Hugleingar um Ólavsøkuklæðið
Í sambandi við, at Havnar kirkja, dómkirkjan, fekk eitt nýtt altarklæði sunnudagin 26. juli, hugleiddi listamaðurin Edward Fuglø um listaverkið.
Sum barn ferðaðist eg í Havn í 60-unum og í 70-unum, og gisti ofta hjá familju her beint við kirkjuna á Bakkahellu hjá Barbu og Hans. Her vóru minniligar løtur, vit spældu í smogum og krókum á Reyni, vitjaðu í Gamla Bókahandli og í kioskini hjá langabba á Vaglinum, "Kioskin hjá G," sum hon tá var kallað.
Vit komu í Havnar kirkju sunnumorgun, og eg minnist sorgblíða klokkuspælið, sum ljómaði úr kirkjutorninum inn á kamarið á Bakkahellu um kvøldarnar:
"Tíðin rennur sum streymur í á." við lagi eftir Jógvan Waagstein.
Og ásannast má, at tíðin rennur, nú eg áleið fimmti ár seinni, standi her í sambandi við at nýggja Ólavsøkuklæðið til altarið í dómkirkjuni verður vígt.
Lítið vardi tað meg.
Í januar 2019 ringdi Elsa Jóhanna Høgenni, limur í kirkjuráðnum, til mín vegna Havnar Kirkju. Ynski var at fáa gjørt eitt antependium t.e. eitt altarteppi ella klæði, sum kirkjan m.a. kundi nýta í sambandi við luttøku sína sum dómkirkja á ólavsøku.
Klæðið skuldi fagna ólavsøkuni, tjóðarhátíð okkara. Tí søguliga og tí tjóðskaparliga, hátíðini tá ið tað kirkjuliga og tað verðsliga ganga hond í hond, og í felags anda bera fram, at Føroyar eru ein kristin tjóð.
Eftir eini 5 mánaðum var eitt uppskot klárt at vísa fyri kirkjuráðnum. Tað var ein fyrimynd til klæðið, teknað og málað á papp í fullari stødd, sum er 105 cm høg og 393 cm long.
Hesin fundur var her í kirkjuni, og við klisturbandi bleiv pappmyndin heft á altarið, so kirkjuráðið kundi síggja áleið, hvussu eitt slíkt klæði fór at rigga, bæði á altarinum og í sjálvum rúminum.
Eg hevði valt at klæðið skuldi verða alment umboðandi, um man kann kalla tað so.
Litirnir skuldu verða úr Merkinum.
Tað reyða mitt fyri:
Myndevnið her er Ólavur Heilagi, harðrendi norski víkingakongurin, seinni halgimenni, sum kristnaði Føroyar. Standandi í vatni endurføddur í dópinum. Avskeplaða spegilsmynd hansara í vatninum er ein ímynd av, at hann vrakar sítt gamla víkingalív, og tekur við krisnari trúgv.
Hinvegin kann hesin kappin eisini ímynda Kristus, himnakongin, hin góða hirðan standandi í tí reyða.
Reyði liturin á Merkinum ímyndar jú heilaga blóðið.
Tað hvíta hvørju megin við:
Her sæst føroyskur seyður átjan í tali líkasum oyggjarnar.
Seyðurin ella veðrurin umboðar land okkara í vápnaskjøldrinum, eins og hann er frámerkið, sum úteftir umboðar løgmansembætið.
Á tí hvíta dúkinum er seyðafylgið sett inn í stór mynstur við klivstelki, krossbløðum og er um. Her myndast hagin har harðbalni føroyski seyðurin heldur til, tað verðsliga, lívsins gongd, lív og deyði.
Teir bláu bordarnir:
Fýra sigursbordar sama tal sum evangeliini, bláir sum himmalin eru á klæðinum. Hesir ramma reyða miðstykkið og hvítu síðustykkini inn. Settir upp og niður, sum súlur av stiliseraðum pálmabløðum.
Her er serliga hugsað um smáu bløðini á lítla føroyska pálmapílinum.
Pálmar ella pálmabløð umboða í kristindóminum sigurin á deyðanum.
Kirkjuráðið gjørdi av at halda fram við arbeiðinum, og funnið var fram til vevstovuna Pinton í Fraklandi. Hendan vevstovan hevur ígjøgnum fleiri ættarlið vovið teppir, og hevur tí serkunnleika í at framleiða gobelinir ella myndateppir á høgum og altjóða støði.
Pinton játtaði at gera klæðið, og síðan gekk leiðin um árskiftið til lítla franska vevbýin Abusson.
Á ferðini fór eg sjálvur triði við pappfyrimyndini undir arminum, saman við Elsu Johonnu Høgenni og Una Næs dómprósti, at seta arbeiðið í gongd.
Langt varð at koyra úr París, men onkrastaðni á fronsku motorvegunum, kom heitið á klæðinum til okkara, "Ólavsøkuklæðið - Halgað úr forðum, var Føroya land.”
Uni Næs siteraði regluna fyri okkum úr sálminum ”Fedranna Kirkja í Føroya tjóð,” við orðum eftir Gudmundi Bruun.
Tað er okkurt stórbært, ja næstan bíbilskt við at fáa vovið eitt slíkt klæði.
Fyri tað fyrsta, sjálvandi, at klæðið skal prýða altarið í føroysku dómkirkjuni, men onnur kend orð úr Halgubók renna mær eisini í huga.
Kærleiki:
Eftir at hava arbeitt við pappfyrimyndini umaftur og umaftur í drúgva tíð, so at tú næstan er samangrógvin við henni, er løtan komin har tú, kanska ikki heilt álvuligur, mást lata fyrimyndina til klæðið í hendurnar á fronskum vevkonum í stóran mun, fyri mítt viðkomandi, við fingramáli sum samskifti.
Nú skulu tær skapa fyrimyndina úr málaða pappinum um til eitt skreytklæði úr fyrsta flokks ull og fínasta silki, og í okkara føri eisini nakað av skyggandi eftirgjørdum tráði, hesin seinasti litaður við hond i bjørtum litum júst til Ólavsøkuklæðið.
Tá ið tú hittir hesar kvinnur, sært tú í teimum sama áræði og kærleika til sítt yrki, sum tú, eins og eitthvørt listafólk, kennir frá tær sjálvum. Tú undrast, tá ið tú sært, hvussu væl pappfyrimyndin verður tikin ímóti við opnum ørmun, og so varisliga fara tær um hana, sum kundi hon verið vanvard eins og ørk úr fínasta blaðgulli ella silkipappíri, og ikki úr brúnum pappi frá Málingabúðini í Klaksvík. Róligari fert tú heim aftur á hotellið.
Trúgv:
Kent er innan listagreinina myndaveving, at meðan vovið verður, sær ongin, sjálvt ikki vevkonan, meira enn 10-20 cm. av klæðinum í senn.
Hetta er tí, at vevsturin so hvørt sum arbeiðið gongur, verður rullaður á ein bumm, t.e. eitt rør.
Ikki fyrr enn klæðið er liðugt vovið, og verður klipt úr vevinum og útbreitt á fyrsta sinni, síggja vit, hvussu tað hevur eydnast.
Hendan løtan er altíð ein sonn hátíðarløta á vevstovuni.
Øll hava gjørt sítt besta, og uppskotið, tilgongdin og drúgva arbeiðið hjá vevkonunum skal nú standa sína roynd.
Fáur gevur sær kanska far um, hvussu tolin og arbeiðsom vevkonan hevur sitið boygd yvir klæðið í mánaðir. Hvør einasti lítil tráður hevur verið havdur á hondum, og er vovin inn í teppið júst á sítt rætta pláss, og hvussu lítil tráðurin enn er, so er hann alt avgerandi fyri at heildin riggar sum hon skal, tá samanum kemur.
Tilgongdin hevur sostatt verið merkt av trúnni á, at lidna klæðið fer at verða gott og til gleði fyri kirkjuliðið, sjálvt um ivin, sum ofta er fylgisneytin hjá trúnni, eisini hevur sníkt seg inn í løtum, ja, líka til lidna klæðið, heimafturkomið úr Fraklandi, varð sjónligt fyri mínum eygum.
Vón:
Og nú loksins, hongur klæðið so her á altarinum í dómkirkjuni, og ikki vendist aftur.
Klæðið er latið av hondum til tey vitjandi at meta um.
Vónin er, at klæðið fer at gera hátíðarløtuna í dómkirkjuni á ólavsøku enn meira hábærsliga. Eisini at klæðið fer at geva áskoðaranum frægd og íblástur, tá ið tey síggja vakra hondverkið.
Mugu vovnu træðrirnir áhaldandi siga føroyingum søguna um ólavsøkuna, og framhaldandi endurtaka fyri teimum at: "Halgað úr forðum var Føroya land."
Eg takki kirkjuráðnum í Havnar Kirkju, dómkirkjuni, fyri álitið og møguleikan eg fekk at verða við til at evna Ólavsøkuklæðið til dómkirkjuna.
Takk fyri.
26. juli. 2020
Edward Fuglø
Myndir: Fotostudio