Jákup: - Ein kann altíð læra okkurt nýtt
SKEIÐVIRKSEMI: - Nei, eg eri ikki ein, sum arbeiðir eftir eini ávísari skipan, tá eg skal skriva eina prædiku. Men tað var gott at fáa kunnleika um, hvussu aðrir prestar gera.
- Jú, har var avgjørt nakað, sum eg kann gera brúk av, sigur Jákup E. Petersen, sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi og við bústaði í Hvalvík.
Orð: Snorri Brend/Myndir: Bergur D. Joensen
Hann var ein av teimum føroysku prestunum, sum fyrr í hesum mánaðinum sluppu á skeið á DBI í Keypmannahavn. Her vóru áhugaverd gudfrøðilig og praktisk evni tikin fram.
Eitt teirra var, hvussu ein á skilabestan hátt kann arbeiða, tá ein skal fyrireika seg til at halda eina prædiku ein sunnudag í kirkjuni. Og her var okkurt at læra hjá Jákupi.
- Nei, hjá mær koyrir tað ikki frá klokkan 8-9 um morgunin og so restina av degnum, greiddi hann millum annað frá í sendingini ”Góðan morgun, Føroyar” fyrr í vikuni. - Ein kann altíð læra okkurt nýtt!
Eini góð ráð, ið føroysku prestarnir fingu við sær á vegnum, var, at gera eitt uppbýti av døgum, tá teir arbeiða við einum teksti: Ein máti er at lesa tekstin væl og virðiliga ígjøgnum mánadag, fara í dýpdina við honum týsdag, og síðani ein annan dag at hugsa um tann pedagogiska partin.
- Á henda hátt ber til at arbeiða spakuliga fram ímóti tí, sum prædikan skal innihalda. Hatta fari eg at leggja meg eftir,- tí hatta er ein munandi frægari máti, enn at skula gera alt hetta í einum høggi.
- Tað er heilt víst, at um ein arbeiðir soleiðis við smáum bitum við einum teksti, so verður prædikan betri, slær Jákup E. Petersen fast.
Á KENDUM LEIÐUM
- Ja, tað var sera gevandi og áhugavert, at vit soleiðis kundu sleppa á eitt slíkt skeið, greiðir Hvalvíksprestur frá.
- Og tað taldi so avgjørt eisini við til ta góðu upplivingina, at vit sum prestar kundu vera saman á henda hátt í álvara og gaman í so nógvar dagar.
Fyri Jákup, og fleiri av hinum prestunum, var vitjanin hjá Dansk Bibel Institutt eisini eitt ”gleðiligt gensyn”, sum danir vildu havt málborið seg.
Jákup hevur sjálvur verið lesandi her, og jú, má hann ásanna, - tað var gott at vera aftur á kendum leiðum.
- Nú er tað sjálvandi ikki so nógv ár síðani, at eg fekk mítt prógv her, so eg kendi fleiri av lærarunum aftur og eisini rektaran, Børge Haahr Andersen.
- Men fyri onkrar av hinum starvsfelagum mínum eru longu liðin út ímóti 20 árum síðani, teir fóru haðani. Fyri teir var tað ein eyka uppliving, at kunna fáa undirvísing á sama staði sum áður, greiðir Jákup frá.
Ein onnur uppliving hansara var, at fáa størri kunnleika um, hvørji aktuell gudfrøðilig evnir, sum verða tikin upp á DBI í 2021. Og sjálvandi eisini eitt forvitni eftir at vita, hvørji lesandi sum nú ganga her.
VIÐKOMANDI EVNI
Vitjanin vardi frá 1. til 3. september. Fyri at gera dagarnar meiri áhugaverdar og viðkomandi, kundu føroysku prestarnir frammanundan koma við sínum ynskjum um hvørji evni, ið teir ynsktu at fáa undirvísing í.
- Eg haldi avgjørt, at evnini vóru sera viðkomandi fyri okkum. Okkurt evni var kanska eitt sindur tyngri, men so vóru onnur, ið hinvegin vóru eitt sindur lættari.
- Men hetta var ein sera góð og áhugaverd blanding av evnum, slær Jákup E. Petersen fast.
Tað eru sjálvandi altíð nógv evni og viðurskifti frammi í tíðini og í dagliga gudfrøðiliga umhvørvinum at samskifta um. Her var millum annað ein gjøgnumgongd av sálmunum í Gamla Testamenti, í samband við sálarrøkt, tí teir eru so erligir í møtinum við Gud, bæði í gleði og í sorg. Og sjálvandi var Paulus eisini tikin fram, har tosað var um at fasthalda ta klassisku luthersku fatanina av honum.
Men prestarnir fingu somuleiðis eina meiri beinleiðis undirvísing í ávísum bíbliutekstum.
Skipað var so fyri, at undirvíst var í teimum prædikutekstunum, sum eru settir til teir fýra sunnudagarnir í september mánaði.
Her var tað júst áðurnevndi rektari á lestrarstaðnum, Børge sum undirvísti teimum í hesum aktuella evni, og tók upp ávís tema úr tekstunum. Og hann gav eisini føroysku prestunum nøkur góð mið at brúka, tá ein fyrireikar eina prædiku.
- Hetta var til stóra nyttu hjá mær. Eg hoyri jú til teir ungu prestarnar, og eri tí fegin um alla ta hjálp sum eg kann fáa.
- Men eg ivist onga løtu í, at teir meiri royndu prestarnir eisini settu prís uppá hesa undirvísingina. Har bleiv kanska eisini okkurt støvað av, sigur Jákup við einum brosi.
RÍS OG RÓS
Ein heilt annar spurningur er, um ein slík vitjan man hava nakran týdning – altso um kirkjufólkið fer at hoyra nakran mun á tí, sum prestur bar fram, nú teir allir hava verið á skeiði?
Hetta var eisini ein av spurningunum, ið tosað var um á DBI:
- Tú, júst hatta var nakað av tí, sum rektarin tók fram: Altso: Um nú kirkjufólkið byrjaði at rósa presti, tí prædikur hansara vóru hækkaðar munandi í støði og í dygd, so skuldu tey minnast til, at teir júst vóru afturkomnir av skeiði á DBI.
- Men hinvegin, - fóru fólk nú at brokka seg um, at prædikurnar vóru blivnar alt ov langar, so nýttust prestarnir ikki beinleiðis at siga, at teir høvdu verið á skeiði her, sigur hann brosandi.
Íalt vóru 23 prestar úr føroysku fólkakirkjuni við á hesi lestrarferðini.