Hvussu angar Guð?
Vit hava okkara sansir, sum stýra og vegleiða okkum. Granskarar hava staðfest, at vit menniskju finna okkara maka við ótilvitað at lukta hann ella hana. Lukturin ger av, hvønn eg verði góð við.
Sjónvarpsrøðir í hópatali vísa, hvussu illa gongst at para fólk eftir teirra data, ynskjum og hvat teirra áhugamál eru. Óansæð, hvussu vit kunnu hugmynda okkum ein maka og seta upp ein lista við krøvum, hvussu mín maki skal síggja út og vera, so er tað nøsin, sum ger av, hvønn eg verði góð við.
Somuleiðis, tá vit fáa eitt barn. Angin av nýføddum barninum er heilt fantastiskur, og mann kann bara sita og verða heilt burtur í hesum heilt serstaka anganum. Kanningar vísa, at flestar mammur kunnu lukta í eini toyrúgvu, hvat plagg júst hennara barn eigur. Tey, sum hava gingið í nunnuskúlanum, tá eg var barn, vita, hvussu skúlin og roykilsi í gomlu katólsku kirkjuni anga.
Tá eg var barn, var eg nærum hvønn sunnudag í kirkju við pápa. Og hvønn sunnudag fór hann i ”sunnudagsklædning”, blankar skógvar, nýstrokna skjúrtu, og so tók hann eitt nýstrokið lummaturriklæði. Mamma átti altíð nógv ymisk luktilsisgløs, og so tók hann ein dropa úr einum glasi í lummaturriklæðið. Tá vit so sótu í kirkjuni, so tók hann tað upp, og segði við einum brosi: ”Uhm, luktar deiligt, ha?” Og so sat eg har í kirkjuni, lenaði meg upp móti pápasa armi og klædningi, við veikum anga av perfumu, og meðan prestur las torfør og stutttlig orð og fólkið sang vakran sálmsang, plagdi eg at dúra. Tá so pápi fór foldum frá, kundi eg lata hansara klædnaskáp upp og enn kenna angan og minnast á nakað, sum var trygt og fjálgt.
Og okkara umami smakkur, sum umheimurin rósar. At koma heim ein vetrardag og lukta, at mamma hevði kókað ræst kjøt, var framúr. Í dag verður ræst kjøt næstan kókað uttanfyri, og fólk fara í verndarbúna, tá tey skulu eta ræst kjøt, tí ”tað luktar”! Og hvør veit ikki heilt presist, hvussu tað luktar hjá tannlæknanum? Og fyrsta skúladag í “Gamla Bókhandli”, tá nýtt pappír til bøkurnar, viskileður og blýantar skuldu keypast og góði angin har fylti alt. Ella, tá mann sum barn, kom oman Tórsgøtu og luktaði ”Frants Restorff”, bakaríið við teimum undurføgru luktunum fylti alla gøtuna, og blómurnar inni hjá “Trónd Hansen” á Áarvegnum ella í “Sýruni”, angin av leðurhanskum og taskum.
Kanska skúra og vaska vit so í okkara allergiska heimi, at vit heilt hava gloymt, hvussu ein luktur kann vekja bæði góð og vánalig minni. Fyrr skrivaði mann brøv og kundi lukta pappírið, og tey ásttiknu koyrdu luktilsi á brævið í mun til teldubrøvini í dag, sum eru luktleys...
Joachim Stender hevur skrivað bók, sum eitur ”Guds sved”. Hann skrivar um okkara sansir, at vit kunnu smakka, hoyra og síggja Guð, men hvussu við anganum av Guði?
Guð blásti á skapnardegi lívsandan í nasarnar á menniskjanum, so tað kundi anda og vera livandi skepna. At lukta eitur á hebraiskum “reiah”, sum er í tráð við orðið fyri anda “ruah”. Eins og andin er ósjónligur, men tó setur ymiskt í gongd, soleiðis eru ymsu luktirnar. Vit hoyra um olju, roykilsi og myrru í Skriftini. Øll Skriftin er full av luktum, les bara Hásongin! Vísmennirnir høvdu myrru við til nýborna barnið og kvinnan salvaði Jesus við sera dýrari nardus salvu. Kvinnurnar fóru út til grøvina hjá Jesusi fyri at gera eftir teirra siði við ymsum angandi urtum. Og angandi oljur vórðu nýttar, sum mann koyrdi á pulsin við skøvningin ella á hálsin, so angin varð heitur og kundi sansast. Vit lesa um brennioffur og brennandi tornarunnur og orðið perfuma merkir - gjøgnum eld - og gjøgnum sáttargerðir kemur angin av friði.
Árstíðirnar lukta ymiskt, og tá mann kemur úr flogfarinum, so kann mann lukta Føroyar. Nýkókað kaffi um morgunin og so allir luktirnir á jólum, kanel, granntræ og dunna. Luktur er kenslur. Luktur kann vekja tey besti og tey vánaligastu minnini í okkum.
Kunnu vit sansa Guð ein kaldan, stillan vetrardag ella ein fagran summardag ella ein surk dag, tá døggin drívur ?
Tað er stuttligt at lesa bókina hjá Stender um nardus, myrru, olju og um kvinnuna Ketura í Jerusalem, sum hevði savnað ymsar angar saman í eina lítla glasfløsku, sum hon segði vera angin av Guði.
Jesus varð nevndur Kristus, sum merkir salvaður. Hann varð salvaður við olju, ikki bert við orðum, men við anga eisini.
Og tí vera tey, sum kalla seg kristin, tey sum ”anga”, og tað er ein uppgáva, sum vil nakað, at vera ein ”góður angi” í heiminum.
Og minst so til, at tað er næstin, sum ger av, hvussu eg og tú anga !