Skriva út

Hvør ger knettir í dag?

25.03.2019 Tíðindi
Armgarð.jpg

Vit eru enn í føstuni, og tá er tíðin at hugsa um tíðina.
Tíðin, sum vit sansa, tá hon er farin. Tíðin, sum vit næstan altíð halda strýkur avstað.

Tá eg var barn, høvdu flestu foreldur annað arbeiðsbýti enn í dag. Í okkara grannalagi vóru flestar mammur heima, og vit vóru nógv børn í grannalagnum.

Tað var næstan ” revsing ”at skula vera inni. Minnist aftur tá mann hevði meslingar og fárasjúku, hvussu sjúkur mann var, og hvussu leingi mann skuldi vera inni. Og tá eitt barn varð sjúkt, so lá sum oftast alt grannalagið eftir stuttari tíð.

Vit vóru úti í øllum veðri. Skreiddu og spældu kavakríggj, lakkaðu og hoppaðu paradís, alt eftir hvar á árinum mann var.

Børn vóru ikki projektbørn, tey vóru bara børn og fingu ikki tann ans, tey fáa í dag. Og ongin legði framtíðarætlanir fyri barninum, sum so, hvussu lívsleiðin helst skuldi síggja út.
Men ”ver ein pen genta”, ikki ”skuffa foreldrini” í mun til í dag tá foreldur spyrja barnið :
”Hvat hugsar tú, hvat vilt tú ?”

Mammur gingu hvønn dag oman í býin og keyptu døgverðamat hjá ”Jens Reinert”, keyptu breyð hjá ”Frants Restorff” og stóðu í langari kø hjá ”Meiarínum”. Hvørt húskið hevði sína serstaku mjólkaspann. Vit høvdu eina hvíta við reyðum loki, onkur hevði stóra metal. Róma kundi mann ikki altíð fáa. Tað var ofta skamtað, so tað var um at skunda sær, tá tá var jól ella páskir, so mann fekk fatur á róma til dessertina.
Og so knossaðu tær vørurnar heim og settu uppá pláss.

Pápi kom onkuntíð heim við fiskateggju, og tá ein dagur var gingin, so vóru hesir fiskar vorðnir til eitt stórt fat av knettum, sum varð kókað og sett í vindeyga at svala av.

Vit runnu heim at eta døgverða, meðan vit hoyrdu lúðurin hjá skipasmiðjuni siga okkum, at klokkan var tólv. Døgverðin stóð á borðinum og eitt tvey trý, so vóru øll mett og so oman aftur í skúla.

Og so skuldi mamma vaska upp. Nógvar ”Martur og Mariur” hava verið til alla tíð, men tá vóru nógvar ”Martur.”

Hvønn mánadag vaskaði mamma toy í kjallarinum, tað tók ein heilan dag. Onkuntíð so skuldi eg hanga toyið uppá snórin og við hvørt kom frost, so frysti alt toyið í stuttligar figurar, og so skuldi hesi frystu pløgg takast niður og berast inn og fáast turr onkursvegna.

Onki við fast food, alt var slow cooking. Ongin vaskimaskina, uppvaskimaskina, blendari ella kaffimaskina. Kaffi tók ta tíð tað tók at vera gjørt gjøgnum kolbu.

Í dag vilja vit siga, at hetta var ikki serliga effektivt, alt arbeiði hjá mammu hevði onga tíð tikið í dag at gjørt. Men hon brúkti sína egnu megi í gerandisdegnum og fekk neyðugu motiónina tann vegin.

Í dag hava vit allar hentleikar og tíð, sum loypir av, og tí kunnu vit renna ella fara í heilsumiðstøðir, fara á café ella sleppa út í heim at renna Maraton.

Við mati er tað so sum so í dag. Vit eta alla tíðina og hava gjørt mat til ein risatrupulleika. Tað er nr .1 á top tíggju listanum yvir syndir. Tí vit viga flestøll ov mikið, diabetes er við at vera fólkasjúka og annað hvørt menniskja yvir 50 hevur ov høgt kolestorol

Vit eru strongd og hava ikki bindindi og hóast alllar hentleikar, pening og hjálp, so halda vit at vit hava ikki stundir til nakað.

Tá eg var ung óttaðust vit kjarnorku, Barseback – í dag er tað øll klótan, sum broytist fyri okkara eygum og hóttir okkara tilveru.

Frælsi fuglurin og stásiligu stórdjórini í høvunum eru full av plastposum og lego kubbum.

Men, hvør tíð hevur sítt – bæði av góðum og ringum

Hesar fáu tankar um tíðina í trýssunum, í mun til í dag, fær meg at kenna meg takksama. Tí í dag eru vit meiri fræls, vit hava eitt val. Vit duga betri at seta orð á og lurta eftir hvørjum øðrum.

Og tá mamma og eg onkuntíð tosaðu um at kvinnur fóru á barsil við løn og at menn nú eisini eiga at fara á barsil, so segði hon hvørja ferð:

”Taðveitdenn eg vildi verið ung í dag. Tit ána ikki, hvussu góðari tíð tit liva í.”

---------

Nú hoyri eg at vaskimaskinan er við at vera liðug, kaffi rennir so lystiliga niður í kaffimaskinuni og eg kann loyva mær at seta meg í bleytan stól at lesa.

Gott at kenna takksemi í føstuni.