Skriva út

Hugnalig og gevandi sanggudstænasta

14.11.2018 Tíðindi
Hugnalig og gevandi sanggudstænasta

Ístaðin fyri vanligu hámessuna varð skipað fyri sanggudstænastu norðuri á Viðareiði seinasta sunnudag, og hetta eydnaðist sera væl. Nakað av fólki var komið saman, hóast tað kann vera ein avbjóðing at savna fólk seinnapartin á degnum, tá ið nógv tiltøk eru á skránni aðrastaðni.

Gudstænastan byrjaði sum vant við samanringing, inngangsspæli og inngangsbøn. Men síðani tók urguleikarin, Snorri Brend, orðið uppi frá orglinum. Snorri hevði hegnisliga lagt sálmarnar til rættis og greiddi kirkjuliðinum frá søguni um sálmin, vit nú skuldu syngja: Harranum lovið. At Joachim Neander, tá ið hann var 20 ára gamal, fór á eitt møti fyri at gera ónáðir, men ístaðin møtti Jesusi og vendi um. Síðani virkaði hann í Guds ríkis arbeiði tey næstu 10 árini. Hann doyði longu 30 ára gamal, sama árið ið hann yrkti sálmin.

Eftir henda sálmin fekk prestur, Jákup E. Petersen, orðið til bøn og upplestur úr Jóhannesar evangelium, sum var teksturin, prædikast skuldi um henda sunnudagin. Síðani vórðu tríggir sálmar sungnir, Jesus hitt einasta, Tín miskunn, o, Guð og O, veldis Guð. Áðrenn hvønn sang segði Snorri í stuttum søguna um sangin. Soleiðis kundi kirkjufólkið liva seg inní sangin á ein nýggjan og øðrvísi hátt.

Eftir prædiku slapp prestur at royna seg á gittara saman við Snorra á ljómborði, og teir spældu undir tveir teir næstu sálmarnar, áðrenn tey tóku samanum við einum sálmi uttan fylgispæl. Gudstænastan endaði á sín vanliga hátt við bøn, signing og útgangsbøn.

Veðrið var av tí allarfagrasta og kalt, og gjørdi hetta eisini sítt til, at løtan í kirkjuni varð ein av teimum heilt hugnaligu.

Kelda: Trúboðin.