Skriva út
Hvítusunnu hugleiðingar
11.05.2016 Tíðindi
Hvítusunnan er í hondum, og við hvítusunnu er vissuliga nakað, sum er undurfult fyri sinni og tanka. Man tað ikki nettupp vera tað undursama , sum fekk gudfrøðingin Emil Brunner at siga, at “ hvítusunnan er eitt lív “á gáttini” – við tí eina fótinum longu hinumegin og hinum framvegis hesumegin”?
Tað andaliga í kristnum ljósi er í minsta lagi líka so undurfult, sum tá várið vekir upp lívið úti í náttúruni og tað grør um gangandi fót. Nátturan og hennara skiftandi lag minnir okkum á megina, sum ger, at grasi grør, fuglarnir syngja, blómurnar anga og børn verða fødd. Men hvítusunnan er kortini ring at bera eyga við manna millum. Hon hoyrir saman við várinum, men tekur ikki pláss á handilshillunum á sama hátt sum jól ella páskir. Vit keypa ikki hvítusunnutrø, hjørtur, blómur, hvítusunnuegg, ljós, gardinur og tílíkt. Og gott tað sama, tí “teir dýrabærastu lutirnir kunnu vit ikki materialisera ella kapitalisera. Teir eru lættari enn luft”, sum sagt. Teir eru lættari enn vindurin, sum blæsir, hvar sum hann vil. Vilja vit fanga tað, sum er lættari enn luft, er hetta nettupp “eftirsókn eftir vindi”, sum prædikarin í G.T. tekur til, einans fáfongd og fávitska. Tak eitt nú vinsemi. Vilja vit materialisera ella kapitalisera vinsemi, missa vit tað dýrabara, sum gevur vinseminum innihald og meining. Tí her snýr tað seg ikki um at fanga og stýra og ráa yvir, men um álit og trúgv. Og soleiðis er tað við so mongum, sum er dýrabart í lívinum. Vit eru jú í okkara tíð rík í materialismu, men tað gevur okkum ikki yvirskot í vinsemi og kærleika manna millum, sum ynskiligt er. Er tað ikki nettupp tí vit møða okkum við at jagstra tað, sum er “eftirsókn eftir vindi?”
Sum onkur hevur sagt:” Tann sum fangar fuglin fangar ikki ferðina ella flogið hjá fuglinum, tann sum málar eina rósu, málar ikki angan hjá rósuni... og tann sum skrivar, yrkingina, málar ikki angan hjá rósuni, hann fangar ikki flogið hjá fuglinum, tann, sum lesur yrkingina lesur ikki angan ella flogið..” ( Vagn Steen, 1974)
Flogið hjá fuglinum, angin hjá rósuni hava, við øðrum orðum, ein ríkari veruleika at fortelja, enn mannahendur kunnu fanga, ein pensil mála, ella ein yrking greiða frá. Og kortini eru vit ikki í iva um týdningin av at kenna og skilja júst tað, sum er til avlops, tá vit mála, skriva og lesa. Tí tað, sum er meira enn yrkingin, málningurin, t.v.s. tað transcendenta, sum fer út um materiuna, tað metafysiska, er ofta tað, sum ger at vit kunnu mála, skriva og lesa, tað er haðani innspiratiónin kemur, og sum ger, at málningurin ella yrkingin fær litir og lív og ljós. Vit kunnu jú tosa um at verða óinnspirerað til eina uppgávu, men so “kom andin yvir meg”, verður sagt. Andin má koma um málingurin ella yrkingin skal fáa lív og litir og ljós. Har eingin andi er, ella har ein negativur andi ræður, verða orð og myndir innantóm, sum tóm hylki, ella tómar skálir, ið lítið og einki hava at geva. Og alt dettur sundur. Tað er í hvussu er ringt at siga, hvat tað er sum ger, at nakað verður liggjandi eftir, ætt eftir ætt, sum menniskju skapa ella gera ella siga, meðan tað mesta annars er gloymt í morgin, følnað ella fer við tíðarstreyminum. Sum trúboðarin Esmar Jacobsen Gata, sigur í hesi yrkingini:” Fylti eg bøkur tvær/ alt var tað lítisvert/ lá millum reglur ei/ sál mín í orðaneyð. Leggi í orð eg tað/ orð kunnu greiða frá/ vóni eg onkur sær/ tað, sum til avlops er”.
Munnu vit ikki í hesum sambandi kenna ta andaligu armóð, har veruleikin ikki er størri enn mannahendur kunnu fanga, ein pensil mála, ein yrking greiða frá, tíðindini í dag fortelja, eitt genialt roknistykki loysa, ella eitt mikroskop og ein satelittur vísa í lítla og stóra heiminum. Og álvaratos, hvat er eitt samfelag uttan tað transcendenta og metafysiska? Tað hevði verið líka so fátæksligt sum eitt samfelag uttan poesi, tónleik ella vísind.
Men hvussu síggja tað, sum er til avlops, sum liggur millum reglurnar, sum ger at sálin er í orðaneyð, tí orð ikki kunnu greiða frá tí?
Tá talan er um tað andaliga lívið, og at vera innspirerað, er tað líkasum við einum neva av sandi, sum tað er sagt. Knýta vit hondina fyri at kunna halda fast um tað andaliga ella greiða frá tí, so rennur tað út millum fingrarnar. Tú mást standa við opnum hondum - vendar uppeftir, um nakað av sandinum skal vera liggjandi í lógvunum. Í grundini er tað eisini hetta vit gera við høgtíðini, sum vit kalla hvítusunna. Vit venda hondunum uppeftir fyri at síggja betur tað, sum verður liggjandi eftir. Ikki á tann hátt at vit kunnu fanga tað, men á tann hátt at tað kann innspirera okkum til at hava opnar sansir fyri tí sum kemur til okkara og vil fylla lívið við innihaldi og meining, øðrvísi enn vit megna.
Vit hava í øllum førum ongan annan útveg um tann 2000 ára gamli gleðiboðskapurin, skal verða livandi, nærverandi og viðkomandi fyri okkum í dag.
T.S. Eliot skal hava sagt, at tað serliga við menniskjum er ikki evnini at skapa ein annan heim, men at kunna sannkenna ein annan heim”.
Onnur tíðindi