Skriva út

Húsavíkar kirkja 150 ár

13.09.2013 Tíðindi
Húsavíkar kirkja 150 ár

Føroyingar spentu seg rættiliga út at byggja kirkjur í 1863. Húsavíkar kirkja er ein av teimum fýra, ið bygdar vórðu hetta árið, men bert hon og Nólsoyar kirkja eru eftir

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Húsavík er søgurík bygd. Her búði tann múgvandi og hugprúða Húsfrúgvin Guðrun Sjúrðardóttir fyri uml. 600 árum síðan. Ríkasta kvinna í Føroyum um tað mundið, dóttir tann mæta Sjúrð Hjalt á Finngarðinum í Bergen. Enn síggjast í Húsavík grundirnar, har hús Húsfrúnnar hava staðið og har skip hennara varð drigið í neyst.

Tá ein er staddur á hesum grundum, leita tankarnir av sær sjálvum aftur til teir dagar, tá Húsfrúgvin reið í kirkju í sínum reyða ella bláa silkistakki, prýddum við gyltum sprota. Og niðri á lónni brýtur brimið og óløgini leggjast við teirra hjómkrúnu langt niðan á sandin, eins og tá Herborg Arnbjarnardóttir fann Heina Havreka, bjargaði lívi hansara og festi hann.

Havnarmaðurin Poul Niclasen (1889-1953) var blaðstjóri á Dimmalætting og løgtings- og ríkisdagsmaður. Sum blaðmaður læt hann viðhvørt greinir við søguligum og siðsøguligum innihaldi fáa innivist í blaði sínum. Seinni savnaði hann úrval av hesum tilfari í bókina »Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara« (egið forlag, Tórshavn 1948). Hann var giftur Simonu Johannesen frá Á í Húsavík og vitjaði tessvegna stundum næstingar í hesi søguríku bygd, sum kveikti hug hansara at festa á blað ymiskt um Húsfrúnna og hennara samtíð. Í kapitlinum um Húsfrúnna í bókini »Annika í Dímun« endar hann við hesi hugleiðing:

Nornur hava spunnið teirra lagnutráð. Mong ættarlið eru farin undir grønu torvu, burtur goymd og burtur gloymd, nýggj ættarlið eru komin og eru farin somu leið, meðan vindurin og havsins bylgjur kvóðu teirra sorgarlag.

Har Guðrun Sjúrðardóttir ferðaðist gjøgnum sínar stásiligu høllir, klædd í teim vakrastu gull- og silvurprýddu búnaðum, har teir mest dýrmettu gull- og silvurlutir vóru at síggja, har reystir og hugprúðir menn sótu í fróum veitslulag ella løgdu saman ráð um ferðir ella gerðir, har eru nú bert nakrir niðurdotnir grótveggir at síggja.

Sjóvarloft, skipaneyst, stokkastovur – alt er fallið fyri tonn tíðarinnar, meðan tíðarsnældan hevur vundið upp á seg uttan steðg í hundraðtals ár.

Men enn brýtur hvítt um Tangan, enn hoyrist á vetrardegi brimrótanin á lónni, og enn rekur skaddan um Stórafjall og Vestfelli eins og á døgum Guðrunnar Sjúrðardóttur […], og enn kvøður áin sítt vakra lag, tá summarnáttin blíða er løgst um dalir og líðir, eins og tá Arnbjørn bóndi ráddi fyri borgum. – – –
Arnbjørn bóndi (Gudleiksson) var húsbóndi Guðrunnar Sjúrðardóttur.

Triðja kirkjan síðan Húsfrúnna

Mánadagin 7. september 1863 boðar bygginevndin fyri Húsavíkar kirkju frá, at nýggja kirkjan í bygdini er liðug at víga og taka í nýtslu. Í bygginevndini vóru A. C. Hansen, sóknarprestur, M. A. Winther, sýslumaður og Jóannes Nicodemussen, kirkjuverji við Á, Húsavík.

Sunnudagin eftir, 13 september – fimtanda sunnudag eftir trinitatis – vígir Andreas Djurhuus próstur kirkjuna.

Húsavík er millum elstu kirkjubygdir í Føroyum. Hon var eisini kirkjubygd hjá Dali og Skarvanesi, til Dalur fekk kirkju í 1957. Á hesum staði hevur kirkjan verið – stutt frá sjónum – síðan Húsfrúgvin læt kirkju byggja her umleið ár 1400.

Í greinargerð sínari um Húsavíkar kirkju í verkinum »Kirkjurnar í Føroyum« (ritstj.: J. P. Gregoriussen) sigur Hanus Samuelsen (ættaður úr Húsavík), at kirkjan, ið nú stendur, vanliga verður søgd at vera triðja kirkjan frá Húsfrúnni. Men áður hevur kirkjan staðið norðari – í tí elsta partinum av kirkjugarðinum, sum Húsfrúgvin læt gera rundan um kirkjuna. Og søgnin sigur, at Húsfrúgvin sjálv er grivin í kórinum; men kirkjurnar eru fluttar so mikið eystureftir, at nú er tað onkustaðni undir gólvinum í forkirkjuni, ið nú er.

Annars sigur søgnin, at Húsfrúgvin reið í kirkju, sjálvt um teinurin var ógvuliga stuttur.

Eitt kirkjubyggingarár

Árið 1863, tá Húsavíkar kirkja er vígd, er eitt satt kirkjubyggingarár. Í Føroyum vóru tá 34 kirkjur, men hetta várið vórðu fýra teirra tiknar niður og nýggj bygd aftur á grundini.

Hesar kirkjubygdirnar vóru Nólsoy, Húsavík, Sandavágur og Mykines. Í øllum fýra bygdunum eydnaðist at fáa arbeiðið frá hondini áðrenn veturin kom. Fyrstir vórðu nólsoyingar; teirra kirkja varð vígd 2. august. Henni næst var Húsavíkar kirkja, ið sum nevnt varð vígd 13. september.
Húsavíkar kirkja er væl størri enn Nólsoyar kirkja; men hinvegin var tann í Nólsoy málað bæði uttan og innan; tað var Húsavíkar kirkja ikki.

Ein mánað seinni, 13. oktober, skrivar J. J. Svendsen, prestur í Vágum, A. Djurhuus, prósti, bræv við boðum um, at kirkjurnar í Sandavági og Mykinesi eru lidnar og klárar at víga. Próstur svarar aftur í brævi 17. oktober, at heilsuni bilar og ber seg tí undan at koma vestur, nú liðið er so langt út á árið.

Sandavágs kirkja verður vígd 8. november 1863, men tann í Mykinesi ikki fyrr enn várið eftir, 20. mars 1864.

Hesar báðar kirkjurnar gjørdust ikki gamlar, tí longu tíggju ár eftir fór kirkjan í Mykinesi so illa í illveðri, at hon mátti byggjast av nýggjum og varð vígd í 1877. Kirkjan í Sandavági varð longu fyrst í farnu øld alt ov lítil og varð tí við bert reiðiliga 50 árum á baki tikin niður.
Tann kirkjan, ið nú stendur á somu grund í Sandavági, varð vígd í 1917.

Ein nýggjur byggisiður

Hinar báðar kirkjurnar, í Nólsoy og Húsavík, eru enn í nýtslu og í góðum standi, og eru áhugaverdar sum bygningar.

Tíðarskeiðið 1829-1847 vórðu fleiri kirkjur bygdar í Føroyum, allar av viði og hava opið tróður eins og gomlu roykstovurnar; tann fyrsta Hvalvíkar kirkja, tann síðsta Porkeris kirkja. Men nú var ein nýggjur byggisiður í uppkomu.

Húsavíkar kirkja fekk opið tróður – næstan, tí tað opna tróðrið er skorið av í erva av hanabjálkum og lofti oman á. Í neðra eru veggirnir av gróti, tvílaðaðir. Eisini her er ein broyting, sum tekur seg upp við kirkjuni í Saksun og síðan verður fylgd fleiri staðir, men við misjøvnum úrsliti.

Innan hevur Húsavíkar kirkja bert tveir litir, ómálaður viður (tróður, stólar o.a.) og hvítkálkaðir veggir. Hetta hevur við sær, at kirkjan kennist fjálg og rólig og savnar lætt sinnið til andaktskenslu.

Nólsoyar kirkja varð eins og kirkjurnar, bygdar 20 ár frammanundan, úr viði, men hinvegin eitt tekin um, at tikið varð eftir nýggjum byggisiði. Hon víkir frá tí húsasniði, ið undanfarnu kirkjurnar umboðaðu. Vindeyguni eru bogað í erva og tróðrið fjalt av hválvi. Og innan er kirkjan málað.

Tað tykist sum at menn nú høvdu fingið eyga á prýðiligu miðaldarkirkjurnar úti í heimi at hava sum fyrimynd. Munurin var bert byggitilfarið; her viður í mun til tigulstein úti í heimi. Og so fegnir vóru føroyingar um hesar bogar, at allar kirkjur drúgva tíð fingu hválv og avrundað vindeygu í erva.

Eisini Havnar kirkja, sum frammanundan hevði ferhyrnt vindeygu, fekk rundbogað vindeygu, tá hon varð umbygd í 1865.

Goymir sannan dýrgrip

Men aftur til kirkjuna í Húsavík, sum hátíðarheldur 150 ára vígsludag.
Meistari fyri grótarbeiðinum var Magnus Jacobsen, Hósvíks-Magnus kallaður. Meistari fyri timburarbeiðinum var Magnus Olsen í Koytu á Sandi. Kollfirðingar skulu eisini hava verið við til at byggja kirkjuna.

Sambært upplýsingum frá Tummasi Johannesen við Á í Húsavík tóku teir fyrst grót upp í Varða innan fyri Grótgerði, men grótið var ringt, og tí varð farið oman á Magnusarbakka, har alt grótið varð heimtað. Grótveggurin er hálvaðru alin tjúkkur. Uttan er kirkjan 27 alin long og 15 alin breið. Kirkjan er takt við nævur og flag.

Av kirkjugripum í Húsavíkar kirkju er at nevna eina altartalvu frá 1789. Listamaðurin er ókendur. Myndevnið er Jesus á krossinum, málað á træfjalir. Altartalvan er sannur dýgripur.

Verandi altartalvu, Kristus í Emmaus, hevur kendi danski listamaðurin Sven Havsteen-Mikkelsen (1912-1999), málað. Havsteen-Mikkelsen hevði miklan tokka til Føroyar og hevur eisini málað altartalvurnar í Hests kirkju og Hoyvíkar kirkju.