Skriva út

Ikki neyðugt við klokku ella urgu á Slættanesi

29.08.2017 Tíðindi
Ikki neyðugt við klokku ella urgu á Slættanesi

Tað er ikki á hvørjum ári ella á hvørjum degi, at ein hevur høvið at sleppa til eina gudstænastu í teirri avtoftaðu niðursetubygdini Slættanes.
Í fyrsta lagi er ikki lætta at sleppa til bygdina, her eingin hevur búð fast í seinastu 53 árini. Tú mást annaðhvørt ganga, taka tyrluna ella fara hagar á bátadekki. Tað vil í øðrum lagi siga, at tú veruliga mást ynskja og vilja at koma hagar.

Hóast hesar umstøður høvdu kortini eini 40 fólk leitað sær til Slættanesar til eina heldur øðrvísi gudstænastu, sum varð hildin seinnapartin sunnudagin.
Tað vóru tríggir prestar, ið allir á einhvønn hátt hava ættarbond haðani, sum skipaðu fyri gudstænastuni, saman við Visit Vágar og Vága Gongufelag. Prestarnir vóru Maria Jørðdal Niclasen, Theodor E. Dam Olsen og Marjun í Kálvalíð, meðan sóknarpresturin í Vágum, Inga Poulsen Dam, var deknur við gudstænastuna.

Fólk í øllum aldri, og úr ymsum støðum høvdu leitað sær til bygdina henda dagin. Eisini fólk heilt úr Havn.
- Tað var nakað heilt serstakt yvir hesi gudstænastuni. Jú, hetta var ein øðrvísi uppliving, sigur havnarmaðurin Bergur Slættalíð, sum var her saman við konu síni, Hildibjørt, hvørs pápi er ættaður úr einum av húsunum á Slættanesi.
- Alt gott um tað at fara til eina gudstænastu í Dómkirkjuni sunnumorgnar. Men henda løtan á Slættanesi, hon var altso minnisverd, leggur hann aftrat.

MÁ BARA UPPLIVAST
Í innbjóðingina til gudstænastuna varð sagt, at fólk vóru vælkomin at fara til gongu hagar, ella tey valdu at sigla, annaðhvørt av Oyrargjógv ella úr Vestmanna.
Bergur og konan valdu at sigla til Slættanesar, men at ganga heimaftur, saman við staðkendum ferðaleiðara og fleiri øðrum fólkum.
- Eg havi fleiri ferðir verið inni í hesum bygninginum, sum varð nýttur bæði til skúla og kirkju í gomlum døgum.
- Men at sita her til eina gudstænastu, saman við eini 40 øðrum fólkum og fleiri prestum í sama rúmi, tað er bara nakað, sum ein má uppliva, greiðir Bergur frá.

HVØRKI KLOKKA ELLA URGA
Gudstænastan minti í mangar mátar um eina vanliga gudstænastu ein sunnudag, har altargongd eisini er. Kortini vóru nøkur sermerkt frábrigdi:
Hon byrjaði kl. 13:30. Har var eingin klokkuringing. Har var eingin streymur í kirkjuni. Og til sálmasangin var urgan ikki brúkt, men har varð ístaðin sungið fyri.
- Henda løtan var sera hugnalig, her vit sótu við tey gomlu skúlaborðini undir gudstænastuni. Jú, upplivingin var sera góð, sigur Bergur Slættalíð at enda.
Undan gudstænastuni var heitt á fólk um at taka kaffi og okkurt til matna við sær. Fleiri gjørdu tað, men tað vísti seg kortini, at í einum av húsunum vóru dyrnar lætnar upp fyri teimum vitjandi við øllum góðum til matna.

Um bygdina Slættanes kann annars sigast, at fyrstu fólkini fluttu hagar í 1835 úr Sandavági. Í 1964 varð bygdin avtoftað, tá seinasta húskið flutti av bygdini.

Orð: Snorri Brend
Myndir: Bergur Slættalíð


Fleiri myndir: