Skriva út

IKTYS í Havn

02.05.2014 Tíðindi
IKTYS í Havn

Yvirskotið frá endurnýtsluhandlunum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, sum byrjaðu í Danmark í 1972, fór upp um eina hálva milliard í 2013.

Í 126 endurnýtsluhandlum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar arbeiða væl uppløgd og ágrýtin ólønt fólk fyri at fáa sum mest burturúr at senda til tey allarfátækastu í heiminum. Í 2013 bar til at hjálpa við 21,6 mill. kr. úti í heimi. IKTYS í Havn er ein av endurnýtsluhandlunum, har eini gott 30 hugagóð fólk halda handilin reinan og nossligarn, tøma posar, strúka, prísa og heingja klæðir út í handilin. Í 2013 var parturin hjá IKTYS til tey fátækastu 200.000 kr., og síðani stovnanina í november 2006 hevur handilin sent nærum 1,4 mill. kr. til neyðhjálpararbeiðið millum tey allarfátækastu í heiminum.

Hesi góðu úrslit eru umframt hjálparfólkunum í handlinum sjálvandi eisini øllum tykkum at takka, sum í staðin fyri at blaka burtur bera rein og heil klæðir í handilin. Og ikki at gloyma handlar og fyritøkur, sum stuðla okkum við m.a. kaffi, strúkibretti, akslatrøum o.ø., sum javnan brúk er fyri í handlinum. Og so ikki minst øllum teimum trúgvu kundunum.

Handilin er opin mánadag til fríggjadag 13.00 – 17.30, leygardag 11.00 – 14.00. Tlf. 22 72 67.

Kontaktpersónur hjá IKTYS er Marjun Bæk, tlf. 28 34 48, marbaek@gmail.com

Umframt IKTYS er á hvørjum ári á miðføstu landsinnsavning í føroysku kirkjunum til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Tað ber til at lesa meira um Neyðhjálp Fólkakirkjunnar á www.noedhjælp.dk.