Skriva út

Hvørja gávu fær konan, ið eigur alt? - Jú, ein sálm!

02.05.2023 Tíðindi
A Hans Við Tekst
Tann stóri spurningurin hjá 50 ára gamla Hans Agerbek var: Hvat skal eg geva konuni í føðingardagsgávu? Hann visti ráðini

DÝRI BIÐIDAGUR: Spurningurin er helst kendur av nógvum monnum – eisini honum, ið skrivar hesa greinina – men okkurt mátti hann gera.

Tey høvdu nú verið gift í 21 ár, og ja, vildi man sagt í dag: Hvørja gávu gevur man eini kvinnu, sum eigur alt, á hennara føðingardegi, - kanska eina av tí meiri romantiska slagnum. Altso, ikki bara okkurt, sum fánar og følnar við tíðini, men okkurt varandi.

Neyðugt er at hugsa um, at hesa tíðina vóru ongar handilsmiðstøðir í nánd, eingin internet-handil og heldur ongar lokkandi lýsingar at velja millum. Orsøkin til hetta var hin einfalda, at vit eru stødd langt úti á landinum í Danmark fyri júst 175 árum síðani.

Huff puff. Hans sá á álmanakkanum, at føðingardagurin hjá konuni nærkaðist í stórum. Nú var sunnudagurin 6. februar beint her. Hann hugsaði og hugsaði. Tað vil siga, at í roynd og veru hevði hann eitt sera vakurt lag í høvdinum, sum hann hevði murrað aftur og aftur.

So kom tað brádliga til hann: Sjálvandi! Hví havi eg ikki hugsað um tað áður, øll hesi árini ið vit hava verið gift? Í ár fari eg at yrkja henni ein sálm, sum hóskar til hetta vakra lagið. Ein troystarsálm, sum er júst til hana og hennara umstøður!


Ein troystarsálmur, sum er yrktur út frá Matteus 25 um tær 10 brúðarmoyggjarnar

Soleiðis fekk Hans Agerbek skrivað og givið konuni sálmin ”Uforsagt, våg og bed, Jesus haver det alt fulbragt”. Nakað nógv ár seinni, í 1911 hevði háskúla-maðurin Símun av Skarði helst bæði hoyrt og sungið, og síðani umsett sálmin til føroyskt, her hann fekk heitið ”Óttast ei, vak og bið”.

Næsti halgidagur okkara, dýri biðidagur, stendur á álmanakkanum fríggjadagin 5. mai. Hesin sálmurin, sum var almannakunngjørdur í tíðarritinum ”Ungu Føroyar” nr. 4 í februar 1914, stendur undir ”Bøn” í sálmabókini. Hann er tí væl hóskandi at syngja í kirkjunum henda halgidagin.


Føroyska týðingin stóð í Ungu Føroyar í 1914

Her kemur søgan um, hvussu hesin sálmurin gjørdist veruleiki. Í næstu grein, verður greitt frá, tá føroyingar nógv ár seinni kundu syngja hann á egnum máli.

Fimm ár og foreldraleysur
Fyrst eitt sindur um yrkjaran, Hans Agerbek sum var føddur 1. februar í 1798 í prestagarðinum í Skydebjerg, nakað vestanfyri Odense.

Hann var tó einans hálvtannað ára gamal, tá pápin, ið virkaði sum prestur her, doyði. Verri var, at mamma hansara doyði fimm ár seinni.

Tann foreldraleysi Hans var síðani fluttur í heimið hjá próstinum Zeuthen Eiler Switser í Øster Hæsinge, sum lá nakað longur suðuri á Fjóni. Zeuthen var giftur við mostur Hans. Hugur hansara lá, eins og hjá Zeuthen til gudfrøðina, og í 1816 byrjaði hann lesnaðin, men mátti gevast, tí hann snøgt sagt hevði ikki ráð at halda fram.


