Ímynda tær eina gudstænastu uttan teskandi børn
Jesus sá týdningin av at boða Guds ríki fyri børnunum. Hvussu gera vit tað í dag, 2000 ár seinni?
Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: kvf.fo
BØRN Í KIRKJU: Kanst tú ímynda tær eina gudstænastu, har ikki eitt einasta barn er at síggja?
Hugsa tær at koma inn í kirkjuna, har eingi børn eru sum gráta, og har eingi børn eru sum tosa ella surra?
Ella ein tigandi tøgn, har eingi børn eru at seta teim vaksnu spurningar, meðan prædikan er?
Neyvan hevði nakar vilja verið til eina slíka kirkjugongd, uttan at børn, ymisk í sinn og skinn, sótu runt í rúminum.
- Nei, hetta hevði verið eitt greitt tekin um, at okkurt við kristna lívinum var á skeivari leið, verður sligið fast í eini grein úr amerikanskum tíðarriti, og sum var endurgivin á heimasíðuni hjá Trúboðanum fyrr í summar.
Í greinini, sum tú nú situr og lesur her á heimasíðuni, taka vit eitt sindur aftur í henda tráðin, har støðið er, at børn ongantíð eru óhóskandi ella órógvandi, tá ið vit undir gudstænastuni tilbiðja Harran í felag.
Ikki nýtast vit at fara so langt fyri at síggja týdningin av hesum felagsskapinum. Í Markus evangeli'inum kapittul 10, og ørindini 13 til 16, bjóðar Jesus børnunum at koma til sín. Hann brúkti tey enntá at vísa á, hvat tað merkti at hoyra til Guds ríki.
Í nøkrum fylgjandi greinum fara vit at lýsa hetta áhugaverda evni fyri kirkju okkara nærri, við dømum úr Føroyum og útlondum. Endamálið er at vísa á, at børnini eru ikki bara framtíðin. Tey eru í roynd og veru nútíðin, eins og myndin, sum er tikin í samband við eina gudstænastu skírisdag í ár í Mikladals kirkju, er eitt dømi um.
STIG FYRI STIG KIRKJUGONGD
Hvussu fær ein so børn síni ella børnini í síni heild at síggja tað góða og týdningarmikla at ganga regluliga í kirkju?
Ein háttur er í øllum førum tann, sum ein pápi gjørdi fyri at fáa síni børn at fylgjast við honum á kirkjugøtuni.
Hann hevur sjálvur greitt mær frá, hvussu hann gjørdi – og ja, hvussu hann eydnaðist við hesi verkætlan síni:
Tá børn hansara høvdu rokkið einum ávísum aldri, tók hann tey við í kirkjuna, tá kirkjuklokkan boðaði til gudstænastu.
Tey fóru so innar í kirkjuna, og sótu so leingi inni í kirkjurúminum, sum tað lítla barnið megnaði at sita kvirt. Síðani fóru tey útaftur.
Ofta var tað longu undir fyrsta sálmi at barnið gjørdist so óróligt og ókvirt, at farið var avstað. Men sunnudag eftir sunnudag longdist tíðin, ið barnið megnaði at sita stilt undir gudstænastuni, til tað at enda sat frá inngangsbøn til útgangsbøn.
Soleiðis vandi pápin eitt barn fyri og annað eftir at ganga eftir kirkjugøtuni sum hann sjálvur og forfedrar hansara høvdu gingið.
Helst eru mangir aðrir mátar at skipa so fyri, at børnini tíma og vilja sleppa í kirkju. Greinskrivari hevur sjálvur brúkt ein annan máta, nevniliga at geva barninum – í hesum førinum einari gentu - eitt lítið kuffert við í kirkju, har okkurt spennandi var í hvørja ferð: Ein dukka, ein lítil bók, sundurskorið súrepli ella agurk, og okkurt yvirraskilsi til barnið. Hetta riggaði væl, og hevði barnið mangar góðar løtur í Vesturkirkjuni, og er framvegis í kirkju, tá tað ber til.
Fleiri kirkjur hava í dag liggjandi í forkirkjuni, bæði bøkur við bíbliusøgum, litblýantar og øðrum uppgávum til børn at loysa undir gudstænastuni.
KIRKJUR FYRI BØRN?
Ein heilt annar spurningur er, um og nær børnini og tey vaksnu fáa nakað burturúr, tá tey fara í kirkju saman.
Millum tey, ið eg havi tosað við um hetta evnið, sigur eitt foreldur, at tey hava verið við børnunum í eini føroyskari kirkju, í roynd og veru við tveimum endamálum:
Í fyrra førinum er tað sjálvandi fyri at børnini skulu vera við í einum andaligum felagsskapi við onnur, sum eisini eru komin til gudstænastu. Og hitt endamálið er at læra tey at sita still og ordilig, tá Guds orð verður boðað.
- Men, leggur viðkomandi aftrat. - Tað var mangan troyttandi, bæði fyri okkum vaksnu og børnini. Og eg trúgvi eisini, at hesar strævnu løturnar hava helst ikki givið børnunum tann rætta inngangin til kirkjuna.
- Eg haldi eisini, at hóast kirkjurúmið og alt annað í kirkjuni er bæði vakurt og stórsligið, so er innrættingin ikki rættiliga gjørd til børnini í dag, slær viðkomandi fast.
Í summum kirkjum – í Danmark, í øllum førum – hevur ein sett teir leysu kirkjustólarnar øðrvísi saman, ella hevur gjørt serstøk horn, sum júst hóska til børnini og eina barnafamilju.
Soleiðis man ber illa til at gera í flestu føroysku kirkjum, av teirri einfaldu orsøk, at kirkjubeinkirnir eru fastskrúvaðir í gólvið, og kunnu tí ikki flytast soleiðis uttan víðari.
Kanska er hetta eitt mál at arbeiða við á teimum støðum í Føroyum, har tosað verður um at byggja nýggjar kirkjur, soleiðis at allir aldursbólkar kunnu kenna seg heima í staðbundnu kirkjuni.
SUNNUDAGSSKÚLIN
Gjøgnum tey seinastu árini hevur føroyska kirkjan, hóast alt sæð týdningin av at fáa børnini at ganga í kirkju.
Nógvastaðni verður skipað fyri regluligum familjugudstænastum, skrúvugudstænastum og tílíkum. Og nógvastaðni er somuleiðis hjá børnunum at fara í sunnudagsskúla undir kirkjutíð – annaðhvørt í einum kirkjukjallara, kirkjuhúsi ella kanska í nærliggjandi missiónshúsi.
Hetta hevur gjørt sítt til, at nú kann øll familjan fara í kirkju samstundis, meðan tey so undir gudstænastuni fara í tvey ymisk støð, har alt er lagt til rættis serstakt fyri tey.
Sjálvur havi eg verið við til at skipa fyri sunnudagsskúla undir kirkjutíð í Hoyvík, har familjur í hópatali leitaðu sær í kirkjuna sunnumorgun, nú øll gleddu seg at sleppa í ”sítt” stað.
Tað vísti seg eisini, at talið av kirkjugangarum vaks so líðandi, sohvørt sum børnini og tey vaksnu sóu, at tað, at fara í kirkju, var júst nakað fyri teg.
- - -
Í næstu greinini verður tosað nærri um tann týdning, tað hevur fyri barnið at læra at ganga í kirkju, fyri at kunna vera við í tilbiðjanini til Gud.