Skriva út
Hvør er Lutherrósan?
19.10.2017 Tíðindi
Lutherrósuna nevndi Martin Luther sjálvur »eitt gudfrøðiligt eyðkennismerki«. Men hvussu bar tað til, at Luther tók sær hesa »rósu« sum búmerki, og hvussu útleggja vit teir ymsu partarnar í henni
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Livdi tú í 1500-árunum og fekk eitt bræv frá Martini Luther, var ógvuliga sannlíkt, at tað hevði euitt innsigli við Lutherrósuni. Sjálvur teknaði Luther rósuna, sum vit á fyrsta sinni síggja á einum brævi, skrivað í 1517 og sent vinmanninum, løgfrøðinginum Christoph von Scheurl.
Luther fekk ein messingsmið (gürtler) at gera sær ein innsiglisring við rósuni, ið hann nýtti sum innsiglismerki og tekin um, at eitt bræv við hesum merki var frá honum. Luther segði sjálvur rósuna vera eyðkenni fyri gudfrøði sína.
Krossurin í hjartanum
Krossurin í reyða hjartanum merkir, at trúgvin á tann krosfesta Kristus veitir nenniskjum sælu.
Hvíta rósan
Krossur og hjarta standa miðskeiðis í hvítari rósu. Hon merkir, at trúgvin veitir gleði, troyst og frið. Hvítt segði Luther vera lit andans og eingla.
Blái flatin
Rósan er sett á ein bláan klingruflata. Blái liturin er tekin um, at andi og trúgv birta vón um himmalska sælu. Luther helt, at himmalska sælan longu hevði nomið jarðarríki, men at hon enn ikki var sjónlig.
Gylti ringurin
Gylti ringurin uttast vissar okkum himmalska sælu í ævir og at sæla er dýrabærari enn enn onnur gleði og gávur eins og gull er skærasti og virðismesti málmur, ið til er.
Í nøkrum útgávum av rósuni eru orðini VIVIT skrivað við hvítum stavum á bláa klingruflatan. Tey sipað á latínskum máli til, at »hann livir« – at Jesus livir.
Onnur tíðindi