Skriva út

Í menniskjum góður tokki heiðrar Fólkakirkjuna

31.05.2013 Tíðindi
Í menniskjum góður tokki heiðrar Fólkakirkjuna

Átakið Í menniskjum góður tokki hevur latið biskupi og Fólkakirkjuni eina heiðursløn

Nevndin fyri Í menniskjum góður tokki avgjørdi fyri tíð síðani, at heiðra onkran av teimum, sum høvdu lagt lunnar undir átakið, og sum høvdu gjørt okkurt serstakt. Mikkalina Glas framleiddi átakinum tríggjar stórar einglar, sum skuldi gevast sum heiðursløn.

Ein heiðurløn var latin Posta, ein Lions Klub Suðuroy og tann triðja er nú latin Jógvan Fríðriksson, biskupi og fólkakirkjuni.

Biskupur lat stovnsfæið
Biskupur hevur frá byrjan verið ein góður samstarvsfelagið, og hevur eisini á sín jalig hátt slóða fyri átakinum, sigur Annlis Bjarkhamar

- Tá fyrireikingarnar til átakið fóru í gongd í 2010 fór eg á fund við Jógvan Fríðrisksson, biskup og Una Næs, dómpróst. Báðir tóku væl ímóti hugskotinum um eitt átak, sum rætti fíggjarliga sperdum familjum eina hjálpandi hond á jólum og søgdu, at teir vildu gera sítt til, at Fólkakirkjan kom at taka virknan lut í átakinum, sigur Annlis Bjarkhamar.

Biskupur lat sjálvur á hesum fundinum ein kekk á 1500 kr, sum var fyrsti stuðulin til átakið, og sum var brúkt til stovnsfæ, tá ið grunnurin fyri Í menniskjum góður tokki var settur á stovn.

Eingilin er boð um góðan tokka
- Fíggjarlig trongstøða er darvandi. Tvørrandi sosial vælvera er likamliga og sinnisliga órógvandi. Vit liva í 21. øld eftir Kristi føðing, og markið, ið ásetir krøvini til lívsins uppihald, flytur seg við tíðini, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Biskupur leggur dent á, at tey, ið ikki hava rímilig sosial kor, kenna seg veruliga fátøk og uttanfyri. Børn, ið t.d. ikki kunnu íðka ítrótt vegna tess, at peningur væntar til keyp av klæðum og skóm og rindan av limagjaldi. Hetta er eittans dømi í rúgvuni av nútíðar fátækt. Fátækt er ikki einans at doyggja í hungri. Fátæktin er eyðsýnd, tá ið vit ikki hava ráð at liva í tí samfelag, har vit eru fødd og búgva.

- Í djúpari eyðmýkt og tøkk takki eg, nú eingilin frá “í menniskjum góður tokki” kom á gátt á skrivstovuni hjá Føroya Stiftsstjórn. Ein stórur heiður, ið fløvar. Gævi at eingil Harrans vælsignar øll tey mongu, sum eftir førimuni lætta og linna, har neyðin tyngir og órógvar. Heiðurin til Fólkakirkjuna er heiður alra teirra, sum í kirkjum og samkomum hava eingil Harrans sum fyrimynd. Eingilin, sum sang um frið og góðan tokka millum menniskju, tá ið Jesus varð føddur, sigur Jógvan Fríðriksson.

Fólkakirkjan stuðlað við omanfyri 400.000 kr
Seinastu 3 árini hevur Í menniskjum góður tokki latið 2,8 mio kr í jólahjálp til 1256 familjur kring alt landið. At grunnurin hevur kunnað hjálpt so nógvum familjum er úrslit av ómetaligari stórari vælvild frá nógvum og góðum stuðli frá einstaklingum, kirkjum, fakfeløgum, felagskapum, dagstovnum, bindiklubbum, skúlum o.ø.

Fólkakirkjan er umboðað við Theodor Eli Dam Olsen í nevndini fyri átakinum, og hava kirkjur kring landið seinastu 3 árini savnað omanfyri 400.000 kr til Í menniskjum góður tokki.