Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð
Hvat heldur tú vera vakrasta orð ? Mamma, summar, vár, gleði, tjaldur, blóma,friður?
Orð skapa tað tey nevna og Guð segði : “Ver ljós ! Og tað varð ljós”.
Við orðum kunnu vit byggja brýr og við orðum kunnu vit oyðileggja alt og øll.
Skriftin sigur eisini at vit skulu ofta seta vakt við munnin hjá okkum ella vit kunnu velja at vera við tí góða orðinum. Er orðið fyrst farið av tunguni, so vendist ikki. Og vit kunnu síggja at orðið særir, men tá tað er sagt, so hjálpir lítið at fara afturum og hampa og royna at bøta tað sagda.
Níggju fólk kunnu siga okkurt vera gott, men er eitt menniskja,sum finnist at, so hvørvur gleðin.
Ósøgd orð kunnu larma, orðini vit ikki tora at siga, men sum vit vita, at hin ætlar at siga.
Við orðinum kanst tú dómfella og við orðinum kanst tú seta í frælsi.
Nøvn og orð kunnu eisini fylla okkum við ræðslu, Adolf, Tsunami, sótt, fangalegur, harðsskapur, svongd.
Í Føroyum drepa vit seyð, vit fiska og vit kippa fugl, og vit eru í grindadrápi og tað er fyri tey allar flestu ein nátúrligur partur av okkara garandisdegi.
Tí, var løgið at lesa um øsinginina í Danmark, tá tey vóru noydd at drepa ein giraf í einum donskum djóragarði. Tá ein tíð var fráliðin, so komu tey serkønu til orsøkina til øsingina og tað var tí at giraffurin æt Marius, tað at hann ikki bara var ein av mongum giraffum, men hevði eitt navn, gjørdi at vit fingu samkenslu og hugsaði heilt øðrvísi um henda serstaka giraffin. Navnið gjørdi munin !
Og í ævintýrum ræður um at kenna navnið, tí veist tú navnið, so hevur tú veg inn til menniskjuna.
Tey fyrstu orðini vit læra barnið er mamma, babba, nøvn á teimum, sum eru allartættast barninum og sum eru orðini , sum letur upp eitt ríkidømi av kærleika og gleði.
Sum barnið veksur og kemur upp at ganga, so daga onnur heiti undan á menniskjum,sum eru kær, mostir, fastir, omma, abbi.
Tá mamma tín ella pápi tín, fastir, ommubeiggi ella systir doyggja undan tær, tá hendir nakað løgið. Tað mátti eg sanna, tá pápi mín doyði, gamal og mettur av døgum herfyri. Tí brádliga, so var ongin eg kundi siga pápi við meiri. Tað menniskjað, sum var pápi mín, var horvin. Somuleiðis tá ein kær mostir og fastir fóru.
Við eitt, so hevði eg orðini, men eg kundi ikki brúka tey við menniskju, sum høvdu verið hjá og um meg. Fyri meg vóru nú hesi orðini tóm, onkursvegna.
Men lívið er deiligt og kveikjandi er so at hoyra ættarliðið, sum eg havi sett við, hevur menniskju sum pápi, mamma, systir hjá teimum í teirra gerandisdegi og í orðunum eru livandi menniskju.
Og stóri Orðstýrarin Hann sigur við teg og við meg :
“Eg nevni teg við navni, tú ert mín” !
So, mín sál, hvat vilt tú meira ?