Skriva út

Hvalvíkar kirkja

21.09.2018 Tíðindi
Hvalvíkar kirkja

Hvalvíkar kirkja er á mangan hátt ein søgulig kirkja. Hon varð reist og vígd í 1829 og er sostatt tann elsta av teimum gomlu føroysku trækirkjunum, umframt at hon er triðelsta kirkjan í Føroyum.

7. november 2017 fór fram ein onnur søgulig hending. Tá var fyri fyrstu ferð kirkjuráðsval til kirkjuráðið í Hvalvík / Streymnesi. Tá var fólkatalið í sóknini – og harvið talið av limum, sum hoyra til fólkakirkjuna – vaksið so mikið, at neyðugt var við kirkjuráðsvali.

16. november 2017 tók nývalda kirkjuráðið við og skipaði seg á fundi. Umframt val av for- og næstformanni, skrivara og kassameistara, valdi kirkjuráðið ein kirkjuverja at hava umsjón við kirkjuni, t.e. kirkjubygninum innan og uttan.

Tað var øllum eyðvitað at farast mátti sum skjótast undir ábøtur og umvælingar av 189 ára gomlu kirkjuni. Kirkjuráðið setti sær tí beinanvegin fyri sum høvuðsmál at fáa gjørt eina støðulýsing av kirkjubygninginum innan og uttan umframt økinum rundan um.

Ein støðulýsing hevur í fyrsta lagi til endamáls at fáa staðfest tey brek og teir manglar, ið eru; í øðrum lagi kann støðulýsingin eisini verða nýtt sum eitt verkætlanarupprit, t. e. ein raðfesting av ábótum og umvælingum.

Í hesum sambandi heitti kirkjuverjin vegna kirkjuráðið á Mayfinn Norðoy, arkitekt hjá teknistovuni Kontrast, at gera eina slíka støðulýsing av Hvalvíkar kirkju. Undir gjøgnumgongdini vórðu staðfestar hesar átrokandi ábøtur:

1) Viðlíkahald av flagi.
2) Mála klædning.
3) Umvæla / skifta vindeyguni í eystara skjøldri.
4) Umvæla galvin vestureftir og seta fjalda hurð í.
5) Umvæla úthurðina í skrúðrúminum.

Frammanundan hevði Hvalvíkar kirkja fingið játtað pening til at umvæla tekjuna fyri fíggjarárið 2018; men sambært frágreiðingini hjá arkitektinum áttu aðrar umvælingar at hava hægri raðfesting enn høvuðsumvæling av tekjuni. Hvalvíkar kirkjuráð heitti tí á Próstadømisráðið um loyvi til at nýta játtaða peningin til annað endamál. Ítøkiliga vildi kirkjuráðið sleppa at brúka peningin til tær átrokandi ábøturnar, sum lýstar vóru í tilmælinum. Kirkjuráðið mælti tí til at víkja frá upprunaligu ætlanini um at umvæla tekjuna fyrst, fyri síðani heldur at fylgja raðfestingunum í verkætlanaruppritinum. Tað varð kirkjuráðnum játtað.

Men farast kundi ikki undir stóru verkætlanina uttan góðkenning frá friðingarmyndugleikanum. Vegna aldurin er Hvalvíkar kirkja friðað í flokki A, og tí er neyðugt at hava Tjóðsavnið við í øllum avgerðum, sum skulu takast. Vísandi til verkætlanaruppritið sendi kirkjuráðið umvegis Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn eina umsókn til Tjóðsavnið um loyvi til at fara undir tær umvælingar og ábøtur, sum kravdu teirra góðkenning. Tað varð kirkjuráðnum játtað.

Úrslitið av tilgongdini, ið byrjaði í november mánaði í fjør, er, at í juli mánaði í ár var sjøtul settur á fyrsta stig av verkætlanini fyri Hvalvíkar kirkju. Hagartil í ár er flagið vorðið hampað og kirkjan málað, partar av klædninginum eru skiftir út og farið er undir at umvæla vindeyguni. Í næstum verður nýggj úthurð sett í skrúrúmið, umframt at restin av klædninginum í vesturgalvinum verður skiftur út. Har verður eisini sett ein nýggj (fjald) hurð í, sum framyvir skal nýtast í samband við eitt nú jarðarferðir o. a.

Verkætlanin fyri Hvalvíkar kirkju er als ikki komin á mál; men kirkjuráðið arbeiðir treystliga víðari og hevur stórar ætlanir fyri tey komandi árini.

Til kunningar kann verða nevnt, at komandi vár verður farið undir at umvæla tekjuna umframt aðrar ábøtur.

Hvalvíkar kirkjuráð