Skriva út
Hvat vilja vit?
14.04.2014 Tíðindi
Mitt í kirkjuárinum 13/14 eru øll ráð og allar nevdir skipaðar 4 ár fram í tíðina. Fólkið hevur talað og valt kirkjuráðini í hvørjari kirkjusókn.
Fólkaræðið er berandi í fólkakirkjuni, tá ið talan er um bygnaðin. Øll hava sama virði, og hvør limur í fólkakirkjuni hevur eina atkvøðu. Ein sterk, góð og vælvirkandi skipan. Tíbetur eru fólk dugnalig og taka ábyrgdina at velja í álvara. Undirtøkan var góð og sera góð.
Meðan kirkjuráðini verða vald við beinleiðis fólkaræði, so verða hini ráðini vald við óbeinleiðis fólkaræði. Tað merkir einfalt, at vit øll velja kirkjuráðini, ið síðani velja okkara vegna. Vit kunnu afturat kirkjuráðunum nevna 3 týdningarmikil ráð: 1) Felagið fyri Kirkjuráðslimir, 2) Próstadømisráðið og 3) Føroya Stiftsstjórn.
Hvat vilja vit so, nú skipanin hevur sett andlit á okkum, ið stjórn, ráðum, nevndum og leiðslu?
Fyrst og fremst vilja vit boða evangeliið um Jesus menniskjum til frelsu, lív, gleði og signingar.
Harnæst ynskja vit, at fólkakirkjan er ein sjálvsagdur partur av gerandisdegi fólksins. At vit sum kirkja eru nærverandi, viðkomandi og heimlig.
Hesi bæði nevndu ynski, krevja nakað av okkum, og tað er ein avbjóðing at gera ynskini til veruleika.
Nakað, ið vit arbeiða við í verki og ikki minst á skriviborðinum, er mynstrið í samfelagnum og lívsmynstrið. Hvussu kunnu vit boða Jesus inn í ein væl pakkaðan og upptiknan gerandisdag? Hvussu raka við tíðina? Eisni í hesum spurningum er tað synd at raka við síðuna av.
Sera viðkomandi eru nevndu øki:
• Børnini, upplæring og sunnudagsskúli.
• Ungdómurin, - avbjóðingin á gáttini til ár teirra vaksnu.
• Familjan og umstøður hennara.
• Búgvin aldur og kreppan um tey 50 árini.
• Tilveran sum eldri.
Alt er týdningarmikið, ikki minst støða teirra eldru, ið gerast alt fleiri í tali í komandi árum.
Onkuntíð hava vit í skemti sagt, aðrar tíðir nakað av speisemi, at kirkjan er einans fyri gomul fólk og eldri! So tað átti at staðið væl til, um so er.
Men, eru vit fyrireikað? Ella eiga vit í størri mun at hugsa tann gamla tankan av nýggjum, at hin kristna trúgvin eigur at vera sjónlig við og í diakoni, t.e. trúgv sum er virksom í kærleika, góðgerðum og manngóðum verki.
Nú rinda vit møðina og njóta lívið um halguna. So fara vit at hugsa, hugsa gamalt av nýggjum og hugsa nýtt. Vit mega náa út til fólkið við heimsins besta boðskapi, at Jesus er risin upp okkum til lívs og sælu.
Vit mega náa út til fólkið. Annars er tað synd, synd í kirkjuni og fólkinum, tí kirkjan rakti við síðuna av.
Synd merkir einafalt “ikki at raka málið”, ið er ætlan Guðs við hinum einstaka og kirkjuni.
JF.
Onnur tíðindi