Skriva út
Í orði og gerningi
02.12.2013 Tíðindi
Nakrar adventshugleiðingar
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Ver væl komið Harrans ár,
sum ber fagnaðarboð!
Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold,
varð ljósið úr erva birt upp á fold.
Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Vit eru beint nú stigin innum í adventina og byrjar sostatt eitt nýtt kirkjuár við framhaldi av tí Guds orði, sum jólanátt fór í hold, sum vit syngja í vakra adventssálminum »Ver væl komið Harrans ár«. Upprunaliga ein gamal danskur sálmur, ið N. F. S. Grundtvig hevur umyrkt og snøggað og Gudm. Bruun týtt til føroyskt.
Tað var ikki óvanligt, tá fólk komu úr kirkju eftir gudstænastu 1. sunnudag í advent at biðja hvør øðrum »gleðiligt nýggjár«, tí fyri teimum gomlu var hetta nýggja kirkjuárið ikki minni týdningarmikið enn sjálvt ársskiftið, tá eitt nýtt kalendaraár tók við. Tí tey høvdu vón um, at hetta nýggja Harrans árið framhaldandi fór at bera teimum fagnaðarboð við lyfti um troyst og ugga á øllum lívsins leiðum.
Tey vóru áhaldandi í bønini og tóku til sín gudsorðið, uttan mun um tað varð lisið í bønarbókini, ljóðaði úr lestrabókini, borið av sálmum ella prædikað á talarastóli hjá presti í kirkju.
Orð hava ein veldigan mátt – bæði í skrift og talu. Tey kunnu bæði gleða og lívga, særa og drepa. Vit hava orðtøk sum »hann lati meg góða tíð tala«, »betri er bøtandi hond enn spillandi tunga«, »steinur brestur fyri mannatungu«, »tungan er tvíeggjað svørð« o.s.fr.
Henda heimasíðan hjá føroysku fólkakirkjuni er ein miðlasíða, sum í styttri og longri brotum sigur frá ymiskum, sum rørist innan kirkjulívið, fyrst og fremst her heima á landi. Men á alnetinum kann henda heimasíðan lesast kring allan knøttin. Jú, framstigini innan samskiftistøknina eru hend við risalopum hesi seinastu árini. Fólk hava mangan borið ótta fyri, at henda samskiftistøknin fór at geva skrivaða orðinum mønustingin. At bøkur og bløð vórðu týdningarleys og fóru í søguna. Og alt brendir á, at vit nærkast pappírsleysa samfelagnum meira og meira. Men nýtist okkum nú at hava henda ótta? Fyri tí um telefonin varð uppfunnin, hildu fólk ikki uppat við at skriva brøv. Og sjónvarpið beindi ikki fyri kykmyndahøllunum, tá tað kom; filmsídnaðurin spenti seg bara uppaftur meira út og fann aðrar marknaðarmøguleikar. Ongantíð hevur verið skrivað meira enn júst í dagsins samfelagi. Men hitt skrivaða orðið skiftir pall frá pappírinum yvir á telduskíggjan, um hann so er í smálíki í fikkuni ella á borðinum. So kunnu vit kjakast um dygdina í øllum hesum informatiónsmeldrinum.
Eg ræðist ikki e-samfelagið í dagsins arbeiði. Tað einasta eg óttist er hetta: Kann eg seinni venda aftur til tilfarið sum keldu? Og her er tað munurin millum pappírið og teldutekstin gevur seg til kennar. Eg kann framvegis uttan stórvegis háva taka eina Gutenberg-bíbliu frá 1400-árunum niður av hillini á Kgl. Bókasavninum í Keypmannahavn og lesa í henni, men eg kann ikki seta ein 15-20 ára gamlan tekstdiskil inn í teldu mína og taka tekstin fram á skíggjan. Tí mín nýggja telda kann ikki taka inn ein tílíkan diskil. Skal eg fáa fatur á tekstinum, má eg keypa eykaútgerð til telduna (eitt sokallað »drev«). Jú, jú. Business, business, business!
Og eg kann leggja aftrat, at tað var ikki uttan baks, at funnið var fram á rætta bandspælaran, tá Marianne Clausen fyri sløkum 20 árum síðan skuldi skriva Atlantsløgini hjá Regini Dahl av og festa tey á nótablað. Regin skrivaði ikki nótar sjálvur, alt varð tikið upp á band; og bandrullurnar høvdu ligið so leingi á goymslu, at bandspælararnir til teirra vóru langt síðan avlagdir og burturbeindir.
Ávirkan miðlanna
Ikki er tað uttan grund, at fjølmiðlarnir verða nevndir hin fjórða statsmaktin (hinar eru: lóggevandi, útinnandi og dømandi). Miðlarnir hava næstan óavmarkaðar møguleikar til taks at røkka fólki við boðskapi sínum. Og sum nevnt – framlopini í samskiftistøknini eru ómetalig. Alt hendir skjótt og miðvíst.
Men heitið »statsmakt« høvdu miðlarnir valla vunnið sær, um ikki sterkar andligar kreftir stóðu aftanfyri og settu hetta tólið í gongd. Og teimum er ikki skortur á – antin tær so eru illar ella góðar. Í fortíð og samtíð sigur søgan frá stálsettum vilja og orku, viti og ovurhuga, ið hava verið skorður undir miðlunum – bæði teim prentaðu og loftbornu. Fremsta uppgávan hevur verið at bera tíðindi um hendingar úti og heima. Talan kann vera um avmarkað, staðbundin tíðindi, ið bert tey fáu ansa og hava áhuga fyri, men eru týdningarleys fyri heildina. Okkara ættarlið hevur upplivað heimssøguligar hendingar, sum avgera og ávirka lagnu menniskjunnar langt inn í framtíðina, og sum fólk tí eru serstakliga áhugað fyri at kenna.
