Skriva út
Jákup Erlingsson Petersen byrjaður í prestatænastuni
01.02.2018 Tíðindi
Undir gudstænastuni í Vesturkirkjuni seinasta sunnudag septuagesima 28. januar 2018 kl.11.00, var Jákup Erlingsson Petersen skipaður í embætið í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Amen.
Góði Jákup Erlingsson Petersen. Í sambandi við, at tú í dag verður skipaður í embætið í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi at virka sum sóknarprestur fram til 30. apríl 2018, skulu vit hoyra úr 2 Tim 4,2: “Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining.”
Seinasta sunnudag vart tú prestvígdur í Havnar kirkju – dómkirkjuni.
Í dag verður tú skipaður í embætið í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi at virka í kirkjusóknunum í Vesturkirkjuni, á Argjum, í Kirkjubø og í Hesti. Í hesum kirkjusóknunum eru eisini bygdirnar Norðadalur, Syðradalur S, Velbastaður og Koltur.
Tað er gomul siðvenja, at nývígdur prestur verður skipaður í embætið – ja, hvørja ferð prestur byrjar í nýggjum kalli ella prestagjaldi, verður hetta gjørt.
Hetta verður gjørt fyri at kirkjuliðini skulu vita, hvør nýggi presturin er, og í Kalsbrævi frá biskupi, sum verður lisið um eina løtu, verður greitt frá, at tú á rættan hátt ert kallaður av kirkjuliðunum at gera prestatænastu.
Seinasta sunnudag vóru nógv væl vald orð søgd og lisin í dómkirkjuni í sambandi við vígslu tína sum sóknarprestur. Í dag stendur tú á kórsgáttini – klárar at byrja gerning tín ella arbeiði títt í kallinum – í prestagjaldinum.
Ja, tú stendur á kórsgáttini – á gáttini inn í tænastu tína. Í kirkjuni er kórsgáttin markið millum skipið og kórið. Kirkjuliðið savnast í skipinum, og prestur ger tænastu fyri altarinum í kórinum.
Kórið og skipið – Hetta fær okkum at hugsa um, hvar sóknarpresturin skal verða plaseraður ella staðsettur í kirkjuni, í kirkjuliðnum, í dagliga arbeiðinum. Her í kirkjuni er býtt upp í ymisk rúm – men vit eru øll undir sama taki!
Tí tú ert kallaður. Kirkjuliðini hava kallað teg til tænastu. Frammanundan hevur tú fingið at vita um kirkjusóknirnar – frá hesum degi ert tú virksamur í kirkjuliðunum.
4. januar í ár doyði teologiski professarin Theodor Jørgensen, sum í mong ár var lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn gudfrøði. Hann var, sum tikið verður til, ein heldur kontroversiellur ella umstríddur persónur, og hevði sínar meiningar, har øll ikki vóru samd við honum.
Í eini minnisgrein, sum skrivað var um professaran, var tikið soleiðis til: Theo – soleiðis var hann nevndur millum manna – meinti, at gudfrøðin treivst best í samrøðuni – í dialoginum.
Tá ið tú í dag stendur á gáttini í tænastu tíni, so er tað ymiskt, sum uttan iva rennur fram fyri teg, hvat embætinum sum prestur kann føra við sær. Tað er umráðandi at fyrireika seg væl til tær ymiska tænasturnar í orði og í verki, men eitt er, sum eisini er neyðugt: tað er samtalan, samrøðan og samskifti í dagliga lívinum í kirkjuliðnum við sóknarbørnini. Gloym ikki samtaluna – dialogin við øll tú hittir við ella møtir á leiðini í prestatænastuni.
Lat ikki alt blíva til ein monolog – eina einarøðu, har tú bara tosar og eingin fær eitt orð innført! Ver opin í dialoginum. Fær niður av kórsgáttini og oman í skipið og ver millum fólkið – í dialogi, við umsorgan og kærleika.
Nú lósu vit fyri løtu síðani frá altarinum um Paulus, sum vitjaði á Areopagos – í Gudaheiminum og mentanarsetrinum hjá Athenmonnum.
Talan hjá Paulusi er ein av teimum bestu eftir mínum tykki bæði retoriskt – talufrøðiliga – og teologiskt – gudfrøðisliga: Tí Paulus loddar dýpið, kannar jørðildi, har hann er, lurtar og brúkar eyguni. Men: hann hevur ein kláran boðskap: Paulus segði í talu síni frá Guds frelsusøgu og endaði við sentralu orðunum: at hetta hevur Gud gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti Jesus upp frá deyðum!”
Her eru vit við kjarnina í allari prædiku, allari umsorgan og øllum kærleika.
Uttan prædiku um uppreisn frá deyðum – eingin bjarging – eingin frelsa!
Hetta er boðskapurin, Jákup, sum skal boðast um eina og hvørja gátt – í gleði og í sorg.
Guð gevi at henda gáttin ongantíð gerst hvørki ov høg ella ov lág, at hesin boðskapurin ikki liggur tær fremst í sinni at boða.
Far so til verka í Jesu navni í kirkjuliðunum við góðum treysti og boða orðið í tíð og ótíð, og ger eina tænastu saman við kirkjuliðunum.
So fari eg at ynskja tær tillukku við embætinum og Guds signing i tænastuni.
Eisini skal ljóða ein heilsan til kirkjuliðini og fólkið í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi: Tillukku við nýggja sóknarprestinum.
Taki væl ímóti Jákupi og konuni Guðrið og soninum Silasi, og havi tey við dagliga í bønum tykkara.
Ynski okkara er, at unga prestafamiljan fær eina góða inngongd hjá tykkum øllum í Jesu navni. Amen.
Uni Næs, dómpróstur
Onnur tíðindi