Hugaligt tá nógv fólk koma í kirkju
- Onkutíð eru vit bara trý, men til aðrar tíðir er kirkjan nærum fullsett, sigur Jóannes Christiansen, kirkjutænari á Kirkju
Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
Á KIRKJU: Kring oyggjar okkara eru íalt 61 kirkjur, umframt bønhús og onnur støð, har gudstænastur kunnu verða hildnar.
Í nógvum av smærru bygdum okkara gera tey alt fyri at kunna hava gudstænastur hvønn einasta sunnudag, ella í øllum førum við jøvnum millumbilum, við ella uttan presti.
Soleiðis er eisini á Kirkju, her ein somuleiðis roynir at skipa gudstænasturnar gjøgnum kirkjuárið.
Her er kortini ein ávísur munur, í mun til so mangar aðrar kirkjur í Føroyum: Á Kirkju eru heldur fleiri fólk í kirkju um summarið, og tí vitjar sóknarprestur teirra, Jóannes Purkhús oftari um summarið enn um veturin, tá veðrið haraftrat ofta kann darva.
Um summarið roynir hann at vera á Kirkju eina ferð um mánaðin, meðan hann um veturin roynir at vera her úti í hvussu so er í heystfrítíðini, adventini og á trettandu.
- Til onkra gudstænastu hava vit bara verið trý fólk í kirkju – altso bert kirkjutænararnir. Tá er meiri hugaligt at vera í kirkju í dag, skírisdag, nú vit vóru munandi fleiri fólk, slær Jóannes Christiansen fast.
HEIM Í PÁSKAFRÍ
Henda heiligdagin var tað altso Jóannes Christiansen sum var deknur við gudstænastuna í kirkjuni á Kirkju.
Sum víst var á í aðrari grein, hevur hann drúgvari royndir sum deknur, men hevur eisini mangan staðið uppi í torninum og ringt.
Nógv fólk eru flutt av Fugloynni til Klaksvíkar ella til meginøkið, men mong teirra leita sær út aftur til heimaoyggj sína, tá onkur feria eru á skránni.
Soleiðis var eisini henda dagin, tá sóknarprestur teirra, Jóannes Purkhús var á ársins páskavitjan á Kirkju. Væl fleiri fólk enn vanligt vóru tí eisini komin í kirkju henda morgunin.
Bjørt Andrasdóttir, sum er abbadóttir deknin, var klokkari, og tí var tað hon, sum fór upp í tornið at ringja inn og at ringja biðisløgini, tá gudstænastan endaði.
- Tað er bara gott, tá tey ungu taka við slíkari tænastu, vísir Jóannes Christiansen á.
LÆTTIR AT LESA
Tað er sum nevnt ikki hvønn sunnu- og halgidag, at prestur vitjar kirkjuna og hevur gudstænastu.
Fyrr í tíðini var skipað so fyri, at um prestur ikki var her úti, so var lestur altíð lisin av dekninum.
Hetta hevur Jóannes sjálvur gjørt óteljandi ferðir, og er hann tí væl bevandraður - um ein kann siga tað so – í teimum ymisku lestrabókunum, sum deknurin hevur at velja í.
Her er talan um bøkur, ið eru týddar til føroyskt, men ikki minst ein hóp av lestrabókum eftir føroyskum prestum og høvundum.
- Nakrir teirra, sum mær dámar væl at lesa, eru lestrarnir úr lestrabókini hjá Meinhardi Bjartalíð.
- Ikki tí, - nógvir aðrir prestar hava eisini skrivað sera góðar lestrar. Men teir hjá Meinhardi fella mær onkursvegna lættir at lesa, greiðir Jóannes frá.
Og hann leggur aftrat:
- At hann eisini hevur verið prestur her hjá okkum, ger ikki støðuna verri!
IKKI NÓGV PLÁSS EFTIR
Tað eru sum kunnugt tvær kirkjur á Fugloynni – henda á Kirkju og tann í Hattarvík.
Støðan er soleiðis, at tað eru ikki so nógv fastbúgvandi fólk í oynni um veturin, men heldur fleiri um summarið.
Onkutíð hava tey havt gudstænastur saman við hattarvíkingum. Og sjálvur hevur Jóannes eisini verið klokkari í grannabygdini, tá tørvur var á tí, til dømis um brúðarvígsla var.
Fyri hann er tó eingin ivi um, at tað, at hava eina staðbundna kirkju, hevur nógv at siga fyri hann og bygdarfólkið, hóast tey ikki altíð eru so fjølment til gudstænastuna. Í kirkjuni er annars pláss fyri 70 fólkum.
- Tað er sjálvandi hugaligari at vera til gudstænastu her, tá nógv fólk eru í kirkju. Vit kunnu onkutíð vera bæði 30 og 40 fólk her, og til aðrar tíðir omanfyri 50, um okkurt serligt er á skránni, vísir hann á.
Eitt dømi um hetta var seinasta summar, tá countrysangarin Magni Christiansen var á vitjan á konsertferð síni til allar tær 61 kirkjurnar í Føroyum.
- Tá hann var her, var nógv fólk og lurtaði. Tá vóru ikki nógv pláss eftir, greiðir Jóannes Christiansen frá.
- - -
(Hetta er onnur greinin um kirkjulívið á Kirkju. Í fyrru greinini – sum stóð her á heimasíðuni 5. mai - segði Jóannes Christiansen frá um tænastuna sum klokkari. Í triðju greinini fara vit at tosa við abbadóttur hansara, Bjørt Andrasdóttir, sum er av hinum klokkarunum í kirkjuni).