Skriva út

Hvítusunnudagur er talvudagur fyri Bíbliufelagið

13.05.2016 Tíðindi
Hvítusunnudagur er talvudagur fyri Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í fólkakirkjuni. Talvudagurin er Hvítusunnudag, sum í ár er 15. mai.

Á árliga limafundinum í Christianskirkjuni í Klaksvík 12. apríl 2016 varð kunngjørt, at Føroyska Bíbliufelagið er vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum saman við 118 øðrum londum.

Nýtt forlag er stovnað: ”Forlagið Bókin”. Endamál forlagsins er at geva út Bíbliur, partar av henni og annað viðkomandi tilfar til allar aldursbólkar, bæði uppruna føroyskt tilfar og týðingar. Umframt at geva út bíbliulesiætlan á hvørjum ári, arbeiðir forlagið við fleiri stórum verkætlanum, eitt nú nýggjari týðing av Nýggja Testamenti úr grundmálinum og Nýggja Testamenti við lættlesiligum teksti, sum er nærri talumálinum á okkara døgum.

Eisini hava vit fingið nýggja nýmótans heimasíðu www.biblia.fo og eina framúrskarandi bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur, at geva út
bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu og annað viðkomandi tilfar,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar og forlagsvirksemi,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:

BankNordik 6460-382.873.7
Eik Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

Minst til at viðmerkja: Talvudagur 2016.

Bíbliufelagið takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.