Skriva út

Hugleiðingar hjá Jógvan Ravnsfjall

19.01.2015 Tíðindi
Hugleiðingar hjá Jógvan Ravnsfjall

At ganga í kirkju og at vitja kirkjur.

Í Føroyum er ein kirkja at rokna sum ein av teimum bygningunum, sum føroyska lutherska fólkakirkjan brúkar til sínar gudstænastur og aðrar tænastur. Tó eru eisini nakrar hálvkirkjur, ella, sum vit kalla bønhús, sum hoyra til fólkakirkjuna, og eisini verða brúkt til kirkjuligar tænastur.
Sum kirkjur verða eisini roknaðar Mariukirkjan hjá katólsku kirkjuni og Adventistakirkjan hjá adventistasamkomuni, báðar í Havn. Allir hinir átrúnaðarligu bygningarnir, sum heimamissiónin, brøðrasamkomurnar, hvítusunnusamkomur ella aðrar samkomur brúka, verða kallaðir missiónshús, meinigheitshús, samkomuhús, møtisalur ella annað, og hava fleiri teirra eitt sernavn.

Men eru vit uttanlands, so víðkast hugtakið, tí tá kunnu vit nevna øll Guðshús fyri kirkju, um bygningurin so hoyrir til luthersku, katólsku, calvinsku ella onkra heilt aðra kristiliga trúðargrein.
Tá vit brúka hugtakið í Føroyum – at ganga í kirkju – so verður meint við at verða til guðstænastu í teimum fyrstnevndu bygningunum, kirkjunum hjá fólkakirkjuni, og her verður meint við rættiliga guðstænastu, har ein prædika er og sálmar verða sungnir.

Tá verður av fríum vilja ella saman við øðrum farið í kirkju at verða við í tí felags sálmasanginum, lurta eftir prædikuni, og annars gera tað í kirkjuni, sum er siðbundið til guðstænastuna.

Tá vit brúka hugtakið – at vitja kirkjur – tá er tað nakað annað. Tá verður av áhuga ella á annan hátt farið til kirkjuna fyri at hyggja at kirkjuni, innan sum uttan, sum eitt bygningsverk og guðshús, og fáa nakað at vita um kirkjuna, sjálvan bygningin og alt tað, sum hongur við, eisini hvussu kirkjan verður brúkt til kirkjugongd.

Vit kunnu siga, at í fyrra førinum skuldi ein helst fyrst og fremst vent heim aftur við einum ríkari andaligum førningi eftir at hava verið til eina guðstænastu í kirkjuni, og í seinna førinum skuldi ein helst vent heim aftur við einari ríkari vitan um kirkjuna og tess nýtslu.

Í báðum førum skuldi ein so havt fingið góða barlast heim við, um tað ikki er tað sama.
Tí vil eg siga, at tað ger lívið ríkari, hvørt tú meir ella minni regluliga gongur í kirkju ella tú á tíni lívsleið onkuntíð leggur leiðina framvið og ger eina vitjan í onkrari kirkju.

Eg vaks upp í Miðvági uttan fast tilknýti til fólkakirkjuna, var ikki doyptur, tí heimanífrá var áskoðanin, at vit sjálvi skuldu finna hvar vit skuldu standa átrúðnarliga. Eg gekk tó í sunnudagsskúla hjá heimamissiónini, onkuntíð á møti og onkuntíð í kirkju.

Um summari, tá ið vit ferðaðust hjá abba og ommu í Oyndarfirði, plagdi eg at verða í kirkju saman við abba.

Sum 14 ára gamal tók eg sjálvur avgerð um at ganga til og konfirmerast. Eg var so doyptur í Miðvágs kirkju og konfirmeraður í Sandavágs kirkju.

Ungdómsárini gekk eg ofta í kirkju og eisini á møti hjá heimamissiónini. Seinni í livinum gjørdist tað tí náttúrligt at ganga í kirkju. Eg fekk í mínum arbeiði eisini áhuga fyri kirkjum og kirkjubygningum, og havi gjøgnum árini verið í teimum flestu kirkjunum í Føroyum, øllum í Vága, Sandoyar og Norðoya prestagjøldum.

Av kirkjunum í Føroyum havi eg so sjálvandi havt meira tilknýtning til summar kirkjur enn aðrar, men síðani eg búsettist í Klaksvík, hevur tað verið henda kirkjan, Christianskirkjan, her eg eri giftur og bæði børnini hjá okkum eru doypt og konfirmerað.

Umframt at hava verið í kirkju og vitja fleiri kirkjur í Føroyum, so havi eg einsamallur ella saman við øðrum á ferðum uttanlands ofta verið í kirkju og eisini vitja fleiri kirkjur, og má eg siga, at tað hvørja ferð er nakað serligt, ikki minst, um høvi verður at verða við til eina guðstænastu. Tá verður tú ein partur av kirkjufólkinum og saman við teimum kemur at kenna teg sum eina eind undir tí heilaga orðinum, hóast tað er í Italia, og ein einki skilir av tí, sum sagt og sungið verður.

Serliga havi eg verið hugtikin av teimum stóru kirkjubygningunum, ið vórðu bygdir runt í Evropa í miðøldini, og enn standa sum stásilig byggiverk, kanska meira ella minni endurbøttir síðani miðøldina, men tó bera og lýsa tað høga støði, ið handverkið hevði tá.

