Skriva út
Hvítusunnuguðstænasta í London.
06.06.2014 Tíðindi
Sunnudagin, Hvítusunnudag, tann 8. juni, kl. 14:30, verður føroysk guðstænasta við altargongd í donsku kirkjuni í London. Í ár er tað Maria Jørðdal Niclasen, prestur, sum prædikar.
Føroysk guðstænasta verður árliga hildin í donsku kirkjuni í London, í ár á Hvítusunnu. Føroyskir sálmar verða sungnir, og prædikað verður á føroyskum.
Heimasíðan hjá donsku kirkjuni í London er: http://www.danskekirke.org
Onnur tíðindi