Skriva út
Hvør velur tey, ið ráða fyri borgum?
22.10.2013 Tíðindi
Ein av teimum stóru uppgávunum hjá kirkjuráðunum er at velja tey stjórnandi ráðini í fólkakirkjuni, Próstadømisráðið (PR) og Føroya Stiftsstjórn (FSS).
Í PR eru 5 fólk. Dómprósturin er føddur limur, og hini 4 verða vald av kirkjuráðslimunum runt um í landinum.
PR tekur sær serliga av fíggjarviðurskiftunum hjá teimum 60 kirkjunum. Umbygging, viðlíkahald og nýggir bygningar eru saman við fíggjarviðurskiftum kirkjunnar kjarnuøkini hjá PR.
Í FSS eru 3 fólk. Biskupur er føddur limur, Mentamálaráðið velur ein og kirkjuráðlimirnir velja tann triðja stjórnarlimin. FSS er kirkjunnar evsta innankirkjuliga vald og yvirskipaður myndugleiki innan flest øll øki, ið nema fólkakirkjuna.
Hóast henda staðfestingin er væl kend, so er tað skilagott at minna kirkjufólkið á, at hvør einstakur limur í fólkakirkjuni hevur møguleikan at ávirka bæði PR og FSS. Talan er um óbeinleiðis fólkaræði.
Kirkjufólkið í kirkjusóknini velur eitt kirkjuráð, og tað eru kirkjuráðslimirnir, ið velja 4 av 5 limum í PR og 1 av 3 stjórnarlimum í FSS.
Tann 5. november er kirkjuráðsval. Nú er møguleikin at gera seg galdandi og velja tann persónin, ið umboðar sjónarmið tíni / míni / hins einstaka.
Sostatt er tað kirkjufólkið, ið beinleiðis og óbeinleiðis velur tey fólk, ið stjórna fólkakikjuni.
JF
Onnur tíðindi