Hvat er veruleikin?
Um eg hevði spurt mína gomlu ommu úr suðri, hvat hon helt meiningina við lívinum vera, so hevði hon ivaleyst hugt eitt sindur stúrin uppá meg og spurt: ”góða, hevur tú sligið høvdið í?” Vit spyrja um alt og seta spurnartekin við alt og øll. Vit hava ikki longur Bíbliuna í hondini, men eina Iphone, sum ikki hevur ørindi, sum gera teg klókari ella vísari, men ørandi mongdir av appum, har tú kanst spyrja um alt og verða mint um alt. Frá eini app, sum minnir teg á gjøgnum dagin, at ”nú mást tú drekka vatn” til eina app, sum greinar út, hvat sorg er.
Ongantíđ áður hevur so nógv fokus verið á vælveru, barnalív og uppaling sum nú. Og alt og øll verða testaði, lesiførleiki, matematiskt forstáilsi, motorisk avrik o.s.fr. og sálarfrøðingar halda, at mentalt og sálarligt mótstøðuføri skal vera frálærufak í skúlunum.
Jù betri vit hava tað, tess meiri tíð fáa vit at hugsa. Og meiri tíð vit fáa, tess týdningarmiklari verður tað at fylla tíðina út. Og tá vit so gera tað, so renna vit skjótari, oftast eftir reelt ótýðandi lutum, sum gera okkum máttleys og fylla okkum við strongd. Og so mugu vit sjúkrameldast og brúka tíðina at uppfinna ein nýggjan máta at liva. Eitt nýtt eg. Enduruppfinna seg sjálvan og vera í nú’inum, men um eg so áli meg sundur ella standi á høvdinum og drekki vatn, so havi eg bara hetta nú’ið, sum eg ikki kann seta orð á. Seti eg orð á, so fer tað undan mær og eg verði ørkymlað.
Onkursvegna ditti eg mær til at halda, at vit distansera okkum frá veruleikanum. Børn sita og gráta um djór, sum verða dripin, tí tað er synd í djórunum. Tey hava fingið nøvn sum Max og Anna, og tí verða tey sum menniskju fyri okkum. Og vit kveppa okkum við at eta tey og fáa ringa samvitsku, tí vit kenna okkum næstan sum kannibalar. Samstundis fáa vit at vita, hvussu nógv vit dálka umhvørvið, tá vit eta ein búff, so hví ikki heldur eta ein selleribúff? So fara vit ikki longur at hoyra “Kom og fá tær, áðrenn maturin kólnar!”, men heldur “Kom og fá tær, áðrenn maturin følnar!”
Alt skal eg taka støðu til, tí møguleikarnir eru so nógvir. Okkara søgur og sagnir siga frá, hvussu børn fyrr fingu at vita, at tey máttu ansa sær í náttúruni, so tey ikki komu til skaða. Í dag sita børn trygg og heit og spæla spæl á teldum, sum bindur tey fast. Tey missa takið á veruleikanum og samskiftið við onnur avlagast, tí hvussu skal eg duga empati ella sympati, um eg tímavís hvønn dag bara skal drepa í talgilda heiminum og fegnast, tá eg havi dripið? Og barnið fær kanska eisini at vita: ”Halt á! Kanska verður tú geymari, sum fer at vinna nógvar milliónir?” Barnið vil heldur inn í virtuella veruleikan, tí vanliga lívið er keðiligt. Har eru menniskjuni, so sum tey eru, men inni í telduspælinum eru avbjóðingar, og har kann barnið skapa sítt yndismenniskja.
Kanska setningar sum “hatta lærdi mamma meg” og “hatta plagdi abbi at siga “ hvørva, tí tey vaksnu í dag fara skjótt framvið og hava ikki stundir at læra frá sær? Vit eru individualistar og liva okkara lív á ymsum pallum.
Alt verður eisini virðismett og endurskoðað. Á stovnum, skúlum, arbeiðsplássum. Vit leggja okkum víðopin á ymsum sosialum pallum og verða viðkvom, tí menniskjað tolir ikki at verða eksponerað javnt og savnt. Tað gevur sálarmøði altíð at vera sædd, og at alt er transparent sum í Glasum. Kierkegaard sigur, at longsulin í okkum er guddómligur. Tað er bara tað, at longsulin eftir tí perfekta lívinum, heilsuni, bilinum, ferðini, havanum, børnunum og familjuni lætt fer yvir gevind, so øvund og havisjúka fáa fastatøkur á okkum.
Kanska hava vit gloymt, at vit eru tey skaptu, at Guð er Skaparin, og at vit viðhvørt mugu lata hendurnar søkka og siga: “Hatta var gott nokk! Eg gjørdi tað eg kundi”. Og góðkenna, at viðhvørt røkka okkara hendur ikki, viðhvørt skilja vit einki og viðhvørt eiga vit at vera nøgd við status quo.
Job spurdi Guð eina ørgrynnu av spurningum í síni sálarkvøl, og Guð svaraði: “Hevur tú sæð áarrossið?”
Míni foreldur plagdu at halda skýming, ofta sunnudagar, og onkursvegna var tað ein “mindfulness løta”. Eg veit, at ongin “skýmingsapp” er til, men royn onkran dag í november, tá tað byrjar at verða myrkt, at sita still/ur í einum stóli og síggja, hvussu skýmt tað verður og stilt, til tað verður næstan heilt myrkt. Far so tá á føtur aftur og tendra ljósið.