Skriva út
Ikki bara bara at geva út eina nýggja Bíbliu
12.02.2019 Tíðindi
Tað var einki minni enn ein stórhending, tá Føroyska Bíbliufelagið í oktober 2017 gav út ta nýggju týðingina av Nýggja Testamenti, nevnd ”Nýggi Sáttmálin”.
Prentaði vóru 3000 eintøk av hesi útgávuni, sum varð givin út í samband við 500 ára
haldið fyri reformatiónini. Talan er um eina lættlesiliga endursøgn av Nýggja Testamenti.
Støðið varð tikið í donsku útgávuni, “Den ny aftale”. Heri Tróndheim av Argjum átók sær hetta arbeiðið, har hann samstundis hugdi í aðrar lættlesiligar týðingar á øðrum málum.
- Henda føroyska útgávan er tillagað føroyskum lesarum, og vit kunnu ikki siga annað enn, at hon hevur verið væl umtókt, staðfestir ein fegin Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari í Bíbliufelagnum, sum tíðindaportalurin trubodin.fo hevur tosað við.
Støðan er hon, at í dag er ein stórur partur av hesi útgávuni útseldur. Og nú er Bíbliufelagið farið undir at at arbeiða við eini nýggjari útgávu.
Ein arbeiðsbólkur verður nú settur at fara undir arbeiðið, og í tí sambandi vil Bíbliufelagið fegið fáa viðmerkingar frá lesarunum.
- Her kann talan verða um orð ella orðingar, sum lesarin heldur kundu verið hepnari. Arbeiðsbólkurin skal so viðgera hesar viðmerkingar og tær, sum longu eru komnar, sigur Gunnar Nattestad.
Gongur so sum Bíbliufelagið ætlar, verður henda útgávan av Nýggja Sáttmálanum at fáa um eitt gott ár.
NEYVUR RÆTTLESTUR
Bíbliufelagið arbeiðir tó ikki bert við hesi útgávuni. Arbeitt verður somuleiðis við at fáa gevur út eina nýggja týðing av allari Bíbliuni, og tað á nútíðar føroyskum máli.
Gunnar Nattestad upplýsir, at hetta er tann týðingin, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur okkara, fór í holt við, meðan hann var í hesum starvi. Fyri fáum árum síðani handaði hann Bíbliufelagnum hesa týðingina.
Hans Jacob Joensen hevði týtt allar bøkurnar í Bíbliuni, uttan Sálmarnar í Gamla testamenti. At týða Sálmarnar hevur David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum átikið sær.
- Meðan hetta arbeiðið verður gjørt, er ætlanin at restin av týðingini skal arbeiðast ígjøgnum, bæði málsliga og í mun til frummálið.
- Longu nú er Gamla Testamentið rættlisið, burtursæð frá Sálmunum sjálvandi. Og nú verður ein annar arbeiðsbólkur settur, sum skal gjøgnumganga tekstin, millum annað við frummálinum í huga, greiðir Gunnar frá.
Sum skilst verður bólkurin mannaður við gudfrøðingum og málsliga kønum. Miðað verður eftir, at breiddin í føroyskum kirkju- og samkomulívi kann siga sína hugsan.
Leggjast kann aftrat, at málkøn fólk á Fróðskaparsetri Føroya hava rættlisið Nýggja Testamentið hesa seinastu tíðina, og tað arbeiðið verður ætlandi liðugt í summar. Tá fer sami arbeiðsbólkur eisini undir Nýggja testamenti.
LØGGILDING
At geva eina nýggja týðing út av allari Bíbliuni er ikki løtuverk, tí henda nýggja týðingin skal eftir ætlan fáa løggilding.
At Bíblian fær eina løggilding merkir, at hon eftir ætlan kemur afturat týðingini hjá Jákup Dahl og K. O. Viderø frá 1937 og 1961. Tað merkir eisini, at henda kann verða nýtt sum standard bíbliutekstur í føroysku fólkakirkjuni.
- Væntandi tekur arbeiðið nøkur fá ár afturat, sigur Gunnar K. Nattestad við Trúboðan. - Men vit eru í ferð við at brynja okkum út til hesa stóru nýútgávu, bæði verkliga og fíggjarliga.
Og hann leggur at enda aftrat:
- Vit vóna, at dagurin ikki er so langt burtur, tá tann nýggja Bíblian kemur út.
Føroyska Bíbliufelagið varð annars stovnað hin 11. oktober í 2012. Ovasta leiðslan fyri Føroyska bíbliufelagið er eitt stýri, har flestu kirkjusamfeløg og fríkirkjur í Føroyum eru umboðað, umframt at limirnir í felagnum velja tveir limir.
Dagligur leiðari er Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, sum er starvsettur hálva tíð.
Orð: Snorri Brend
Mynd: Samansett/privat
Onnur tíðindi