Skriva út

- Hvat er ein gudstænasta uttan lívgandi sang og tónleik?

13.06.2022 Tíðindi
Martin R Jacobsen Urga

- Eg havi altíð følt meg vælkomnan her suðuri, sigur Martin Restorff Jacobsen, fyrrverandi prestur – og nú eisini fyrrverandi urguleikari við Vágs kirkju.

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Savnsmynd.

URGULEIKARI: - Tað hevur verið hugvekjandi at fingið høvi at sita við urguna her suðuri og lýtt á lestrar, sum nú verða lisnir og bornir fram av mínum gomlu konfirmantum, sigur 74 ára gamli Martin R. Jacobsen.

Hann starvaðist fyrst í mong ár sum prestur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi, men tey seinastu árini hevur hann verið fastur urguleikari við Vágs kirkju, eftir at verandi urguleikarin Niels Nolsøe fór frá vegna heilsu.

Eitt skifti var eingin urguleikari í Vági, men seinastu sjey árini hevur Martin trúliga røkt hesa tænastuna við urguna, eins og myndin vísir. Og hetta eru tey fegin um í kirkjuni:

- Ja, vit vóru so heppin í 2015 at fáa Martin Restorff Jacobsen at gerast fastur organistur við Vágs kirkju, og hevur hann verið sera trúfastur.

- Martin hevur siglt um Suðuroyarfjørð øll hesi mongu árini, og í øllum veðri. Ofta hevur hann verið her fleiri ferðir um vikuna at spæla til ymiskar tænastur í kirkjuni, greiðir Ulla Bærentsen, fyrrverandi forkvinna í kirkjuráðnum frá.

Nevnast kann í hesum sambandi, at seinastu tíðina eru ikki færri enn tríggir av garvaðu urguleikarum okkara farnir úr tænastu síni:

Hin fyrsti var Jónsvein Mikkelsen, urguleikari við Fríðrikskirkjuna á Toftum sum gavst í tænastu síni, eftir at hava verið urguleikari íalt í 73 ár. Næstseinasta sunnudag fór Gudmund Mortensen úr starvi. Hann hevur síðani 2007 verið dómorganistur við Havnar kirkju.

Og fyrr í mánaðinum frættist, at Heri Tróndheim, sum hevur verið urguleikari í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum síðani kirkjan varð vígd 22. desember 1974, nú er givin at spæla her.

‒ Tíverri gongst ikki so væl allar staðir at fáa til vegar hollar og trúfastar urguleikarar. Tað er at vóna, at eisini hesi virðismiklu tænastu verður lív lagað í komandi tíðum. Tí hvat eru kirkjugongd og gudstænasta, um hesi ikki verða borin uppi av lívgandi sangi og tónleiki?

BALDRUTUR SUÐUROYARFJØRÐUR
Í Vági var støðan hon, at tá Niels Nolsøe fór frá sum urguleikari, var eingin urguleikari í Vági eitt langt tíðarskeið.

Og tað var, eins og Ulla Bærentsen sigur, rættiliga tungt uttan urguleikara, hóast góðar forsangarar á loftinum. Kirkjan er stór, og tað krevst at hava urguspæl til sálmasangin.

- Ja, hvat er kirkjugongd, gudstænastur og aðrar handlingar í kirkjuni uttan urguspæl, tónleik og sang?, spyr fyrrverandi forkvinnan í kirkjuráðnum í Vági.

Hesa uppgávuna tók Martin uppá seg, og hóast tað mangan hevur verið baldrut á sjónum, hevur tað ikki forðað honum í at komið suður.

- Eg havi jú sjálv verið í kirkjuráðnum, so eg veit, hvussu væl Martin røkti sítt starv. Altíð væl upplagdur og í góðum hýri, tá vit heilsaðust uppi við urguna.

FYRR KONFIRMANTAR – NÚ DEKNAR
Ulla Bærentsen leggur dent á, at tað altíð var lætt at samstarva við Martin.

- Tað var ikki ofta, men um hann ikki kundi møta sjálvur, so var einki hóvasták av nøkrum, tí Martin syrgdi sjálvur fyri einum avloysara.

- Og so hevur konan, Birgit eisini verið honum ein hollur stuðul. Tey hava ferðast saman, og eisini eru tey bæði við í Kirkjukórinum Ljómur.

- Tað er sjálvandi eisini ein fongur fyri kórið at hava ein urguleikara við, serliga tá konsertir eru, sigur fyrrverandi forkvinnan í heilsan síni.

Hesum sama er Martin sjálvur samdur í. Tí, sum hann sigur: - Eg havi somuleiðis fingið sera góða móttøku her suðuri, her eg frá fyrsta degi havi kent meg væl og heima.

- Tað hevur eisini verið stuttligt og serstakt at koma aftur suður higar, her eg á sinni, í 1974 fór undir fyrstu prestatænastu mína.

- Ja, tað hevur soleiðis kenst bæði fløvandi og hugvekjandi at fingið høvi at sitið við urguna og lýtt á lestrar, sum nú verða lisnir og bornir fram av gomlum konfirmantum, sum nú eru vaksnir til mans og hava tikið við deknatænastu her suðuri, hevur Martin R. Jacobsen áður greitt frá í eini grein her á heimasíðuni.