Skriva út
Hvør ræður innan kirkjugátt?
25.10.2013 Tíðindi
Í mínari tíð sum sóknarprestur eru mong viðurskifti broytt til tað betra. Lógir og reglugerðir eru dagførdar, og størri ábyrgd er løgd út til kirkjuráðini enn áður.
Í áttiárunum í undanfarnu øld var arbeiðsbýtið einfalt. Sóknarpresturin tók sær av innihaldinum og deknurin í hansara (m/k) stað. Kirkjuráðið var eitt slag av húsavørði, ið hevði kirkjuna, t.e. bygningin, um hendi.
Sagt einfalt og stutt er støðan í dag ein onnur. Sóknarpresturin er í dag “einans” fakligur ráðgevi hjá kirkjuráðunum, tá ið talan er um tiltøk og nýtslu av kirkjuni.
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av hámessuni og teimum kirkjuligu tænastunum t.d. dópur, ferming, vígsla, jarðarferð og sálarrøkt.
Tað er kirkjuráðið, ið avger hvørji tiltøk eru í kirkjuni uttanfyri hámessutíð. T.d. er tað kirkjuráðið, ið avger, um konsertir, møtir, fyrilestrar, vøggusangur og hugnakvøld eru í kirkjuni.
Tann 5. november er kirkjuráðsval. Nú er møguleikin at ávirka avgerðirnar hjá staðbudnu kirkjuni og velja tann persónin, ið umboðar sjónarmið tíni / míni / hins einstaka.
Sostatt er tað kirkjufólkið, ið beinleiðis og óbeinleiðis velur tey fólk, ið stjórna fólkakikjuni.
JF
Onnur tíðindi