Skriva út
Hvalvíkar kirkja: Konsert við Katrin á Borg
01.09.2023 Tíðindi
Leygarkvøldið 2. septembur kl. 18 verður konsert í Hvalvíkar kirkjuni við Katrin á Borg, sum kemur at syngja egnar sangir, í soulpopp stíli og onkran sálmin. Við sær á klaveri hevur hon Benjamin Tausen á Lava.
Konsertin er í samband við, at tiltakið Bukta Tónar verður, men konsertin í kirkjuni er ókeypis og øll eru eyðvitað vælkomin. Ein drekkamunnur verður at fáa eftir konsertina.
Meira kunning um Bukta Tónar kann lesast her.
Onnur tíðindi