Skriva út

Inga Poulsen Dam innsett sum sóknarprestur.

03.10.2012 Tíðindi
Inga Poulsen Dam innsett sum sóknarprestur.

Miðvágs kirkja var fullsett - tá eru umleið 400 fólk í kirkju - sunnudagin 30. september 2012, tá Inga Poulsen Dam var sett í starv sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi.

Inga er væl kend millum vágafólk og hevur virkað í hálvum starvi síðani 1. juli 2000 í teim fimm kirkjusóknunum, ið prestagjaldið fatar um. Við sóknarprestastarvinum fær hon ábyrgd av kirkjubókunum og skrásetingini. Fyri Ingu var løtan serstøk, tí hon tekur táttin upp eftir faðir sín Høgna Poulsen, ið eisini var sóknarprestur í Vága prestagjaldi í mong ár.

Uni Næs dómpróstur handaði Ingu Poulsen Dam kallsbrævið, undirskrivað av Føroya Biskupi, ið staðfestir, at Mentamálaráðið hevur sett hana í embætið.

Løtan var tignarlig við framúr sálmasangi. Tað mundi flógva, tá eisini næstu skyldfólk Ingu sungu fyri samkomuni .

Vit ynskja vágafólki og Ingu Poulsen Dam Guðs signing við kallinum.

Sí fleiri myndir