Skriva út
Í glampanum frá Betlehemsljósinum
21.11.2016 Tíðindi
Nú vit stíga inn um adventina og inn í eitt nýtt kirkjuár
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Komandi sunnudagur 27. november er fyrsti sunnudagur í advent og vit stíga inn í eitt nýtt kirkjuár.
Í mínum barnaárum var tað kanska ikki júst hetta nýggja kirkjuárið, ein gav gætur, hóast ein heimanífrá varð leiddur á kirkjugøtuna og biðin um ongantíð at víkja frá henni. Men orðið advent boðaði frá, at nú vóru jólini í hond, og hvat kundi gleða eitt barn meira við stórum vónum um eitt og annað.
Í Hesti, har eg sleit barnaskógvarnar, var handil, men sum bygdarhandil var avmarkað vørutal. Har fekst tú fyrst og fremst tær vørur, ið neyðugar vóru í einum húsarhaldi. Út um tað mátti tú antin biðja keypmannin bíleggja tað úr Havn, ella sjálvur fara til Havnar við postbátinum ella um fjørðin við egnum báti eftir tí, tú vildi hava.
Minnist, at menn tá ið leið móti jólum ein góðan dag valdu at fara um Nesið (Kirkjubønes) til Havnar eftir jólagóða, sum tey søgdu. Tað kundi vera matur ella góðgæti. Farið varð á morgni og vit børn bíðaðu spent eftir, tá báturin í skýmingini aftur stevndi vestur gjøgnum fjørðin.
»Forventningens glæde er altid størst«, sigur orðatakið. Ikki so at siga, at gleðin bliknaði, tá løtan var har, men soleiðis er altíð hjá børnum – tey hava ikki tol at bíða og spyrja aftur og aftur: »Mamma, nær kemur pápi úr Havn?« Hon svaraði: »Gev nú tol, teir hava nógv ørindi at gera og noyðast at hyggja at klokkuni.« Hetta við klokkuni meinti hon streymlíkindini – vestfallið – so teir høvdu rákið undan.
Sum tilkomin sær tú hesa tíðina í øðrum ljósi. Hetta er ársins myrkasta tíð og kortini ein av ársins ljósastu. Vit eru nú á gáttini inn í adventina og inn í eitt nýtt kirkjuár og síggja á hesari gøtuni framman fyri okkum glampan frá Betlehemsljósinum. Orðið advent er úr latíni Adventus Domini, ið merkir »Koma Harrans« – tí Harra, ið er tann almáttugi tríeindi Gud – Faðir, Sonur og Heilagur Andi.
Hann kemur til okkara sum Jesus Kristus – borin í heim av Mariu moy at vera okkara millum. Hann er hjá okkum, tá vit hava gudstænastu í kirkjuni og tá vit við altarið taka ímóti hansara dýra likami og blóði, har vit verða eitt við guddómi hansara. Og hann er við okkum alt til veraldar enda, tá ringrásin her steðgar.
Adventus Domini – Koma Harrans í fortíð, nútíð og framtíð. Hesi eru boðini í adventstíðini. Tí gerast mong bilsin, tá tey koma í kirkju ein sunnudag í adventstíðini. Mong halda, at adventin einans boðar um jólini og Jesusbarnið. Men summir av teim tekstum, vit hoyra lisnar hesar dagar snúgva seg afturímóti um evstadag og aga.
Verðsins undirgang? Er tað nakað at bjóða fólki í eini tíð, sum annars eigur at vera ein gleðitíð? Hesa hugsan hava kanska mest tey, ið ikki játta seg til kristna trúgv ella hava eina káma trúgv. Tey forsyndast og siga kristindómin elva til óneyðugan ótta.
Løgið at forsyndast yvir, at jørðin eina ferð skal ganga undir, tí tað vita vit at hon sambært náttúrunnar lógum einaferð ger. Vit vita øll, at tann dag, ið myrk gerast sólskin – tann dag sólin ongan hita gevur meira – tá er alt lív á fold burtur. Hetta vita bæði kristintrúgvin og vísindin. Ja, hetta er ikki annað enn barnalærdómur.
Munurin á eini kristiligari undirgangsboðan og eini ikki-kristiligari, er, at høvuðsboðskapurin í teirri kristiligu altíð er, at vit menniskju í hesum ragnaroki eru í verndarhondum Guds.
Og hetta er eisini munurin á eini kristiligari og ikki-kristiligari talu um deyðan, at vit sum kristin vita, at vit eisini mitt á deyðans gøtu – í versta einsemi og myrkri – eru í hondum Guds. Tann hondin, sum leiðir okkum á rætta leið í Sínum navni.
Tá ein í kirkjuni oftari nevnir deyðan enn uttanfyri, so er tað absolutt ikki tí, at kristin eru meira deyð og uppgevandi enn onnur. Vit geva ikki skarvin yvir, vit tora at síggja deyðan í eyguni. Ikki í ønskriligum vónloysi, men í tryggum áliti á teirri Harrans hond, ið leiðir okkum, tá hesin tími kemur.
Bíðað verður eftir tí lívi, ið Koma Harrans veitir okkum.
Onnur tíðindi