Hvør ringir nú?
So fylti útvarpið runt og mangt er broytt, síðani føðingardagsbarnið kom í heimin.
Tá eg var barn, so át man døgverða á middegi, saman, øll rundanum eitt borð og so lurtaði mann eftir føroyinginum. Og tá var kvirt. Mann lurtaði. Og aftur um nátturðamundið, so ”tendraði mann aftur fyri føroyinginum”.
Tá var bert ein telefon í húsinum og ringdi hon, meðan tíðindini vóru, so helt onkur kanska fyri : ”nú mann onkur vera deyður” ella ”hvør óveningur ringir, meðan pressan er”. Tað var halgibrot at órógva, meðan útvarpið sendi.
Í dag sløkkja nógv fyri tíðundunum, tí familjan skal tosa saman, meðan allar telefonirnar hjá húsfólkunum bippa og ringja og lýsa.
Hvør minnist ikki, tá útvarpið segði frá, tá maður fyrstu ferð steig á mánan ?
Ella útvarpið segði, at Elvis Presley var deyður?
Ella tá tíðindini bórust um at The Beatles fóru hvør til sítt.
Tað varð lurtað so intenst, so mann minnist aftur á dagin og umstøðurnar. Í dag eru nógvir kendir tónleikarar deyðir, men hvør minnist til tað ? Tað fer so skjótt framvið.
Í dag hava vit so sera nógvar miðlar og pallar. Vit uppdatera allan dagin ígjøgnum. Vit uppliva heimin, hvør í sínum lagi, gjøgnum fartelefon, teldu ella útvarp og sjónvarp, so tað at øll tjóðin i senn fekk kvøkk, um Hekla goysti ella at Kennedy varð skotin, tað er ein farin tíð.
Vit liva í einum pausuleysum samfelagi, har vit mangan kikka eftir ondini. Men hvat vita vit ? Hvat minnast vit ? Liva vit trygt og komfortabult í okkara boblu, við hvítum veggjum, FB og ferðini til Gran Canaria all inclusive ? Hvat leggja vit í børnini og eru vit tilvitaði, hvat børnini læra ? Men hví leggja sær nakað í geyma, tí vit kunnu jú altíð googla tað !
Sagt verður, at tá Islam brádliga gjørdi seg galdandi í Europa, tá fóru fólk at gáa um, hvørji virði vit hava í vesturheiminum. Og mong hava sannað, at tað er so sera einfalt at taka alt fyri givið og so leggja seg afturá og durva. Men tað er vandamikið, tá vit gloyma, hvussu vunnin rættindi eru vorðin okkara. Minnast vit at siga við barnið og tann unga at vit øll standa á herðunum á fólki, sum eru farin undan okkum ?
Vit standa spyrjandi og eygleiða Trump og vita ikki, um vit skulu flenna ella gráta ? Og vit síggja rák loga upp, sum vit ræðast. Lata vit alt fara framvið og steðga bert á, um Alanya verður stongt?
Hvat sigur okkara samtíð ? Vit hava hildið at tað ongantíð á ævini aftur fór at vera kríggj í Europa, tí vit eru siviliseraði og semjusøkjandi, men hvat hendir í dag, jú alt Europa siglir, so at siga og tey, sum vit hildu vóru okkara vinir og verja eru tað als ikki og alt gongur eina løgna gongd. Vit eru polariseraði sum ongantíð fyrr og eru ósamd um alt.
Men skulu vit bara siga ”lat fara, fáa onki gjørt, allíkavæl.” Og so svimja víðari og shoppa runt og minnast onki, tí vit brúka tíðina at eygleiða hvønn annan á socialum miðlum og gloyma at minnast til søguna og gloyma at siga søguna víðari til komandi ættarlið.
Rák koma og fara, ismur koma og fara. Í kirkjuni tosa vit um ævig virði og tráðleyst samband uppeftir.
Vit kunnu altíð tagga og leika timburmannin frá Nazaret......Nú ringir mín Iphone...eg MÀ fara !