- Ja, hví gongur tú í grundini í kirkju?
Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Mynd: kvf.fo
"Kirkjan var fyri teir gomlu føroyingarnar eitt frístað, her tey kundu søkja sær troyst og finna andaliga styrki í gerandisdegnum"
Kirkjugongd: - Er tað prædikan? Er tað felagsskapurin? Upplesturin úr Bíbliuni, kanska? Ella er tað kirkjurúmið, liturgi'in, ella kanska tónleikurin?
Spurningurin um, hví fólk enn ganga í kirkju í 2022, er altíð viðkomandi at seta, og royna at geva eitt svar uppá.
Spyrt tú mannin á gøtuni fært tú helst mong ymisk svar um, hví fólk gera tað. Men kanska tú fært enn fleiri svar frá teimum, sum ikki hugsa um at leita sær í eina kirkju ein sunnudag.
Her á landi eru tað kortini enn ein stórur partur av kirkjufólkinum, sum eiga sítt fasta pláss, tá gudstænasta er. Ein teirra er 83 ára gamli Jógvan Heinesen, sum er fastur maður uppi við orglið í Kunoyar kirkju.
- Ja, hetta er mítt fasta pláss. Og soleiðis hevur tað altíð verið, greiðir hann frá.
Í hesi greinini líta vit aftur á vitjanir í trimum ymiskum føroyskum kirkjum, har vit seta spurningin um, hví tey savnast her sunnudag eftir sunnudag. Lesið áhugaverdu svarini í hesi greinini.
Og sum ein av trúføstu kirkjugangarunum sigur:
- Tá ringast stendur til í lívinum, - hvønn er tað tá, at tú fellur aftur á? Jú, tá fellur tú bara aftur á Hann, sum kann bera teg víðari gjøgnum teir sváru dagarnar og tíðina aftaná teir.
Spíska andaliga blýantin Spurningurin, um hví ein
gongur í kirkju, verður kanska ikki settur eins ofta í Føroyum, sum til dømis í Danmark.
Tað var tó júst hesin spurningurin, sum var settur herfyri í einum teigi í Kristeligt Dagblad. Her var tað ein kvinna, Marie á navni, sum beinleiðis spurdi eitt panel henda viðkomandi spurningin.
Svarið, hon fekk frá eina prestinum var stutt og greitt, - ja, hann byrjar við at siga, at hetta er ein góður – og í roynd og veru eisini ein stuttligur – spurningur.
- So løgið tað enn kann ljóða, so eru tað ofta teir mest einfaldu spurningarnir, sum als ikki eru so einfaldir, tá til stykkis kemur, verður sligið fast.
Tað eru helst ymiskar orsøkir til at fólk ganga í kirkju. Fyri onkran er tað tí, at viðkomandi ynskir at hava eitt stað, har ein tosar um lívið júst soleiðis, sum ein ger tað, tá ein tosar um Gud.
- Tað vil siga, at fyri meg snýr tað seg um nakað so jarðbundið sum hetta, hóast eg vendi mítt uppmerksemi ímóti nøkrum rættiliga himmalskum, verður sagt í svarinum.
- Eg trúgvi, at eg kann siga, at eg gangi í kirkju, tí tað er gagnligt at fáa spískað tann andaliga blýantin á henda hátt. Hóast eg eri ein stórur og sterkur maður, er kirkjan kortini eitt gott stað at vísa sínar kenslur í. - Onnur menniskju ganga í kirkju, tí tað er vorðin ein siður.
Og tað er gott við góðum siðum, meðan onnur koma bert fyri at hoyra prædikuna ella vera partur av einum felagsskapi.
Í svarinum verður hinvegin eisini sett spurnartekin við, um tað ger nakran mun at leita sær í kirkjuna.
- Tað ger tað. Kirkjan er eitt gott stað til umhugsan. Kirkjan er eitt gott stað at finna troyst og linna, um ein er einsamallur ella keddur.
- Men kirkjan er eisini eitt gleðiligt stað, har fantasi-blómurnar vaksa, og har ein fær høvið at syngja sína gleði út gjøgnum sálmarnar, endar svarið.
Sandur: Tryggleiki Á rundferðin kring um føroysku kirkjurnar, var greinskrivarin ein dagin í summar staddur heima á Sandi, har hann hitti ein mann í seinnu helvt av 40 árunum.
Hann hevði bæði upplivað gleðiligar løtur, men eisini nógvar syrgiligar løtur. Tá hetta hendi var leitað í kirkjuna eftir troyst og mót at halda fram í lívinum.
- Ja, Sands kirkja hevur verið ein rættiliga stórur partur av mínum lívi, greiddi hann frá.
Hann var bæði doyptur, fermdur og giftur her, eins og hann eisini fylgt nógvum av sínum kæru til gravar hiðani.
- Eg kann tí bara staðfesta, at Sands kirkja hevur fylgt nógv í mínum lívi. Hetta er tí í roynd og veru mítt andaliga heim, bæði tá gleði savnaði okkum, men so sanniliga eisini, tá tær syrgiligu løturnar vóru.
Og hann legði aftrat:
- Alt hetta, við at kunna hava okkurt fast og trygt at halda seg til, ja, tað vistu teir gomlu føroyingarnir alt um. Teir kendu til at missa ein kæran – konan kundi missa ein mann á sjónum, og maðurin kundi missa konuna í barsilssong.
- Tey vistu, hvar troystin og hjálpin var at finna – í Harrans hondum. Tað var tí ikki so løgið, at tey leitaðu sær í kirkjuna, tí tey settu álit sítt á Harran. Kirkjan var fyri tey eitt frístað, her teir kundu søkja sær troyst og finna andaliga styrki í gerandisdegnum.
Æðuvík: Frið og náðir
Ein sunnudag í februar mánaði var vitjað í Bønhúsinum í Æðuvík, har sóknarpresturin, Ovi Brim hevði gudstænastu.
Ein av teimum, sum var í kirkju henda dagin, og sum illa dugdi at ímynda sær ein sunnudag uttan at fara til gudstænastu fyrst, var ein kvinna, sum var komin nakað til árs. Saman við manni sínum eiga tey sítt fasta pláss her, tá boðað verður til gudstænastu.
Tað var helst eisini so, sum konan tók til:
- At koma til gudstænastu her, - tað betýðir alt fyri meg!
- Ja, tað hevur nógv at siga fyri meg at kunna leita mær inn higar í missiónshúsið, fyri at hava eina løtu í friði og náðum ein sunnumorgun.
Og hon legði aftrat:
- Soleiðis hevur tað altíð verið fyri meg, eisini tá ið vit tóku børn okkara við til gudstænastuna her. Á henda hátta læra tey at koma til gudstænastu, og tað at sita still.
Kunoy: Okkurt manglar Ein annar
av trúføstu kirkjugangarunum í Føroyum er ein tilkomin maður, sum er hvønn dag í staðbundnu kirkjuni í Kunoy.
Fyri hann er tað heilt natúrligt at leita sær í kirkjuna, tá sunnudagur er. Fyri henda mannin í 80'unum er hetta vorðin ein fastur vani.
- Hjá mær er tað so, at um eg ikki havi verið í kirkju ein sunnudag, so er tað líkasum at okkurt manglar, segði hann.
Í sama andadrátti legði hann aftrat:
- Eg veit ikki, - eg eri onkursvegna vorðin bundin av hesum at koma í kirkju og hoyra Guds orð.
- - -
Í eini seinni grein verður greitt frá eini kanning, sum vísir at tað er beinleiðis sunt fyri heilsuna at ganga í kirkju.