Skriva út

Innlit í særda sál

15.02.2013 Tíðindi
Innlit í særda sál

Tað er ikki ofta, at prestarnir í føroysku fólkakirkjuni finna saman og í felag leita sær til sjónleik. Ikki tí, væl dámar fleiri av teimum at síggja leik, og onkur teirra hevur lisið eitt sindur av teaturvísindi. Men av tí at fleiri teirra plaga at vera upptikin um kvøldarnar, tá onnur hava frí, er ikki so ofta, at prestarnir hava høvi at fara til sýningar saman.

Øðrvísi var tó seinasta sunnukvøld, tá fleiri prestar við makum høvdu leitað sær til leikin “Sár á Sál” á Tjóðpallinum.

Skrivað og leikstjórnað hevur Kristina Sundar Hansen, ið misti báðar synirnar í einum eldsbruna í 2006, tá vinmaður teirra eisini doyði.

Hesin sorgarleikur er støðið undir leikinum og umrøður fleiri spurningar og evni, ið prestar kunnu møta í sínum yrki: Sorg, trúgv og tilverugrundarlag.

Uttan at fara í holt við at skriva eitt ummæli, kann sigast, at leikurin er sera væl spældur av Anniku Johannessen og Sofíu Nolsøe. Men hetta hevði ikki borið til uttan eitt dygt leikrit, ið kann geva fólki eitt innlit í sorg og sakn og iva.

Hóast tað ljóðar øvugt, so kann hetta verða lívsjáttandi, tí leikurin snýr seg eisini um mammuna, ið vil liva og halda áfram á leið. Og ivaleyst hava fleiri, sum hava mist, kent seg aftur í leikinum. Pallmyndin hjá Hansinu Iversen hóskar eisini sera væl til frásøgnina og er sigandi og djúp í sinum einfeldni. Harafturat styrkir tónleikurin eftir J.S. Bach, “Kom Süsser Tod” alla heildarupplivingina.

Til ber at ogna sær sjálvt leikritið, har tilveruspurningar verða umrøddir, sum t.d.: “havi altíð hildið, at himmiríkið er fyri fólk, sum eg ikki kenni” og “Eg veit bert, at kærleikin er til, og er Gud kærleiki, so er Gud til. Longri røkkur mín trúgv ikki”.

Leikurin “Sár á Sál” er sterkur og hevur uttan iva altjóða støði. Tøkk fái høvundurin og leikstjórin, at hon gav okkum hetta innlitið og upplivingina.

Orð: Theodor E. D. Olsen