Tí er einki løgið í, at miðlarnir hava fólksins áhuga og tí finna sær veg inn í hvørt einasta heim. Miðlarnir stilla okkum mitt inn í hitt andandi samfelagslívið, sum vit øll onkursvegna eru lutur av.
Men í okkara tíð gevur veruliga vald miðlanna seg mest til kennar í ávirkanini á almennu hugsanina og støðutakanina ymsar vegir. Teir eru eitt týdningarmikið amboð at birta undir kjak og skapa almennu fatanina. Vit vita øll, hvussu stóran týdning, miðlarnir hava til tess at vinna einum ávísum máli frama. Aftan fyri allar stórhendingar og søguligar tilburðir liggja ávísar hugsanir og áskoðanir, sum eru í støðugari broyting og menning. Hesi eru ikki liðug, men vera allatíðina umskapað, og eitt av týdningarmestu amboðunum eru júst miðlarnir.
Miðlarnir eru eitt ógvuliga nákvæmt barometur, ið sigur okkum, hvat ið rørist í fólksins sál. Miðlarnir hava møguleikar at venda einum ráki allar møguligar vegir.
Dropin holar steinin
Eitt latínskt orðatak sigur: »Gutta cavat lapidem« ‒ t.e.: dropin holar steinin; ella sum Mikkjal á Ryggi tekur til í ørindunum, hann risti í klett í Hýsisá í Miðvági: »Vatnið vinnur harða hellu / slættar niður fjøll...« .
Ósvitaliga seta dagligu droparnir gjøgnum miðlarnar merki eftir seg. Hetta er ein sannroynd, ið kann prógvast bæði verkliga og sálarliga. Í egináhugamálum ‒ uttan mun um talan er politiskar flokkar, rørslur, stevnur ella heilar tjóðir ‒ kunnu miðlarnir gerast eitt óhugnaligt vápn. Sum fólkatølarar.
Men eins væl og miðlarnir kunnu nýtast sum sleggja fyri sjálvsøkni, so kunnu teir eisini gerast eitt gott amboð í teirri ósjálvsøknu tænastuni. Henni, ið hevur sett sær sum fremsta mál at tæna Gudi og næstanum – í orði og verki. Og tað er her, miðlarnir hava týdning fyri hina kristnu meinigheitina. Eisini henda heimasíðan hjá føroysku fólkakirkjuni.
Kristna meinigheitin er spjadd um heimin allan og er livandi steinar í húsi Guds. »Líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við« (1. Kor. 12,26).
Ein treytin í hesum føri er, at einstaki liðurin kennir lagnuna hjá hinum. Og her hava kirkjan og miðlarnir – bæði teir almennnu og teir, sum beinleiðis eru ogn hjá kirkjum og samkomum – eina upplýsandi uppgávu mótvegis meinigheitini. Ein av uppgávunum er at kunna lesarar/lurtarar sínar um, hvat hendir í kirkju og samfelagi.
Upplýsandi uppgávuni við lið er sjálvur kristni boðskapurin: Orðið. Hitt ‘talaða’ orðið hevur sín stóra týdning sum hitt ‘livandi’ orðið, men røkkur einans einum avmarkaðum skara. Her hava miðlarnir sín serstaka týdning, tá alt fleiri leggja av at leita hagar, hitt livandi orðið ljóðar. Eisini her røkka miðlarnir teim, ið als ikki vilja hoyra orðið, og sum hava slitið øll bond við kirkju og kristindóm. Tað kann gerast við skrivaðum ella loftbornum miðlum. Vit hava t.d. í Kringvarpinum morgunlestur, hitt heilaga evangeliið skrivar, gudstænastur sunnudagar o.s.fr.
Tá ið Jóhannes evangelistur talar um, at sonur Guds varð menniskja, nevnir hann Jesus: Orðið (Jóhs. 1,14). Eftir syndafallið kundi Gud ikki longur tala til menniskju, sum hann gjørdi við Ádam og Evu í aldingarðinum, ella sýna seg fyri menniskjum, so at tey kundu kenna hann. Hann kundi geva teimum gomlu patriarkunum og profetunum í Ísrael himmalskan anda, so at teir fataðu, hvussu vilji Guds var í mongum lutum, men ikki fyrr enn sonurin kom, kundi Gud lata okkum vita, hvussu sinnalag hansara er móti okkum.
Jesus er orðið, ið tók búgv okkara millum – Guds tala til okkara, sum vit syngja í adventssálminum »Ver væl komið Harrans ár«: »… tá Guðs orð fór í hold, / varð ljósið úr erva birt upp á fold«. Tað er so enn, at vit hoyra ikki Gud tala til okkara, fyrr enn halgi andin fyllir orðið og lýsir Jesus í huga okkara. Í Jesusi møta vit hjartalagi Guds í mannalíki.
Hetta merkir kortini ikki, at Jesus ongantíð nýtti annað høvi enn mannaorð til at lýsa faðir sín. Hann var orðið sjálvur – annaðhvørt hann boðaði um Gud í talu ella gerningum. Mangan sýndi hann Guds vælsignilsi í ‘gerningum’. Við at lekja sjúk ella sýna tekin. Skíriskvøld tváaði hann føturnar á lærusveinum sínum. Og í samfelag við hitt heilaga letur hann okkum koma við skírnarvatni og við likam sítt og blóð undir breyði og víni.
Jesus talar ikki bert orð í kirkju síni. Hann ger gerningar.
Góða advent.
Onnur tíðindi