Skriva út

Innsetingartala í Vestmanna kirkju 25. august 2019

02.09.2019 Tíðindi
Maria S. við Skipá 25.8.19 nr13u.jpg

Uni Næs, dómpróstur innsetti Mariu Summers við Skipá í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.

Sálmar: 26, 246, 236 - 308 og 689.

Vestmanna kirkjukór sang tveir sangir. Kórleiðari: Erla Olsen.

Náði verið við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Orðini eg havi valt at bera tær, Maria Summers við Skipá, nú tú tekur við embætinum sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, lesa vit í 1 Pæt kap.5 v.2-4:

”Røktið tað Guðs fylgi, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; ikki heldur soleiðs, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum; og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdarinnar.”

Í okkara mentan er upprunin til alla umsorgan og røkt at finna í dupulta kærleiksboðnum um at elska Guð og at elska næstan.

Kristindómur í verki er at hava umsorgan fyri næsta sínum, hvør og hvar hann so er. Soleiðis hevur kristna kirkjan virkað gjøgnum øldirnar í orði og í verki. Tí var tíðliga í fornkirkjuni skipað fyri tí sokallaðu diakonalu tænastuni, tvs. kirkjuligu hjálpartænastuni, sum er elsta kirkjuliga tænastan. Henda tænasta hevur so ment seg til alt tað, sum vit í dag kalla kristiliga umsorgan.

Ápostlarnir skipaði seg við orðsins tænastu og við “borðini!” ella diakontænastu ... Frá fornkirkjuni hevur orðsins tænasta og dikontænastan havt sín virkna lut.

Sum nýklæktur gudfrøðingur og í dag prestvígd og nú til reiðar at taka upp prestatænastu, Maria Summers við Skipá, er lestrartíðin frísk í minninum og alt tað, sum tú hevur lisið eru góð og neyðug amboð í tænastuni sum sóknarprestur. Tú hevur neyðugu førleikarnar at verða prestur, og nú skalt tú vísa hetta í verki!

Tá ið sóknarprestur byrjar í embætinum, siga vit, at hann ella hon eru kallað í embætið.
Tá ið vit brúka hetta orðið kall, so er tað kirkjuliðið ella kirkjuliðini, sum kallað ein prest í tænastu. Men kallið er eisini eitt kall hjá tí einstaka til eina tænastu! Tá ið vit eru kallað til eina tænastu, so verður eisini nakað ávíst litið okkum til, sum vit skulu umsita, hava ábyrgdina av og bera víðari.

Nú, tú ert kallað til tænastu í hesum prestagjaldinum, so hevur tú fingið eitt ávíst øki at røkta. Hetta er títt økið. Tað er her, at tín orka skal leggjast: “røkta tað fylgið, sum er hjá tykkum”, ljóðaðu orðini hjá ápostlinum.

Í innganginum til hetta fyrra brævið hjá ápostlinum orðar hann seg soleiðis: Pætur, ápostul Jesu Krists, til útlendingarnar, sum eru spjaddir um í Pontus, Galatiu, Kappadókiu, Ásiu og Bitýniu.

Vit kundu kanska sagt: Maria Summers við Skipá, tú sum ert kallað til tænastu í Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar kirkjusóknum: Røkta tað Guðs fylgi sum er hjá tær ...

Tað er hesa røkt, sum tú nú fert undir. Og henda røktin er í tí økinum, sum tú skalt virka í ....  men røktin fevnir bæði um teg sjálva og kirkjuliðini: fyri at kirkjuliðini skulu verða væl røkt, er alneyðugt, at tú sjálv er væl røkt t.v.s. er væl fyri í tænastuni ... soleiðis at tú kanst virka huguliga og ikki gera nakað fyri egnan vinning og ikki ráða yvir kirkjuliðunum, men tæna teimum í trúfesti og kærleika.

Røktin er fremst av øllum at verða til staðar hjá fólkinum við orðinum og sakramentunum.

Tú ert altíð prestur, har tú kemur. Tú ert ikki prestur millum kl.08 og 17.00, og so ert tú okkurt annað hinar tímarnar í døgninum. Tað skal tó leggjast aftrat, at prestar arbeiða undir skipaðum viðurskiftum – bæði tá ið tað er talan um at endurnýggja seg og frítíð!

At røkta og at hava umsorgan. Hetta eru orð, sum eisini eru í tráð við tekstin, vit lósu frá altarinum úr fimtu Mósebók, sum byrja við kenda hebraiska orðinum Shema, sum merkja: Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur! Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum.

Og so verður lagt aftrat: Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp ...

Taka vit hesi orðini til okkara, so er hetta bæði talan um húsfaðirin og húsmóðirina og tann, sum stendur fyri í kirkjuliðnum, sum skal røkta fylgi – prestin!

Fyrra Pætursbræv byrjar við kenda lovsonginum, vit bera fram til hvønn dóp í kirkjum okkara: Lovaður verið Guð, og faðir várs harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum ...

Hetta er gleðiboðskapurin, tú skalt boða fólkinum, Maria Summers við Skipá.

Hetta er náðiríka og kærleiksfulla evangeliið, sum tú skalt bera tí fylgið, sum tú ert kallað at røkta! Tað veri seg í kirkjunum, har tú fert at hava tær ymisku tænasturnar, men ikki minst í dagliga lívinum, har tú hittir menniskju í gleði og í sorg.

So fari eg at ynskja kirkjuliðunum í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi hjartaliga tillukku við nýggja sóknarprestinum Mariu Summers við Skipá við Guðs signing í tænastuni og góða eydnu við samstarvinum við kirkjuráðini, kirkjutænaranar og grannaprestarnar.

Havi nýggja sóknarprestin og mann hennara Tummas við í dagligu bønum tykkara, soleiðis at tey bæði kunnu fáa eina góða inngongd hjá tykkum. Tað biðja vit um í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.

So fari eg at lesa kallsbrævið frá biskupi fyri tær og kirkjuliðunum, sum er soljóðandi ...

Hjartaliga tillukku við embætinum Maria Summers við Skipa við ynskjum um Guðs signing. Jesus fylgi tær í tænastuni!