Í Æðuvík byrjar gudstænastan, tá øll eru komin
”Einki torn er at síggja uttanfyri, og her inni er heldur eingin urga ella annað slíkt ljóðføri. Men her er ein prædikustólur, ein sera forvitnisligt og serstøk altarmynd, og ja, ikki minst eitt kirkjulið, sum fegið vil koma saman at hoyra gleðiboðskapin um Jesus”
Orð/myndir: Snorri Brend.
REPORTASJA 1/5: Tá tú sum fremmandur kemur til eina bygd, man kirkjan vera eitt tað fyrsta, sum tú leggur merki til. Eitt høgt kirkjutorn sæst víða hvar, og er tí gott at meta seg eftir, hvar miðjan er.
Men kemur tú til lítlu bygdina Æðuvík, er ikki bara sum at siga tað at finna staðið, har gudstænastan henda morgunin skal vera: Her er einki torn at síggja. Her er eingin kirkjubygningur at síggja. Her er eingin garður rundan um, sum vísir at her er ein kirkja. Nei, her stendur bara ein bygningur – í roynd og veru eitt missiónshús - fyri seg uppi á eini høvd.
Við einastu hurðina inn í bygningin stendur navnið ”Víkin”, sum eitt minni um, at her var í síni tíð ein útibarnagarður í bygdini. Húsið er í roynd og veru eitt missiónshús, sum er knýtt at Kirkjuligu Heimamissiónini, og sum hevur verið brúkt til nógv ymisk endamál seinastu skjótt 40 árini. Her er av sonnum talan um eitt allround-missiónshús.
Henda morgunin er tað altso ein gudstænasta við sóknarprestinum Ova Brim, sum er á skránni. Boðað er frá gudstænastuni frammanundan henda vakra kavamorgunin. Hált er í støðum og væl av kava, men niðan til missiónshúsið hevur ein gravimaskina júst ruddað slóð.
Sjálvur salurin, har gudstænastan skal vera, er sera einfaldur, men kortini snøggur. Einki torn er at síggja uttanfyri, og her inni er heldur eingin urga ella annað slíkt ljóðføri. Men her er ein prædikustólur, ein sera forvitnisligt og serstøk altarmynd, og ja, ikki minst eitt kirkjulið, sum fegið vil koma saman at hoyra gleðiboðskapin um Jesus.
Gudstænastur við presti eru millum 3. og 4. hvønn sunnudag. Og fólkið fegnast hvørja ferð, tey sleppa til gudstænastu í heimbygdini.
(Hetta er fyrsta av íalt fimm greinum um kirkjuliðið í Æðuvík. Har er eingin kirkja, og tí verða gudstænasturnar hildnar í missiónshúsinum.)
BYGDU SJÁLVI HÚSIÐ
Í fleiri av smærru bygdunum kring oyggjarnar er eingin kirkja at halda gudstænastu í. Har hava tey ístaðin eitt bønhús ella ein skúla til endamálið. Men her í Æðuvík finst ein heilt triðja útgáva av einum gudshúsi, um ein kann lýsa tað so.
Støðan er hon, at í nøkur ár hevði bygdarfólkið, saman við øðrum, arbeitt við at fíggja og gera eitt sjálvstøðugt arbeiði, soleiðis at bygdin kundi fáa sítt egna missiónshús. Av uttanbíggjafólki var tað serliga trúboðarin, Johan Olsen úr Rituvík sum stuðlaði og hjálpti til. Húsið var fíggjað við gávum og ymsum tiltøkum, so sum basarum og sølu av lutaseðlum.
At Æðuvík fekk sítt egna missiónshús kann á mangar mátar metast sum eitt bragd. Um hetta mundið búðu einans 88 fólk í bygdini, og framdu tey eitt megnaravrik við at fáa hetta húsið bygt. Í dag búgva 110 fólk her.
Tey byrjaðu við at hava deknagudstænastur, møtir og sunnudagsskúla í niðaru hæddini í nøkur ár, samstundis sum tey arbeiddu við at gera ovaru hæddina lidna. Í 1983 var hetta arbeiðið komið so langt, at alt húsið kundi takast í brúk og missiónshúsið vera vígt.
Møtir hava verið hildin her gjøgnum árini, men tey hava ikki havt reglulig møtir í nøkur ár. Men í fjør var skipað fyri lærusveinaskúlanum PODAS, har átta fólk hittust til undirvísing í Bíbliuni. Sum skilst var tað sera gevandi og ikki minst stuttligt.
