Hvør skal sleppa at syngja, skriva og mála?
Heimurin liggur víðopin, og vit síggja og hoyra um nýggj rák og tvístøður beinanvegin tær eru.
Mamma, pápi og børn eru saga blott. Vit hava, sigur onkur, um 67 ymiskar kynssamleikar. Tíðin hevur latið upp fyri at menniskju, sum hava ymsar samleikar, tora at siga :
”Hetta eri eg, og soleiðis eri eg.”
Vit læra at kenna okkara mørk og vita, nær vit skulu siga nei, tá onkur ger seg inn á meg, ella eg geri meg inn á teg.
Vit skulu vera semjusøkjandi og vísa atlit, men hvussu gera vit tað ?
Alt meiri kenna vit okkum gingin ov nær, vit illneitast og finnast at. Og vit verða bangin og ræðast at siga nakað sum helst, tí tað verður kanska tulkað heilt skeivt og øðrvísi enn eg ætlaði.
Í okkara vilja at gera gott eru vit endaði sum nakrir verri moralistar, sum sita sum indigneraði og frustreraði menniskju, sum eru so ræðslusligin fyri at vera skírd nakað annað enn tað, sum tey flestu siga seg vera, so tolsemi og frælsi hava ikki so víðar og frælsar leiðir hóast alt ?
Har tað fyrr var kirkjan, sum tosaði um synd og moral, so er tað horvið út í samfelagið, har vi synda móti okkara kroppi, og moralurin er at ”halda hvønn annan í skak”.
Samstundis, so fegnast mann um at vit liva í einari tíð og í einum landi, har vit øll hava sjálvsagdan rætt at vera júst tey vit eru.
At hóast” eg eri ósamd í tí ,sum tú sigur, so vil eg berjast til mín doyggjandi dag fyri at tú skalt hava rætt at siga tað, sum tú heldur” !
Vit hava langa søgu, sum vit kenna alla ella brot úr, kvæðini sum hava dynjað um reystar kappar og vakrar kvinnur. Vit hava okkara hetjur upp til okkara tíð, og vit eru takksom fyri at sleppa at standa á teirra herðum.
Vanliga ganga nøkur ár, nøkur ættarlið, so kaga vit aftur og virðismeta, hvat var gott og minni gott. Hvat hendi í hasum tíðarskeiðnum, hvat taki eg við , og hvat taki eg frástøðu til.
Vit minnast aftur á ræðuleikarnar í Evropa, tá nazisman vísti sítt ljóta andlit, tá harðræðisfólk drópu og fóru illa við menniskjum og vit hugsa aftur og vóna og ynskja at slíkt ikki má henda aftur.
Men minnast mugu vit, tí annars kann søgan endurtaka seg.
Men í dag fara vit eitt fet longri. Vit rætta í bókmentum, sum hava ríkað fleiri ættarlið og vit hava elskað Pippi og Tin Tin, men nú broyta og viska vit út á besta ”nazimanér,” tí tað halda vit, at vit eiga at gera.
Og á henda hátt verða við søguleys og samanhangurin hvørvur. Sum tær vitleysu og andleysu statusuppdateringar nar á FB, soleiðis fer fortíðin at síggja út. Vit skulu ikki vita nakað, ikki hugsa sjálvstøðugt og gáa um rætt og rangt, nei, so hvørt sum nýggjar tíðir koma, so bakka vit og strika út í heimssøguni og halda okkum soleiðis vera góð menniskju.
Men tað er í óskrivaðu framtíðini, at vit skulu vera og gera ein mun, so at alt tað, sum vit vilja viska burtur úr fortíðini, ikki skal henda aftur. Men fortreytin er at vit kenna okkara søgu.
Somuleiðis við sjónleikarum og tónleikarum i dag. Forboð móti at spæla tónleik, sum ivaleyst mong hava sum kær minni og sum hevur fylgt onkrum gjøgnum langt lív. Men nú verður fólksins dómur, av tí at fleiri av hesum listarfólkum hava livað eitt andstyggiligt lív, at so skal listin skerjast. So mugu vit fara at koppa standmyndir og brenna nógvar bøkur á bálinum. Og soleiðis læra vit als onki av søguni, men vit tiga hetta í hel, tað verður dult og fjalt.
Listin er okkara, og listarverkini siga teirra søgu. Skal eg gera av, om tú skalt hoyra Beatles aftur ella hvør tað nú skal vera ? Livir listin ikki sítt egna lív?
Sannast má, at hetta eru sera torførir spurningar !
Hvør skal kasta fyrsta steinin ? Skulu vit fara at strika ávis fólk úr okkara ættartalvum ? Skulu vit ikki aftur síggja midnáttarmessu úr Vatikaninum ?
Og hvussu við øllum persónunum, sum vit elska at lesa og hoyra um í Skriftini ? Vóru tey lýtarleys ? Ein avnoktaði, annar snýtti, tey sviku, drópu, men við at hoyra teirra søgu læri eg nakað.
Við at sensurera í listini tabuisera vit samstundis myrkar og ræðuligar síður av mannalyndinum.