Hundrað ár síðan Jákup Dahl varð próstur
Jákup Dahl var slóðbrótari á fleiri økjum. Á málsliga økinum er hann í serstøðu. Hann vildi, at kirkjumálið skuldi verða føroyskt, tí fór hann undir at týða ritualini og Nýggja Testamenti, umframt so mangt annað, sum kundi brúkast innan kirkju- og skúlagátt. Jákup Dahl skrivaði fyrstu føroysku mállæruna til skúlabrúks. Hann týddi og yrkti ein hóp av sálmum. Eisini skrivaði hann lestrabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Hundrað ár eru liðin síðan hann tók við sum Føroya Próstur
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
»Han er nogen lad«. Hetta skoðsmál gav Svenning Rytter amtmaður Jákupi Dahl, tá danski kirkjumálaráðharrin Thorvald Povlsen í 1918 skuldi taka støðu, hvørt hann skuldi seta Dahl ella Gulak Jacobsen sum próst í Føroyum. Dahl var sjálvstýrismaður, og teim hevði amtmaðurin ikki gott eyga á. Men radikala Zahle-stjórnin lurtaði ikki eftir hesum frámælandi skoðsmáli amtmansins. Hon visti hví. Og avrik Dahls er dømi um ein virknan kirkjumann, ið ikki hevur ligið á latu síðuni.
Keypmanssonurin Jákup Dahl varð føddur í Vági í 1878. Í 1893 fór hann bert fimtan ára gamal til Havnar at ganga í læraraskúla. Í 1897 fór hann til Danmarkar, har hann fyrst gekk á studentaskúla og síðan tvey ár seinni fór undir gudfrøðilestur á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann tók embætisprógv í 1905.
Í 1907-08 var Jákup Dahl lærari á háskúlanum í Karise á Sælandi. Í 1908 fór hann heimaftur til Føroya og gjørdist lærari í Realskúlanum og Læraraskúlanum í Havn. Um tað mundið var ikki loyvt at undirvísa á føroyskum, men Jákup Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar føroysku næmingar á føroyskum, til hann fór frá í 1912.
Sama ár varð Jákup Dahl settur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Seks ár seinni í 1918, varð hann útnevndur til próst og sat í hesum embæti til hann doyði í 1944.
Longu sum blaðungur var Jákup Dahl hugtikin av teimum tjóðskaparligu hugsjónunum. Sum vinmaðurin frá studentatíðini og undanmaðurin í próstaembætinum A. C. Evensen (1874-1917) vildi Jákup Dahl, at kirkjumálið varð føroyskt.
Í 1918-19 hevði hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði komu tey ikki út fyrr enn í 1929 og vóru góðkend í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið 1923 til 1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti í heildarútgávu. Av Gamla Testamenti hevði Jákup Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar.
Av øðrum kirkjuligum tekstum umsetti Jákup Dahl Luthers Katekismus (1922) og Bíbliusøgu C. F. Balslevs. Hann skrivaði eisini lestrarbøkur til deknarnar.
Harafturat yrkti Jákup Dahl fleiri sálmar, seytjan teirra eru í sálmabókini – har eisini 70-80 týðingar eru at finna.
Í 1908 skrivaði Jákup Dahl »Føroyska mállæru til skúlabrúks«, sum hevur verið nýtt í skúlunum heilt fram til okkara tíð.
Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk var Jákup Dahl eisini skald og skrivaði fleiri yrkingar og stuttsøgur.
Jákup Dahl var tikin úr leikum sum prosaskald – hevði stak góð ímyndingarevni. Í gravtaluni yvir hann segði Jákup Joensen, at ein prædika búði í øllum, hann greiddi úr hondum.
Í málspurninginum fekk Jákup Dahl mangt toyggið, bæði frá yvirvøld og afturhaldssinnaðum landum. Viðhaldsfólk hansara bóðu hann slíta við fólkakirkjuna og grunda eina nýggja. Tað vildi hann ikki. Hann visti, at tann dagur eina ferð upprann, at byrðin varð borin í garð. At tað hann hevði várað, fóru eftirtíðarfólk at heysta.
Ella sum Jákup Dahl minnir okkum á í einum av smálestrum sínum: Eftir hin harða vetur við bítandi frosti og gróðurloysi, kemur summarið við lýkku og gróðuri. Tað ræður bert um tol. Og nú dýribiðidagur er farin aftur um bak og Kritsts himmalsferðardagur og hvítusunna eru fyri framman kunnu vit við sálmaskaldinum syngja:
Sum blómur allar fríðka jørð,
sum líðir grønkast, grasið grør,
tá lýkkan kemur blíða,
so blómar alt við Jesus Krist
til fólkagagns og gróðurs vist
nú, og sum tíðir líða.