Skriva út

Í gjár ringdi kirkjuklokkan á Glyvrum fyri føstuguðstænastu, sum samstundis var fernisering av listaverkum eftir Olivur við Neyst

28.02.2020 Tíðindi
1.jpeg

Talan er um eina framsýning við stak góðum málningum, vatnlitsmyndum og steinprentum, sum hongur í forkirkjuni eina tíð fram. 15 listaverk eru við á framsýningini, og standa tey til sølu.
 
Framsýningin kemur at hanga uppi í uml. 2 mánaðir.
 
Meinhardi Bjartalíð, sóknarprestur hevði andakt. Kór Glyvra kirkju setti hugnaligan dám á løtuna og sjalvandi vóru eisini felagssangir sungnir – og væl av fólki møtti til hugnaligu løtuna.
 
Persturin hevði nógv at gera: Tala, spæla undir og stjórna kórinum, og væl lá fyri.
 
Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, segði frá um listamannin. Tá ið føstuguðstænastan var av, varð boðið til hugnakaffi og prát.


 
Olivur við Neyst
Longu sum 22 ára gamal í 1975 søkir Olivur við Neyst um upptøku á  kunstakademinum í Keypmannahavn saman við 200 øðrum – 20 sluppu inn, og teirra millum Olivur.
 
Olivur hevði teknað nógv frá barni av, og ímeðan hann lærdi til radiomikanikara, gekk hann hjá Fridtjof Joensen í tveir vetrar á tekniskeiði, sum hevði hjálpt honum - og nógv hevði hann íborið.
 
Hann slapp gjøgnum nálareygað – uttan fyrst at hava gingið á góðkendum tekniskúla, sum var vanligt. Heimaarbeiðið var í lagi.
 
Á akademinum gekk hann á málaraskúla hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie í árunum 1975 til 1979.
 
Frá 1979 til 1981 tók hann listapedagogiska útbúgving hjá Helge Bertram. Olivur undirvísti eisini á Amager eina tíð, meðan hann las.
 
Á akademinum fekk Olivur nógvan íblástur frá professarunum har, teimum hann las saman við og eisini á – námsferðum, teir vóru á víða um.
 
Tað var ikki bara so hissini at ganga her, hann skuldi avlevera uppgávur og hvønn mánaða skuldi hann leggja fram til ávegis met, havt hann arbeiddi við, har bæði professarar og næmingur góvu síni met.
 
Hevði tú ikki nóg nógv at leggja fram, ella tú ikki var nóg virkin, fekst tú eitt skriv um tað – og tað kom eisini fyri, at onkur bleiv blakaður út.


 
Esther
Í 1987 gjørdu Olivur við Neyst og Ingi Joensen eitt sokallað “slideshow” av myndum, ið Olivur við Neyst hevði tikið á túrum, hann gjørdi sum maður við Esther, eitt nú undir Íslandi.
 
Eg fór við har fyri at vinna mær nøkur oyru. Eg havi ongantíð havt sjóverk, so mær dámdi sera væl umborð og kanska serliga manningina.
 
Seinni hevur tað víst seg, at millum høvuðsverkini hjá Olivur eru tær myndirnar, sum hann teknaði og málaði, eftir túrarnar við sluppini Esther.
 
Olivur við Neyst er ein av okkara mest gávaðu koloristum, og hava verk hansara stóran týdning í føroyskari listasøgu.
 
Olivur við Neyst hevur prýtt bøkur og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar. Í mong ár var hann fastur teknari á Skúlablaðnum.
 
Í 1990 fekk Olivur við Neyst Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.
 
Hansara myndir eru eyðkendar, bjartlittar kompositiónir, sum hann málar við støði í býar- og bygdaumhvørvum, bátar, á skipsdekki og mikið annað, hann gáar um við sínum gløggu eygum.
 
Olivur við Neyst Dugur at geva tankum og hugmyndum í tí ljósa – og í tí myrka ans. Ein ótrúliga góðsligur, hóligur og friðarelskandi maður – vísur og stillførur.
 
Olivur er ein dugnaligur listamaður, tí hann dugur grundhandverkið, hann lærdi á køksborðinum hjá mammu síni: at tekna!
 
Orð og Myndir: Dávur Winther.