Skriva út

Hvør velur prest?

22.10.2013 Tíðindi
Hvør velur prest?

Ein av teimum stóru uppgávunum hjá kirkjuráðunum er at velja tann (m/k), ið skal vera sóknarprestur í kirkjusóknini og prestagjaldinum.

Hóast henda staðfestingin er væl kend, so er tað skilagott at minna kirkjufólkið á, at hvør einstakur limur hevur møguleikan at ávirka arbeiðið í kirkjuráðunum og harvið valið av presti.

Kirkjufólkið í kirkjusóknini velur eitt kirkjuráð, og kirkjuráðið / kirkjuráðini innstilla og velja ímillum møguligar umsøkjarar ella avgera, at embætið verður lýst leyst av nýggjum.

Biskupur innstillar til landsstýrismannin í kirkjumálum, og tað er landsstýrismaðurin, ið endaliga setur ein sóknarprest í starv og embæti.

Biskupur og dómpróstur hava fyrst ábyrgd av prestunum, tá ið teir eru komnir í eitt embæti. Í sambandi við valið av presti er leikluturin hjá biskupi objektivur, fakliga kunnandi og almenn fyrisiting.

Tann 5. november er kirkjuráðsval. Nú er møguleikin at gera seg galdandi og velja tann persónin, ið umboðar sjónarmið tíni / míni / hins einstaka.

JF