Skriva út

Íslandstoymið hjá PODAS er aftur ávegis til Íslands

02.04.2018 Tíðindi
Íslandstoymið hjá PODAS er aftur ávegis til Íslands

Í fjør var eitt toymi frá PODAS í Íslandi, har tey vitjaðu kirkjur og ellisheim. Nú er eitt nýtt toymi umborð á Norrønu á veg til Íslands. Tey, sum virkaðu við í toyminum í fjør og aftur í ár, hava fyri tey flestu tikið lut í skúlanum, sum PODAS Ekklesias (merkir “Kirkjuføtur”) hevur skipað fyri seinastu árini kring landið.

Toymið í fjør var sera væl móttikið, blíðskapurin var stórur og vælvild møtti limunum allar staðir, har tey komu. Toymið hevði høvi at hitta biskup Íslands, Agnes M. Sigurðardóttir á skrivstovu hennara í Reykjavík. Stuttligt var allar staðir at uppliva tann áhuga, íslendingar hava fyri føroyingum, “frændunum” fyri eystan. PODAS takkar øllum, sum stuðlaðu í fjør við gávum og forbøn.

Móttøkan í Íslandi og eftirmetingarnar heima hava ført til, at PODAS hevur skipað eina nevnd, sum arbeiðir fyri at styrkja sambandið við Íslendsku Tjóðkirkjuna og íslendska fólkið. Seks av teimum, sum vitjaðu Ísland í fjør, eru aftur við á hesi ferðini.

Í fjør var toymið kring alt Ísland. Hesaferð verður bara vitjað á Eysturlandinum. Somu støðini á Eysturlandinum fáa vitjan og nøkur nýggj. Toymið skal eftir ætlan taka lut við sangi, andaktum og bíbliuundirvísing. Umframt á kirkjum og ellisheimum verður eisini vitja á onkrum bóndagarði.

Skráin er m.a.:

Mánadur 2. apríl: Møti umborð á Norrønu uml. kl. 21.00.

Týsdagur 3. apríl: Koma til Seyðisfjarðar og fyrireiking.

Mikudagur 4. apríl: Kl. 15 andakt á ellisheiminum Dyngja á Egilsstøðum og kl. 20 møti í Egilsstaðar kirkju.

Hósdagur 5. apríl: Kl. 15 andakt á ellisheiminum á Eskifirði og kl. 20 møti í Eskifjarðar kirkju.

Fríggjadagur 6. apríl: Vitja á bóndagørðum og møta fólki í Egistaðir.

Leygardagur 7. apríl: Kl. 16 andakt á ellisheiminum í Fáskrúðsfirði kl. 20 og møti í Fáskrúðsfjarðar kirkju.

Sunnudagur 8. apríl: Kl. 11 festgudstænastan í Heydalir til minnis um sálmaskaldið Einar Sigurdsson og kunning um PODAS og sangur.

Mánadagur 9. apríl: Kl. 15 andakt á ellisheiminum í Vopnafirði og kl. 19.00 kl. 19 møti í Vopnafjarðar kirkju.

Týsdagur 10. apríl: Kl. 15 andakt á ellisheiminum á Neskaupstaðir og kl. 20 møti í Neskaupstaðar kirkju.

Mikudagur 11. apríl: Av Seyðisfirði kl. 20 uml. kl. 21 sangmøti umborð á Nørrønu.

Við í íslandstoyminum í ár eru: Sverri Steinhólm, Barbara Hannudóttir, Ólavur Jacobsen, Selma Danielsen, Randi Joensen, Irena Jacobsen og Jógvan Lamhauge.

Toymið takkar hjartaliga fyri allan stuðul til ferðina og fyri forbøn.


Nevndin fyri íslandstoymið hjá PODAS