heiligdag velja at fara til eina gudstænastu í eini føroyskari kirkju.
Nógv siga, at tey fara í kirkju fyri at fáa eina stilla løtu saman við Gudi; onnur fyri at hoyra prædiku, upplestur úr Bíbliuni ella bønirnar, meðan onnur uttan iva koma í kirkju, tí hetta er eitt av fáum høvum gjøgnum vikuna, har tey kunnu syngja teir góðu og gomlu sálmarnar.
Ein teirra, sum eisini hevur gjørt sær sína hugsan um henda týdningin er Jákup Erlingsson Petersen, sum í løtuni virkar sum avloysaraprestur í Fólkakirkjuni. Fyri hann er kirkjan týdningarmesta ”fyritøkan” á jørð.
- Týdningurin og virðið liggur ikki í støddini á henni, men í innihaldinum. Ikki fyri at taka nakað frá øðrum fyritøkum og felagsskapum, men kirkjan hevur hægsta arbeiði, nakar kann hugsa sær: at æra Gud og boða náði hansara!”.
- Hetta merkir við øðrum orðum, at vit skulu fortelja fólki á ymiskan hátt, hvussu góður Gud er. Onki er størri enn tað, sigur Jákup E. Petersen, sum á myndini hevur gudstænastu í Argja kirkju.
Og hann leggur aftrat:
- Eigur ein kristin so ikki at vera stoltur av síni lokalu kirkju, har ein gongur, - har man savnast fyri at hoyra og læra at halda Guds orð, og stuðla hvør øðrum at finna gleði, samleika, vón, meining og endamál í Jesusi?
Eftir hansara meting eru nógvar góðar grundir til at ganga í kirkju og samkomu. At vera kirkja inniheldur eisini at ganga í kirkju og á møti.
- Kirkja er ikki fyrst og fremst nakað, man gongur til, men nakað sum man er! Jesus, stovnarin og harrin í kirkjuni, lærdi sínar fyrstu lærusveinar, hvussu teir skuldu bera seg at. Teir skuldu vera lærusveinar, sum gera lærusveinar. Fyrst vera, síðani gera, slær hann fast.
KIRKJAN STÓRAN TÝDNING
At enda í hesi grein er vert at sitera tað sum Hanne Jul Jakobsen, prestur í Møllevangskirken skrivar í eini grein á bloggi sínum ”Om Gud og hvermand”.
Hon spyr beinleiðis lesaran, um hann nakrantíð hevur hugsað um, hví hann fer í kirkju ein sunnumorgun, tá hann hevur so mong onnur tilboð at velja millum.
- Kanska hevur tú aldrin – ella sjáldan – sett tær sjálvum henda spurningin. Kanska er hetta bert nakað, sum hoyrir við til lív títt, ein sjálvfylgja ella ein vani sum tú hevur? Kanska gevur gudstænastan tær eitt tiltrongt rúm til djúphugsan og anda, mitt í einum virknum gerandisdegi?
- Kanska dámar tær at sita saman við øllum hinum í kirkjuni og syngja sálmar og lurta eftir Orðinum? Kanska kemur tú, tí tær dámar at hitta nøkur av teimum sum koma her? Kanska kemur tú, tí tað er altargongd, ella tí tú hevur tørv á at vera mintur á syndanna fyrigeving og Guds kærleika?
- Ella kanska følir tú tað sum eina skyldu at fara, ella tú hevur bara hug til tess? Ella, - er tað ein blandingur av øllum, ella er tað treytað av lagnum ella dagsforminum? Soleiðis er tað í øllum førum hjá mær, skrivar Hanne Jul Jakobsen.
Hon svarar sjálv, at hon ikki altíð hevur havt besta hugin at fara í kirkju. Men í dag kann hon staðfesta, at hon fer í kirkju, tí tað er av størsta týdningi fyri hana.
- Tað er neyðugt fyri meg, tí her verði eg hildin føst í einum eyðmjúkleika í mun til lívið og lívsins Gud. Gudstænastan er fyri meg eitt rúm, har vit verða ámint um, at vit eru menniskju, og at vit sum menniskju hava Gud, sum er okkara lívsgrundarlag.
- Vit fara í venjingarmiðstøðir til at tess at styrkja okkara beinvøddar og venja okkara likam. At ganga í kirkju er venjing av okkara vødda fyri eyðmýkt, og venjing av okkara takksemi, skrivar Hanne Jul Jakobsen millum annað í greinini.
Orð: Snorri Brend
Mynd: koma.fo
Onnur tíðindi