Skriva út

Í menniskjum góður tokki

14.11.2012 Tíðindi
Í menniskjum góður tokki (1)

Tað stundar til jóla, og lýsingin frá bý- og bygdaráðum um jólatrø, ið verða tendrað er almannakunngjørd.

Í ymiskum sýnisgluggum eru jólini longu komin, litríkt og vakurt. Jólakalendarin er keyptur, og fá eru tey, sum í dag hava ein heimagjørdan kalendara. Vit stákast, og gleðin er stór millum mong.

Vit, ið eiga abbabørn, eru longu farin at hugsa. Gleðin í eygum barna, og gleðin í eygum foreldra, - tað er ein hin vakrasta sjónin at síggja vælnøgd og glað andlit.

Eisini í kirkjuni og kristnum samkomum eru fyrireikingarnar til halguna byrjaðar. Vit kenna klokkutíðina, tá ið farið verður í kirkju jólaaftan. Vit dansa um jólatræið, og mong góð fólk fyrireika ymisk jólalig tiltøk, eisini tey, ið duga at syngja og leika ymisk ljóðføri.

Vit, ið prædika, sita still, hugsa og biðja um Andans hjálp og vegleiðing, at tað má eydnast at siga gleðiboðskapin um Jesus soleiðis, at orðið festur røtur til trúgv og trúar í hjørtum teirra smáu og alra.

Men er alt nú so gott við jólunum? Er tað onkur, ið situr einsamallur? Eiga øll onkran góðan, ið hugsar um og minnist til?

Nei, alt er ikki gott við jólunum! Tað vita vit, eisini vit, ið prædika jólaboðskapin. Men, barnið, Jesusbarnið er gott, og tað var gott, ið Jesus gjørdi og segði. Minnist soleiðis leysliga endurgivið, at einastaðni stendur skrivað, at vit skulu geva, og sagt verður, at ein fátøk kvinna gav alt, ið hon átti.

Tørvurin á hjálp er stórur. Frágreiðingin frá átakinum Í Menniskjum Góður Tokki sigur, at 444 familjur fingu játtað jólahjálp í 2011.

Viðhvørt køva søgurnar eitt gott átak, søgan um, at onkur fær, ið eigur nóg mikið. Tað er harmiligt, um óttin føðir søgu ella staðfestir søgu, at so er. Men ikki øll, ið søkja, fáa jólahjálp. Tað verður mett neyvt um umsóknirnar, og í fjør fingu 50 familjur avslag vegna tess, at tey ikki vóru mett “treingjandi”. Í nevndini situr millum onnur skilafólk kvívíksprestur, Theodor Eli Dam Olsen. Biskupur hevur fult álit á nevndini.

Loyvi mær at viðmæla, at Í menniskjum Góður Tokki fær dygga undirtøku, so børn, ið ikki kunnu vænta sær tað stóra til jóla, og foreldur teirra fáa eini góð og hugnalig jól.

Latum okkum standa saman við Annlis Bjarkhamar, nevndini og so mongum øðrum. Latum okkum minnast til børnini, ið eru børn teirra, ið sita í trongum fíggjarligum korum.

Í MENNISKJUM GÓÐUR TOKKI:

9181 - 998.389.0
9870 - 988.447.6
6460 - 995.133.6
9865 - 988.804.1

Latum okkum vera glað og gleða onkran, so livandi eygu barna lýsa bjartari enn ljós og ravmagn.

JF