Skriva út

Í kirkjuni finna fólk ein frið, tey ikki finna aðrastaðni

10.01.2013 Tíðindi
Í kirkjuni finna fólk ein frið, tey ikki finna aðrastaðni

Kirkjan er eitt hús við tign. Her ræður spekt og sómi, men vit eiga ikki at vera bangin fyri at eksperimentera, fylgja við tíðini og tala í eygnahædd til teirra, vit skulu møta í Harrans húsi – uttan kortini at missa tað grundleggjandi burtur. Theodor Olsen, prestur í Kvívík, heldur ikki, at hámessan skal broytast ov nógv; henni mugu fólk kenna seg aftur í. Hann hevur uttan fyri vanliga kirkjutíð roynt pasta-gudstænastur, rithøvundakvøld, kirkjubio, kirkjudagar, konsertir, sangløtur, fyrilestrar o.a.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

»Ein gomul gøta eitur kirkjan. Sum kirkjan savnar okkum øll í dag frá teimum mongu einstøku heimunum og teimum mongu ymisku viðurskiftunum, soleiðis eigur hon altíð at vera tann felags fundarstaður hjá okkum øllum, sum vit møtast á.
Kirkjan er halgidómurin. Okkum tørvar at hava nakað heilagt og at halda heilagt. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt bæði í lívi og yvir lívi okkara. Annars fer ikki at vita væl við. Annars verður alt bert gerandisligt og fær ongan hátíðardám yvir sær. Eitt lív av berum gerandisdøgum verður stríggið og berligt. Eitt lív við ongum halgidómi, eitt fólk við ongari kirkju, tað er sum at liva undir einum dimmum, skýfullum himli, har sum sólin aldri sleppur út úr.

Mong fara burtur av hesi gøtuni. Kirkjugøtan grør aftur hjá teimum. Gongd teirra er allar aðrar staðir. Men tey mistaka seg. Felagsskapurin við hitt heilaga verður slitin, og tað er ein stórur missur.

Verðið tit ikki teirra millum! Tey bestu og dúgligastu í fólki okkara niður ígjøgnum tíðirnar í øllum verkum og í øllum ferðum, annaðhvørt tað vóru menn ella kvinnur, hava altíð verið slík, sum gingu kirkjugøtuna.

Tit vinna nógv við at ganga í kirkju, tit missa nógv við at lata vera, og tað av slíkum, sum lívið ikki tolir at missa, uttan at tað verður fátækt. Eydna og sæla eru knýtt til tað at ganga hesa gøtuna. Tað hylnast ikki og verður uttan signing, sum ikki er í samfelagi við hitt heilaga.

Heim og halgidómur, árnur og altar, hava altíð verið teir føstu og tryggu stuðlarnir undir einum góðum fólkalívi.«

— — —

Hesi orðini sigur Jákup Dahl, próstur, í bókini »Stavnhaldið«, givin út í 1944 og ætlað Føroya ungdómi. Kapittulin nevnist »Gamlar gøtur«, og út við sjúti ár eru liðin síðan hetta varð fest á blað.

Vit hava spurt Theodor Olsen, prest í Kvívík, hvussu er støðan í dag. Víkir uppvaksandi ættarliðið frá gomlu kirkjugøtuni? Um so er, hví? Og hvagar fara tey ungu? Er kirkjan ov stirvin? Eiga vit at broyta praksis uttan at skaða tað grundleggjandi?

Nú í adventini eru mong tiltøk á skránni. Lýst verður til sangløtur og konsertir í kirkjunum. T.d. var Karlakór Reykjavikur í Fríðrikskirkjuni og í Vesturkirkjuni ávikavist leygardagin 1. og sunnudagin 2. desember. Tiltak, ið dró nógv fólk.

Eiga vit at hava meira av slíkum tiltøkum og onkursvegna fáa gudstænastupartin við sum eitt náttúrligt lið í hesum?

Kirkjan eitt hús við tign

‒ Eg haldi, at tað er torført at seta neyv hagtøl upp, tá talan er um okkara gudstrúgv. Men sum heild haldi eg, at kirkjan er høgt í metum hjá teimum flestu. Í kirkjuni finna fólk ein frið, tey ikki finna aðrastaðni! sigur Theodor Olsen.

Hann slær fast, at kirkjan er enn sum áður eitt hús við tign.