Tó so, so kanst tú eisini undrast á tær minstu kirkjurnar, bæði her heima hjá okkum og runt í Norðurlondum, hvussu fjálgar og listarliga tær eru gjørdar, og har tú andaliga kanst gerast minst líka ríkur sum í teimum stóru katedralunum longri suðuri í Evropa.

Í teimum stóru katedralunum havi eg havt tað gleði at verið til guðstænastur í Nidaros Dómkirkju í Tróndheimi, Dómkirkjuni í Lund, St. Paul´s Cathedral í London, Notre Dame í París og St. Stefans í Wien.

Haraftrat havi eg vitja Dómkirkjuna í Linkøping, La Catedral í Toledo, Karlskirche í Wien, Catedrála St. Vita í Prag og nakrar í Rom, m.a. Pæturskirkjuna.

Hesir her nevndu stóru katedralir og dómkirkjur eru ofta stór ferðafólkamál, og tí er ofta ilt at finna frið og kvirru inni í hesum kirkjum á vanligum døgum, men í stórum býum eru fleiri kirkjur, bæði stórar og smáar, og har er ofta meira friðaligt.

Sum tá vit um kvøldið komu aftur til miðbýin í París eftir at hava vitjað Versailles-slottið. Tá fóru vit inn í kirkjuni St. Severin, sum er í Latínarbýarpartinum. Har fóru vit inn, og sótu saman við nøkrum øðrum og nutu friðin eina góða løtu, og líkasum løddust upp aftur eftir ein langan og stravnan dag.

Nú er tað so, at tað kann verða so heilt ymist, hvussu siðvenjan er undir guðstænastunum hjá ymiskum kristnum trúðargreinum, og eisini er tað ymist frá landi til land. Tó eigur ein altíð at fylgja teimum siðum, sum eru á staðnum, og hyggja eftir hvussu hini siðvandu kirkjufólkini gera, og eisini eigir ein at virða tað, ið verður álagt í kirkjuni. Tað kann verða so ymist, t.d. viðvíkjandi klædnabúnað, myndatøku og tað at verða friðalig.

Ja, onkuntíð kann okkurt verða gjørt skeivt, tað vil so verða.

Tað var, tá eg var í Suðurfraklandi fyrst í 70-árunum, og var til eitt brúdleyp har. Brúdleypið var í eini kleysturkirkju, og undir brúdleypinum var altargangur. Breyðið vit fingu, var eitt pettið av flutes í hondina, og eg stappaði pettið í munnin beinanvegin, sum vit eru von her heima hjá okkum. Tá sá eg, at hini enn høvdu breyðpettið í hondini. Og so skilti eg. Breyðið var ikki signað, fyrr enn øll høvdu fingið. Men eg fekk so ein lítlan bita frá tí við síðuna av. So fekk eg eisini signað breyð. Síðan var at bíða eftir víninum, ið eg roknaði við at fáa aftaná. Jú presturin lyftið kalikin upp og signaði vínið, drakk síðani sjálvur av kalikinum, og setti hann aftur uppá pláss. So vit fingu einki vín. Ja, soleiðis fór altargongdin fram har.

Vit, sum eru von við at ganga í kirkju her í Føroyum, rokna kirkjugongdina frá tí at kirkjuklokkurnar byrja at ringja inn til kirkjugongd og til urgan er steðgað at spæla postludium, og øll fólkini eru farin út. Og soleiðis vilja vit virða kirkjugongdina.

Tí var eg ógvuliga bilsin einaferð, eg var í kirkju ein sunnudag í Mariukirkjuni í Bergen. Øll kirkjugongdin frá byrjan var sum vanligt hjá okkum, líka til vit skuldu ganga út. Tá hoyrdist málageipan í forkirkjuni, og samstundis sum kirkjufólkið byrjaði at ganga út, tá byrjaðu fleiri ferðafólk at ganga inn í kirkjuna, við tí fyri eyga at hyggja at kirkjuni, uttan at geva sær far um, at tey við hesum brutu kirkjusiðin og órógvaðu okkum kirkjufólk, ið ikki fingu notið hesa kirkjugongd, sum hon átti at verða.

Eg sá, at tað ikki bert var eg, sum øtaðist, men fleiri av hinum kirkjufólkunum eisini.

Ja, mangir hava túrarnir verið uttanlands, har eisini kirkjuvitjanir hava verið á skránni, men túrurin í fjørvár, sum vit í leiðsluni í føroysku fólkakirkjuni gjørdu í Íslandi, var ein rættiligur kirkjutúrur burturav. Har vitjaðu vit eisini fleiri kirkjur á Eystur- og Suðurlandinum, í Seydisfirði, í Faskrúðsfirði, í Høfn, í Kirkjubæjarkleystri, í Skógum, á Skálholt og á Tingvøllum.

Hugtakandi var eisini at hoyra um kirkjurnar og kirkjugongd í Íslandi. Serliga setti søgan um prestin Jón Steingrímsson, seg í minni á okkum. Presturin í Kirkjubæjarkleystri, ið við prædiku síni, Eldprædikuni, steðgaði grýtisstreyminum frá gosinum í 1785, og so tað aftur at hitta Tórð Tómasson í Skógum, hesin eldhugaði maðurin, sum hevur bygt alt savnið upp har, og enn var í gongd og spældi á urgu fyri okkum í kirkjuni, 93 ára gamal.

At enda vil eg siga, at tað at ganga í kirkju, um tað so er í Elduvíkar kirkju ella í Pæturskirkjuni í Rom, so gera vit tað fyri sál og sinni, okkum at gagni og Guði til æru.