Skriva út
Ikki á hvørjum ári: Barnadópur í Stóru Dímun
17.09.2014 Tíðindi
Í fleiri av størru kirkjunum kring oyggjarnar ganga ikki nógvir sunnudagar, fyrrenn eitt barn verður borið til dópin.
So stutt er kortini ikki millum, tá barnadópur er í Stóru Dimun.
Men leygardagin 16. august var dagurin komin, tá yngsti íbúgvin í oynni – ein genta – skuldi verða borin til dópin.
Gestirnir komu í oynna dagin fyri, og millum teir var nýggi sóknarpresturin í Hoyvík og Kaldbak, Theodor Eli Dam Olsen.
Gudstænastan við dópinum varð hildin í bóndans stovu, og her varð navnið á gentuni avdúkað – Andrea.
Aftaná varð borðreitt við einum góðum døgurðabita – við neytakjøti úr Stóru Dímun, sjálvandi.
Foreldrini hjá Andreu eru Janus úr Dímun og Erla Olsen úr Vestmanna. Andrea er soleiðis uppkallað eftir ommuni í Vestmanna.
Andrea eigur ein stórabeiggja, sum er tvey ára gamal og eitur Óla Jákup.
ILLVEÐUR
Til henda stóra dagin í lívinum hjá lítlu Andreu vóru komin fólk ymsa staðni frá.
- Íalt vóru tey so mong sum 28 fólk í oynni hetta vikuskiftið, verður upplýst úr Stóru Dímun.
Tey komu øll higar við tyrluni fríggjadag, og var ætlanin at fara av aftur oynni eftir døgurða sunnudagin.
Tað var kortini ikki meiri enn at tað eydnaðist, tí hann legðist við stormi av landnyrðingi hetta vikuskiftið. Tí var um reppið, at gestirnir vórðu liggjandi í Stóru Dímun ein dag aftrat.
Men tað eydnaðist kortini tyrluni at koma eftir teimum, sum skuldu heimaftur, sunnukvøldið.
- Tað er so hugaligt at savna familju og vinfólk til slíkar merkishendingar, verður sagt úr Stóru Dímun.
Onnur tíðindi