Skriva út

Í nánd av friðinum

16.01.2013 Tíðindi
Í nánd av friðinum

Tiltakið Nánd í Dómkirkjuni verður nú aftur.

"Hvussu stórt upplivilsi er tað, at einki - als einki - hendir?"
Henda spurningin setti blaðmaðurin á Dimmalætting, Heini Gaard, tá hann ummælti tiltakið Nánd í Dómkirkjuni.

Hetta mikukvøldið í februar mánaði legði hann dagsins stríð og strev frá sær, og fór til eina kvirra løtu í Dómkirkjuni.

Í kirkjuni hoyrdist ikki eitt ljóð, tí øll tey ið vóru komin til tiltakið, ynsktu tað sama: Henda serliga friðin, ið ein bert kann finna í eini kirkju.

Fólkið setti seg friðarliga niður á kirkjubeinkin, meðan presturin sat frammi í kóri. Hetta var løtan at sita í kvirru, verða hoyrdur, samtala við prestin og fáa forbøn fyri tí, sum ein hevði uppá hjarta.

Henda dagin í februar kundu tey millum annað uppliva ein persón, sum kom inn í kirkjuna, fór fram til altarið, legði seg á knæ at biðja. Hann segði síðani okkurt við prestin, og fór út aftur.
Og her kundu tey uppliva onnur sum bert vildu hava ein stillan tíma uttan fartelefon, teldur, tíðarætlan og tað sum annars kann upptaka fólk í tí dagliga.

Hesi Nánd-tiltøkini vóru 2011, og verða nú tikin uppaftur í vár í Havnar kirkju. Blaðmaðurin á Dimmalætting hevði eitt gott upplivilsi í kirkjuni - og hann kemur tí til hesa niðurstøðu:
"Friðartímin er av á hesum sinni, og eg ætli mær fleiri av slagnum".

Byrjað verður aftur við NÁND í dag mikudag 16. januar kl 17- 18 í Havnar kirkju

Hildið verður fram 20. februar, 20. mars, 17. apríl og 15. Mai 2013

Vinaliga
Sverri Steinhólm
210773