Skriva út
IKTYS
03.05.2016 Tíðindi
Í 2015: 190.000kr frá IKTYS í Havn til tey fátækastu í heiminum
IKTYS er ein av 123 endurnýtsluhandlunum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Í IKTYS starvast nakrar og tríati óløntar konur ein dag um vikuna, summar ein dag aðruhvørja viku, við at sortera, prísmerkja og hanga rein og nýstrokin klæðir út í handilin og hava opið 13.00 – 17.30 mánadag til fríggjadag, leygardag 11.00- 14.00. Og ein maður, sum heimanifrá tekur sær av prísmaskinum o. ø.
Í 2015 tilsamans eydnaðist tað handlunum at bera 23, 1 mill. kr. til tey ringast støddu í heiminum, harav var parturin hjá IKTYS í Havn í 2015 190.000,00kr.
Vit í IKTYS takka hjartaliga øllum viðskiftafólkunum og øllum fyritøkum, sum so ella so stuðla handlinum.
Kontaktpersónur í Føroyum er Marjun Bæk.
--
Onnur tíðindi