Integratiónsprestur
Tann 1. februar 2021 fer sóknarpresturin Marjun Lómaklett at røkja eina nýggja tænastu í fólkakirkjuni. Í eitt ár verður hon integratiónsprestur og kemur at gera tænastu millum teirra, ið eru nýføroyingar.
Tveir teir fyrstu mánaðirnar fer Marjun Lómaklett at lýsa og greina økið og finna fram til, hvussu kirkjan á bestan hátt skipar tænastuna okkara nýggju landsmonnum (m/k) til gleði og frægdar.
Tað er umráðandi, at føroyska samfelagið tekur væl ímóti teimum fremmandu, ið velja at seta búgv í Føroyum. Vit fegnast um, at nakað munagott verður gjørt, og at tað almenna samfelagið er tilvitað um uppgávuna.
Fólkakirkjan hevur sett sær fyri at vera við í hesum góða verki. Aðalmálið er at vera teimum fremmandu, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga. Tey fremmandu mega kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt.
Fólkakirkjan er eyðvitað kveikt av boðskapinum um Jesus Krist. Tað er kirkjunnar kall at bera henda boðskapin til øll tey, ið búgva í Føroyum. At vera millum fólkið í Kristi stað og bera ein vóngóðan boðskap.
Orð eru góð, men umsorgan og nærvera í verki er ein aldargomul kirkjulig tænasta. Fólkakirkjan eigur at ala fram hesa tilvitan ímillum fólkið. Málið er, at tey fremmandu kenna seg væl, at øll verða partur av somu heild og harvið landsmenn.
Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er um at byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Harafturat er umráðandi saman við øðrum átøkum at varpa ljós á tey mentanarligu virðini, so tey, ið koma til landið, kenna jørðildi og lættari kunnu gerast ein partur av heildini.
Mett verður, at kirkjur, ið hava møguleika til sosiala samveru eftir gudstænastuna, eru væl egnaðar til endamálið.
Frá 1. februar 2021 fer Marjun Lómaklett til verka í nýggju tænastuni. Eitt ár verður hon sostatt burtur frá kallinum sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Tað verður Øssur Kjølbro, prestur, ið verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi ta tíð, ið Marjun hevur integratión sum sítt virkisøki.
JF