Skriva út

Hvalbiar kirkja áttati ár

05.11.2015 Tíðindi
Hvalbiar kirkja áttati ár

Sunnudagin 8. nov kl. 12.30 verður hátíðargudstænasta við sangi og tónleiki og við luttøku av biskupi og dómprósti í Hvalbiar kirkju.

Kirkjan í Hvalba var vígd 27. oktober 1935.

Arbeiðið við at gera kirkjuna byrjaði í 1933.

Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiði, við havnamanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta arbeiði stóð liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiðið varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.

Kirkjan tekur uml. 300 fólk (er uml. 25 x 10 m til støddar).

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Aftaná gudstænastuna eru øll boðin til ábit í Missiónshúsinum.