Tó eru summar kirkjur í dag kanska heldur gamlar og ótíðarhóskandi, og spurningurin er, um tað yvirhøvur er løgið, um ungdómurin ikki leitar sær innar í eina gamla trækirkju, har komforturin ikki er í topp, og hentleikarnir teir somu, sum teir vóru miðskeiðis í 19. øld.

‒ Eg vóni, at prestar enn sum áður fara varðveita sítt útbúgvingarstøði, so teir ‒ m/k ‒ eru stinnir í klassisku málunum, trúarlæruni og søguni, so kirkjan varðveitir sítt dannilsi, mentan og tign.
‒ ‒

‒ Um prestarnir ikki varðveita hetta, so falla tignin og virðingin fyri prestunum, tí eingin fakbólkur ynskir at missa sínar førleikar og dugnaskap. Kirkjugáttin skal vera lág, men altarsgáttin skal vera høg! sigur Theodor Olsen.

Hugaligari, um tú kennir reglurnar

Hóast konfirmantar ikki koma í kirkju hvønn sunnudag, so ivast Theodor Olsen ikki í, at konfirmatiónin er ein hornasteinur í teirra lívi, sum tey neyvan fara at gloyma. Vónandi fáa tey eisini eina holla undirvísing frá presti, so tey vita, hvat sakramentir, katekismus og sálmasangur er fyri nakað.

– Eg havi onkuntíð terpað sálmaørindi á Facebook við teimum, so tað ber væl til at kombinera gamalt og nýtt. Bara tað er skil og fynd í. Sjálvur haldi eg tað vera hugaligt at møta mínum konfirmantum aftur og fáa eitt prát við tey, sigur Theodor Olsen.

Sigur tað vera gleðiligt, at konfirmantar halda vera hugaligt at koma til gudstænastu. Og tað gera tey m.a. av og á, um tey hava lært eitt sindur um ritualir, liturgi og kirkjurúmið.

– Plagi at samanbera gudstænastu við ein fótbóltsdyst: Tað er stuttligari at hyggja at dystinum og vera við, um tú kennir reglurnar fyri t.d. málsparki og rangstøðu. Tað er stuttligari um tú veitst, nær vit reisa okkum, og hví kirkjan hevur forkirkju, skip og kór. ‒ ‒

– Eg havi varhugan av, at konfirmantum ikki dámar, um tosað verður niður til tey, men at tey heldur vilja fáa avbjóðingar, sum tey ikki fáa í skúlanum. T.d. við at læra uttanat og at hoyra, at tú í kirkjuni møtir tí, sum er størri enn tú sjálv ella sjálvur, sigur Theodor Olsen.

Himprast ikki við at »eksperimentera«

Annars heldur Theodor Olsen tað vera vert at geva gætur, hvussu áhugaverd kirkjan eftir øllum at døma er hjá fjølmiðlunum í okkara grannalondunum og partvíst her heima.

Eitt nú hava vit nú í nógv ár hoyrt, hvussu fá fólk ganga í kirkju ella trúgva á Gud. Hetta vísir hóast alt ein áhuga fyri kirkjuni, nevniliga: at kirkjan fær so stórt miðlapláss.

Og tað sigst jú, at fleiri fólk ganga í kirkju, enn tað eru áskoðarar til ein superliga-dyst. Eitt nú var mest lisna tíðindasøga í Danmark fyri nøkrum árum síðani ein grein í Weekend-avisen um ein prest, tey ikki hildu trúgva á Gud.

– Eg haldi, at áhugin fyri kristindómi er stórur. Men vit skulu ikki vera bangin fyri at seta konfirmantunum krøv og avbjóðingar, so at tey føla, at vit ikki tosa niður til tey, sigur Theodor Olsen.

Um kirkjan er ov stirvin? Theodor Olsen heldur ikki, at hámessan skal broytast ov nógv. Henni mugu fólk kenna seg aftur í.

– Men sjálvur haldi eg, at vit í okkara prestagjaldi ikki hava himprast við at »eksperimentera« við tiltøkum uttan fyri kirkjutíð. Eg kundi nevnt pasta-gudstænastur, rithøvundakvøld, kirkjubio, kirkjudagar, konsertir, sangløtur, fyrilestrar o.a., sigur Theodor Olsen.