Her á Garði (Regensen) í Keypmannahavn hava nógvir føroyskir studentar búð, - eitt skifti eisini Hans Agerbek

Fýra ár seinni flutti hann til lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann búði á Regensen – á Garði, sum føroyingar nevna henda henda studentagarðin – har hann íðin granskaði Bíbliuna. Her kom hann eitt skifti at uppliva eina kreppu í trúarlívinum, men fekk góðan stuðul og hjálp frá ongum øðrum enn Grundtvig.

Eftir ymisk prestastørv fekk hann í 1841 fast prestastarv í Øster Hæsinge og Hillerslev, sum lá tætt við barnaheim hansara. Hetta var ikki bert eitt tilvildarligt prestastarv, men eitt starv, sum hevði verið í móðurættini í samfull 200 ár.

Í 1827 giftist hann við teirri trý ára eldru, Marie. Sagt verður um hjúnini bæði, at ein sjáldan áður hevur sæð tvey menniskju, sum bæði í lyndi og medferð vóru so ymisk, men sum kortini kundu útfylla og stuðla hvørjum øðrum:

Hann var góðsligur og friðarligur, nærum bangin og óttafullur, og haraftrat rættiliga ópraktiskur. Hon var hinvegin væl bygd, eitt arbeiðsgrev, lívlig og kát, men sum kortini var honum ein hollur stuðul.

Ein plága av iva
Tað var kortini eitt, ið so líðandi gjørdist ein tornur í holdi hennara, ein plága av iva. Eftir hennara hugsan hevði hon ikki gjørt nakað nóg gott. Hvussu kundi Gud tá vísa henni náði og fyrigeving? Nei, hon fekk seg ikki at trúgva, at Gud ynskti at hava nakað við hana at gera.

Hvussu kundi Hann loyva, at hon og maðurin skuldi missa tvey av vaksnu børnum teirra. Henda hugsanin neit henni so fast, at hon byrjaði at ivast um meiningina við sínum lívi, eisini tá seinasti dagur hennara nærkaðist, - og kom miðskeiðis í føstuni, mikudagin 1. mars 1854.

Sagt verður, at Hans syrgdi og græt so nógv, meðan hon stríddist til tað síðsta, at vestur hansara var dýggjvátur av tárum. Men tá hon andaðist, fór hann stillisliga úr kamarinum, tí nú stóð næsta uppgáva á skránni, ein føstugudstænasta í eini grannakirkju.

Lítið visti hon tá, at maðurin skuldi fáa enn størri sorg, tí elsta barn teirra doyði eisini, áðrenn hann andaðist 15 ár eftir konuna.


Her í Skydebjerg-garðinum var Hans Agerbek borin í heim

Óttast ei, kona mín
Sum prestur hevði Hans nógv ymiskt, ið skuldi fyrireikast og sigast; nógv viðurskifti at taka støðu til og fáa sett í verk; og so alt hitt, sum hoyrir til ein prestagerning.

Sóknarbørn hansara vóru tó ongantíð í iva um, hvar tey høvdu prestin, tá talan var um tað andaliga lívið. Tí, sum ein teirra segði um hann, so livdi hann við síni Bíbliu í dagligum trúnaði og áliti.

Tað var tó eitt, sum hann altíð gav sær tíð til, so leingi konan var á lívi: Hann yrkti konuni ein nýggjan sang, sum kundi gleða og ugga hana á føðingardegnum 6. februar.

Sum omanfyri nevnt, so var hetta ikki ein og hvør gáva, sum hann gav konuni. Hann visti jú, at konan hevði sítt at stríðast við, millum annað hetta við sjálvsvirðinum og teim tungu tankunum. Lítil ivi er um, at serliga 3. ørindið í sálminum er yrkt júst til hennara:

Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið.
Hevur tú lýsi á koluna spart,
brennur ljós títt, um enn ei bjart,
finnur við gleði tú hann.

Ringt er at siga, um hann ætlaði at almannakunngera sálmin beinanvegin. Hetta slapp hann undan at hugsa um, tí hetta hendi nakað seinni av einum, sum so avgjørt helt, at hesin sálmurin átti at koma út til alt fólkið.