GITTARIN MÁ STEMMAST
Klokkan er nú farin at nærkast 11 henda dagin – hon er faktist 10:54, og fólk í øllum aldri koma pø á pø inn í salin. Deknurin var fyrstur, og tá byrjað verður hava 25 fólk leitað sær til gudstænastuna.
Presturin kom fyri løtu síðani við gittara í hond, og er hann, ið skal standa fyri tí mesta í dag: Øllum tí, sum hoyrir til eina gudstænastu við presti, og so skal hann haraftrat spæla undir til sálmasangin.
Ovi tekur gittaran úr kassanum og byrjar at stemma hann - fyrst eina ferð, og síðani eina ferð aftrat. Hann setist nú eina løtu í kvirru, leggur saman hendur, biður fyri gudstænastuni og leggur alt kirkjufólkið í Guds sterku hendur.
So fer deknurin, Aslaug Olsen, brádliga á føtur. Nú munnu øll vera komin, sum annars ætlaðu sær til gudstænastuna í dag. Klokkan er 11:00 og nú kann gudstænastan byrja við inngangsbønini. Presturin fer á føtur, og sigur líka frá um ørindini hjá tí fremmanda manninum, sum er við til gudstænastuna í dag, útgjørdur við blokki og myndatóli.
So er tað fingið uppá pláss, og hann sigur víðari, at vit byrja hesa gudstænastuna við at syngja nummar 390 í sálmabókini, ”Himnafaðir vár, vit biðja”. Og mín sann um hann ikki eisini stemmar gittaran á triðja sinni.
- Ja, tit skilja. Tað er hesin kuldin. Gittarstreingirnir hava hug at flyta seg, tá tað er kalt, og tí má eg stemma hann einaferð aftrat, nú vit skulu syngja fyrsta sálmin, sigur Ovi brosandi.
Hann spælir eina stutta intro, og so verður fyrsti sálmurin sungin og gudstænastan er byrjað. Og fólk syngja væl við.
MINNAST TEY FARNU
Sunnudagurin 6. februar 2022 var í mangar mátar ein serstakur dagur fyri kirkjufólkið í Føroyum – og somuleiðis fyri kirkjuliðið í Æðuvík:
Í fyrstu atløgu, er hesin sunnudagurin við sínum prædikuteksti úr Matteus 13, 44-52 um dýrgripin og perluna, ikki í hvørjum kirkjuári – tað veldst alt um, nær páskirnar eru.
Í aðru atløgu er hetta somuleiðis dagurin, tá æðuvíkingar umsíðir sluppu aftur til gudstænastu eftir seinasta korona-steðgin. Seinasta gudstænastan var 2. jóladag í fjør.
Og í triðju atløgu var hetta dagurin, tá nøvnini á teimum, ið farin eru av bygdarfólkunum seinasta árið, vóru lisin upp. Í hesum føri snúði tað seg um tíðarskeiðið frá 1. november 2020 til 1. januar 2022.
Upprunaliga var ætlanin at henda minnisløtan skuldi vera í samband við Allahalgannadag í fjør, men hesum forðaði farsóttin fyri. Og tá tey ætlaðu at gera tað um nýggjársleitið, var sama skilið. Tí varð tað nústani gjørt, nú tvey fólk – ein kvinna og ein maður – úr Æðuvík vóru farin í hesum tíðarskeiði, og nú mint av kirkjufólkinum eina løtu í tøgn.
Prædikan var liðug, ein sálmur sungin, signingin lýst og so var komið til seinasta sálmin. Undir hesum seinasta sálminum plagar klokkarin sum oftast at fara út í forkirkjuna, lata hurðarnar upp og vera klárur at ringja biðisløgini. Men her í Æðuvík er bert tann eina hurðin – úthurðin. Her er heldur einki kirkjutorn, eingin klokka at hoyra og heldur einki postludium.
Sálmurin er liðugur. Prestur hevur pakkað sær gittaran niður aftur í kassan. Og nú er deknurin klár at lesa útgangsbønina.
Hon sigur Amen, gudstænastan er liðug, og prestur fer fyrstur á føtur og ætlar sær aftur í salin at heilsa uppá kirkjufólkið. Men fyrst skal henda løtan ”forevigast”. Úrslitið av tí sæst ovast í hesi greinini!
Má Harrin signa hetta lítla, men tó sterka kirkjuliðið í Æðuvík.