Skriva út
Inga: - Kirkjan er mítt andaliga heim
16.08.2018 Tíðindi
BYGDARKIRKJAN (2): - Eg elski at koma í Skúvoyar kirkju. Hon er mítt andaliga heim, og eg dugi illa at ímynda mær ein sunnudag, uttan at skula leita mær í kirkjuna, sigur Inga Tórarenni úr Skúvoy.
Síðani einaferð í tríati-árunum hava skúvoyingar havt møguleika at fara til gudstænastur og aðrar kirkjuligar handlingar í snotuligu kirkjuni, sum øvugt av øðrum kirkjum, vendir suður-norð.
Skúvoy er útoyggj, og er tí rættiliga viðkvom, tá talan er um fólkatal og flyting til og frá bygdini. Soleiðis hevur verið líka síðani, og er tað enn.
Men hóast hesar umstøður so eru tað tey – fáu – sum trúfast sunnudag eftir sunnudag velja at fara í kirkju til gudstænastu við presti ella dekni.
Ein teirra er 60 ára gamla Inga Tórarenni, sum frá barnaárum er von at ganga í kirkju.
- Eg elski at hoyra lesturin og at syngja sálmarnar, eins og eg havi gjørt frá barni av. Tað gevur mær ein innari frið – ein sálarfrið, sigur hon.
Og í sama andadrátti leggur hon aftrat:
- Uttan lestur og sálmasong, uttan mítt andaliga heim og familju í Kristi, - ja, so er ein lívsviktigur partur av mær deyður.
FÓLK FARA FORTAPT
Orðini hjá Ingu Tórarenni fella í samband við eina greinarøð her á heimasíðuni um týdningin av at ein bygd, størri ella minni hevur sína egnu kirkju.
Fyrr í vikuni vístu vit á, at danir ikki longur síggja bygdarkirkjuna við somu positivu eygum sum áður. Ein kanning vísti beinleiðis, at teir seta matvøruhandil og skúla fremri enn kirkjuna í einum lítlum bygdarsamfelagi.
Fór ein 40-50 ár aftur í tíðina, var kirkjan tað natúrliga snúningspunktið í bygdarsóknini og eitt greitt eyðkenni fyri heimstaðin. Hon var snøgt ikki eitt, ið ein dugdi at ímynda sær ikki var har.
Í dag raðfesta fólk øðrvísi, tí hjá dønum er kirkjan langt aftanfyri skúlan og matvøruhandilin. Hetta vísir, at teir í dag taka teir stovnar, sum teir dagliga hava við at gera, fram um kirkjuna.
Her tosar ein enntá um at lata fleiri kirkjur aftur, og biðja fólk um at fara til gudstænastur í øðrum kirkjum í grannalagnum ella grannabygdunum. Hesi tankagongd dámar Ingu einki.
- Vit eru ikki nógv ið samlast her. Men eg eri púra sannførd um, at verður Guds orð ikki boðað á einum staði – lítlum ella stórum – so verður staðið til eitt heiðið stað, sigur hon álvarsom á málinum.
- Og tað merkir so aftur, at fólkið á staðnum fer fortapt, leggur hon aftrat.
FÁ – MEN TRÚFØST
Í øðrum londum finnast almenn hagtøl ella samanteljingar fyri, hvussu nógv fólk ið leita sær í kirkju hvønn einasta sunnudag. Slíkt hagtøl eru ikki eins almenn her hjá okkum, tó at tann einstaka kirkjan dagførir síni hagtøl.
Skúvoy er ein av minnu bygdunum í Føroyum við 33 íbúgvum. Men kirkjan stendur har, og bjóðar til gudstænastu hvønn sunnu- og halgidag.
Millum teir trúføstu kirkjugangararnar er Inga Tórarenni, sum stutt staðfestir, at tey eru ikki mong í tali sum kom til eina gudstænastu.
- Nei, vit eru ikki nógv. Men vit eru kortini nøkur, slær hon rimmarfast.
- Lat ongan iva vera um, at vit fáu hava brúk fyri at hoyra Guds orð. Vit hava eisini brúk fyri at koma saman og lova Gudi í sálmunum og bønum okkara.
EIN HVÍLUDAGUR
Inga Tórarenni er ikki samd í, og enn minni serliga fegin um danska uppskotið um at fólk bara kunnu fara í eina grannakirkju til gudstænastu.
Hetta ber væl til onkustaðni, men ikki serliga væl hjá skúvoyingum.
- Eg veit sjálvandi væl, at tað ber til at sigla til Sands og fara í kirkju har. Men so skal ferðaætlanin eisini passa, og veðrið skal vera til sigling um fjørðin.
- Haraftrat tekur tað langa tíð og ger, at hvíludagurin als verður ikki til tað, sum hann er ætlaður til – ein HVÍLUdag.
Orð: Snorri Brend
Hetta er onnur greinin av fleiri um bygdarkirkjuna. Tann fyrsta stóð her á heimasíðuni 13. august 2018.
Onnur tíðindi