Her í Espe Kirke virkaði Hans Agerbek sum prestur frá 1834 til 1841

Barnslig trúgv og kærleiki
Tað skuldi tó vísa seg, at sálmurin ikki einans var konu hansara til signing og troyst.
Um hetta mundið var Tríárakríggið, ella Fyrri Slesvíkski bardagin, sum helst var meiri at rokna sum eitt borgarakríggj í Danmark í árunum 1848-51.

Her fall ein av vinum hansara, Jens Rasmussen, 28. mai í 1848, og líkt er til, at Hans skundaði sær til heim hansara við eini avskrift av troystarsálminum, sum hann hevði skrivað til konuna slakar tríggjar mánaðir frammanundan. Hesin sálmurin hevði jú troystað konu hansara, og kundi helst eisini troysta syrgjandi foreldrini og systkini hjá Jensi.

Sum skilst segði Hans einki um, at tað var hann sum hevði yrkt sálmin. Í juni mánaði hetta árið kom sálmurin tó, saman við átta øðrum, alment fram í sangheftinum ”Nogle Sange nærmest foranledigede af den nuværende Krig i Fædrelandet”.

Í 1850 var sálmurin sungin, tá prestakonvent var í Roskilde, og í 1852 var hann so smátt vorðin kendur nógvastaðni í donsku kirkjuni.

Sagt verður um sálmayrking hansara, at orðini kanska ikki høvdu stórt poetiskt virði. Men fert tú aftur um tey, sæst, at tey eru borin av eini barnsligari trúgv og í stórum kærleika til tey, hann hevði kær.

Við hesum einfaldu orðunum, bæði bað hann og sang hann troystarorð inn í sálina á veiku konu síni.


Soleiðis kundu tey bæði lesa og syngja í gomlum døgum. Her hann bókaður undir "Årvågenhed og bøn"

Alt hevur Hann gjørt væl
Tá konan var farin, kom tað eisini í størri og størri mun at merkja gerandisdagin hjá Hans. Honum longdist heim – heim í Himmalin, har konan og hansara kæru vóru farin undan honum.

Hann hevði eina bøn til Frelsara sín: At sleppa undan eini langari og pínufullari sjúkralegu, áðrenn hann skuldi fara foldum frá. Og hann fekk lov at sleppa heim í friði.

Hann var væl fyri til tað seinasta, eisini tá hann, átta dagar frammanundan deyða sínum, hevði verið til altars saman við teimum øllum.

Henda mánamorgunin, 13. september 1869 sat hann í hvílustóli sínum í stovuni, tá hann brádliga fekk eitt dánilsi. Langt var til lækna, og meðan hann stamandi segði ”Alt hevur Jesus gjørt væl” uppaftur og uppaftur, datt hann deyður í fangið á hjálparmanni sínum, Axel Bay.


Gravsteinur hansara í Espe kirkegård ber enn prógv um virksemi hansara. Legg merki til oljulampuna, sum er tikin úr líknilsinum um tær 10 brúðarmoyggjarnar, sum allar høvdu olju, men tá á stóð høvdu bert fimm teirra nóg mikið av olju, tá brúðgómurin kom

Ein stórur skari av fólki, bæði greivum og olmussufólki úr bygd og býi, fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Á gravsteininum stendur ein yrking, og á einfalda krossinum, sum fyrst var settur á grøvina, men seinni á gravsteinin stendur 7. ørindi úr brævinum sum ápostulin Paulus skrivaði til vin og starvsfelaga sín Filemon: ”Góði felagi, eg fái bæði gleði og troyst av kærleika tínum, av tí at øll í kirkjuni hava fingið hjálp og styrki av tær!”

Hesa troystina kunnu vit enn fáa, tá vit syngja sálmin ”Óttast ei, vak og bið” á dýra biðidegi 2023. Ella nær tað skal vera!

- - -

Í næstu greinini verður greitt eitt sindur frá, tá Símun av Skarði týddi sangin til føroyskt í 1911.

Orð: Snorri Brend (fólkakirkjan.fo)/Myndir: Alnótin