Skriva út

Hvør er orkukeldan?

28.05.2024 Tíðindi
Armgard

Tá korona var, trinu landsins klóku heilar fram á skíggjan og greiddu okkum frá, hvat vit skuldu gera. Vit fingu at vita, at vit bardust ímóti einum ósjónligum fígginda. Og vit minnast enn harraboðini um at fara heim og vera verandi heima.

Vit kyrraðust, tá Gaini, Pál og Boolsen vissaðu okkum um, at hetta skuldi nokk fara at ganga.

Og vit endaðu øll í einum limbolandi í einum kvirrum lumma heima í okkara húsum. Í joggingklæðum og fløtum skóm.

Og tá vit so høvdu gjørt terassu, málað og skrætt niður og lagt flísar, so fóru vit at syngja saman við grannum á vegnum, og súrdeiggjsbollarnir vóru eitt hitt.

Vit rannsakaðu  um vit livdu rætt, og allar hugsandi etiskar og moralskar tvístøður vóru havdar á lofti. Hugsa um grannan, ikki smitta nakran, ver ikki fyrilitarleys, tí tá alt kom til alt, so vóru vit bara nakin, bangin menniskju, sum onki annað høvdu til felags enn at vera menniskju. Vit vóru í sama báti.

Og Guð ? Ja, hvar fóru vit, um virus tók lívið av okkum ? Hvat nyttaði  tá at vera besta útgáva av sær sjálvum? Hvat var til ráða at taka ? Guðstænastur úr tómum kirkjum vísti okkum, at tað kundi henda, at ongin kom í kirkju aftur, og at vit kundu fáa somu støðu, sum tey í Bergamo.

Men tað gekk, og alt varð so nøkulunda normalt aftur. Vit fullu aftur í gamlar vanar og settu okkum sjálvi aftur í fokus, tí vit liva í eini individualistiskari verð, og alt gongur út frá okkum sjálvum.

Koronutíðin og almennu harraboðini  fóru afturum, men nú hava vit aftur eina nýggja og heilt øðrvísi kreppu. Verkfallið hevur ført mattrot við sær, og vit  kunnu ikki gera, sum okkum lystir. Reptilheilin hevur fingið fólk  at keypa nóg mikið av ger, epli og salat, men tey, sum skulu halda veitslur og brúdleyp,  eru í svárari knípu, tí her fer at mangla í.

Tá menniskjan er í neyð ella í trongd, so sær tú hvør er næstin ella um tú ert næstin hjá nøkrum.

Og vit hava ringa samvitsku. Keyptu vit ov nógv egg ella mjøl, tí hugsa tær, um eg við mínari egingóðsku haldi  onkrum svangum ?

So deyðssyndirnar, sum komu so greitt og klárt fram, tá korona var, eru nú aftur her.

Gírni, egingóðska, oyðsl, havisjúka....

Og vit verða so totalt grøn og skilja nú til fulnar, at vit mugu skilja okkara avfall, sum dettur av okkara marglætisborðum. Nú fara eggjaskøl her og papp har og í kompostbunkar, so vit geva nátúruni tað aftur, sum vit hava lánt frá henni.

 Friður fellur yvir grannaløg, nú ongir menn fara í yvirlivilsisbúna og verndarbrillur at sláa kantarnar á grasplenuni við bensinmotorum.

Kongur skal koma at vitja oyggjarnar, men hvat skal hann fáa at eta ? Cornbeef ella Jaca bov ? Ivaleyst má hann hava ein royalan matpakka við, nú hann kemur til tey neyðars “folk udi Færø”, sum jodla av gleði, um tey fáa eitt epli.

Men tað svárasta er kanska at vit nú ikki kunnu flyta okkum, sum okkum lystir. 

Vit fáa ikki bensin á bilarnar ella olju til húsini og tað er torført. Bussar standa stillir og ferðafólk, sum ikki skilja føroyskt, steðga upp.  Hvør hevur verið hyggin ella ikki ?

Vit kenna søguna um tær skilagóðu jómfrýrnar, sum høvdu eyka olju við og sum kundu tendra lampurnar í mun til tær skilaleysu, sum onga eyka olju høvdu. So í hesi tíðini kunnu vit so stytta okkum stundir  við at gáa um vit eru skilagóð við ongari eyka olju ella um vit havi verið klók og keypt okkum ein el bil....

Prestar siga nú, at teir sleppa ikki runt kirkjurnar í sóknini, tí teir mangla bensin sum vit onnur deyðiligu.  Men ok, teir hava fingið boðini “at fara út á gøtur og strætur...” og “ápostlarnir” eru góðir at ganga á.

Tað er so tað !